týsdagur, 2. juli 2013

Dystarfrásagnir frá degi 1


Innsendar dystarfrásagnir frá Partille Cup 2013 fyri týsdagin 2. juli.

Gentur 14a spældu 2 dystir.
Fyrri dysturin var eitt tap imóti einum norskum liði, men eftir at hava hvílt eitt sindur vendu tær sterkt aftur, og vunnu seinra dystin 10-8 ímóti einum svenskum liði.

G14a vóru tendraðar og glaðar.

I Fyrsti dystur hjá D14 varð leiktur á Valhalla á middegi í dag.

Mótstøðuliðið var svenska Lugi úr Lund. Tað leikti javnt á í byrjanini, og okkara dreingir stríddist væl á vøllinum. Men tað vísti seg skjótt, at sviarnir vóru væl fyri bæði kropsliga og tekniskt.

Teir høvdu leiðsluna so at siga allan dystin. Men tó ongantíð meira enn 3 - 4 mál. Tá vit so fáa 4X2 min. útvísingar, ja so gjørdist brekkan dekan ov brøtt.

Dysturin endaði við 14-11 sigri til Lugi. Vit, ið sóu dystin, vóru øll samd um at Lug var tann rætti vinnarin.

Næsti dystur í dag var ímóti Nordstrand úr Noregi.

Vit fingu eina flúgvandi byrjan og fingu eina komfortabla 4-5 máls leiðslu. Vit spældu góðan og undirhaldandi hóndbólt. Støðan í hálvleikinum var 9-5 til okkum.

Spakuligani byrjaði Nordstrand at eta seg inn á okkum, og tað sást, at fjáltur so smátt byrjaði at darva okkara spæli.

Tá norðmenninir valdu at mannsverja okkara bakspælarar, ja so fór okkara álop so at siga í fisk. Endin var at Nordstrand vann ein tepran 12-11 sigur.

Vit, sum hugdu at dystinum, føla okkum snýtt fyri ein sigur. Okkara dreingir vóru betri og raskari. Men máltalvan lýgur sjálvdan. Tíverri.

Nú er bara at herja á aftur í morgin og vóna, at feilirnir í dag ikki vísa seg aftur í morgin.

II D14 hava spælt tveir dystir í dag. Tann fyrra dystin spældu teir móti svenska liðnum Lugi hf. svenskarnir vunnu 14-11. dreingirnir spældu ein góðan dyst, men svenskarnir vóru í miðal einar 20 cm hægri, og tað gjørdi uppgávuna trupla, men ikki ómøguliga.

Tann seinna dystin spældu dreingirnir móti norska liðnum Nordstrand IF. Her spældu dreingirnir ein sera góðan 1. hálvleik, vít vóru á odda 9-3. Men tá ið dómarin bríkslaði dystin av vóru norðmennirnir á odda 13-12.

Útslitið var eitt sindur skuffandi, men dreingirnir lærdu ein heilan deil, sum teir kunnu brúka í tí heimligu kappingini.

Dreingir 11-2 vístu góðar taktir og góðu áskoðarafjøldini ein spennandi dyst, tá ið teir spældu ímóti svensku HK Aranäs.

Líkindini vóru ikki av teimum bestu, vegna váttligt veður. Dreingirnir stríddust mannliga, og í verjupartunum vóru teir nakrir brandar. Eftir at hava verið á odda 3 ferð í dystinum, gjørdist endin, at HK Aranäs dróg longra stráðið og vann dystin 5-3.

Serliga eyðsýndur hjá H71 var málmaðurin Gilli Róason, sum tók øll 4 brotskøstini, mótstøðuliðið fekk. Trífaldi málskúttin hjá H71 var Baldur Gillason. Liðandin var í topp, og avtalurnar, venjarin Karl Oddmar Rasmussen hevði lagt fyri dystin vóru fylgdar.

Dreingir 10B byrjaðu dagin longu kl. 9:05 við einum spennandi dysti ímóti IK Sävehof 2. IK Sävehof er eitt svenskt hondboltsfelag frá býnum Partille, sum liggur tætt uppá Göteborg. Tað leikaði hart á í móti dreingjunum frá Partille. Dreingirnir frá Partillu vóru nógv størri. Men við einum øðiligum vilja at vinna eydnaðist tað H71 dreingjum 10B at vinna sær ein javnleik á 8:8. Næsti og seinasti dysturin í dag var ímóti HK Aranäs. Dreingirnir frá Aranäs vóru ikki bara nógv størri. Teir vóru so nógv nógv størri. H71 dreingir 10B taptu dystin ímóti Aranäs móti 1:11. Dreingirnir eru spentir uppá dystirnar í morgin.

Taptu tepurt móti russisku bjørnini

Fyrsti dysturin hjá gentum 12 hjá H71 í Partille 2013 var ímóti russiska SC Dinamo Volgograd City. Hóast russisku genturnar ikki tóktust betri, so máttu okkara gentur lúta, tí úrslitið gjørdist 6-7.

Okkara gentur komu ikki væl frá byrjan, og russisku genturnar skoraðu longu í fyrsta álopinum.

Hóast tað leikaði javnt á - og hóast okkara gentur vóru framman fyri 5-4 einu løtuna, so knógvaðu russisku genturnar sær sigurin.

Dysturin varð merktur av hørðum spæli frá russisku gentunum, og tær fingu eisini fleiri gul kort, eina útvísing í tveir minuttir, og okkara gentur fingu hópin av fríkøstum. Tað var trupult hjá okkara gentum at spæla, tí russisku genturnar vardu so offensivt og vóru í so agressivar.

Veðrið og harvið umstøðurnar at spæla vóru ikki av teimum bestu, tí eitt grovt æl var beint áðrenn dystin, og vøllurin var tí dýggjvátur.

Genturnar harmast sjálvandi tapið, men síggja fram til næsta dyst, sum verður móti BK Ydun í morgin, mikudagin, klokkan 15:30 í Kviberg.

Gentur 16 høvdu sín fyrsta dyst í dag. Hann var á Heden móti svensku Kärra KIF. Vit vóru alla tíðina á odda, og úrslitið gjørdist ein tryggur sigur til okkara gentur, 18-15 aftan á 8-5 í hálvleikinum.

Í morgin eru tveir dystir á skránni, og teir verða nokk ikki heilt líka lættir.

Dreingir 10 A eru komnir væl frá kappingarbyrjan við tveimum sigrum. Teir leiktu fyrstu dystirnar í Kviberg í oysandi regni á einum vølli, ið var meira eitt runudíki enn ein vøllur.

Fyrsta dystin móti Ønnereds vunnu teir 15 – 6 og seinna ímóti IK Nord vunnu teir 12 – 2.

Sigrarnir vóru grundaðir á sera gott verjuspæl og ein heilt einastandandi stríðsanda, har hvør “maður” bardist fyri sínum og hvørjum øðrum.

Dreingir 11 A spældu fyrsta dystin í Kviberg. Teir vunnu eina javnan dyst móti Eltalbia úr Egyptalandi. Endaliga støðan gjørdist 9 – 7. Líkindini vóru sera vánalig at spæla hondbólt í, og til tíðir hevði tað kanska verið ein fyrimunur hjá leikarunum, um teir høvdu snorkil og fitjur.

Siðurin hjá dreingjunum var grundaður á tolni, kvikleika og einum sera væl leikandi málverja. Pauli Jacobsen tók ikki minni enn 6 av 7 straffikøstum.

---
Skrivað og tikið myndir hesaferð hava Petur Joensen, Hanus Mortensen, Eirikur Lindenskov, Bjarni Arnason, Janet Fríða Johannesen, Símun Poulsen, Jens á Skipagøtu, Anfinnur Hovgaard og Rói Joensen.

Tað ber til at fylgja við H71 her á heimasíðuni hjá Partille Cup.

Og myndasavnið hjá okkum verður útbygt so hvørt, sum myndir koma inn.
Myndasavnið sæst eisini inni á Flickr.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com