fríggjadagur, 17. mars 2017

U19 kvinnurnar byrjaðu væl


U19-kvinnurnar vunnu í dag 33-15 á Moldovo, eftir 13-7 í hálvleikinum.

Talan var sostatt um ein greiðan sigur á Moldova, sum eisini var mett at vera veikasta liðið í bólki 1 í EM-undankappingini.

 

Føroyar byrjaðu heldur trilvandi og vóru aftanfyri 3-2. Ov nógvir kjansir vórðu brendir, og ov nógvar villur vóru. Offensiva verjan stóð tó væl, og skjótt komu okkara fram um og fóru til hálvleiks við 13-7.

 

Okkara vóru flúgvandi fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og komu framum heili 22-8, áðrenn Moldova aftur fekk nakað mál. Tað var rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at hesin sigurin ikki fór nakran veg. Allir føroysku leikararnir sluppu at spæla, og tað sæst hetta eisini aftur á listanum yvir málskjúttar. Hetta var sostatt eisini kærkomið høvi at hvíla fleiri av leikarunum, sum skulu spæla tríggjar dystir nú í  tríggjar dagar.

 

Við sigrinum spæla Føroyar fyri einum plássi í EM, sum verður í Slovenia seinni í summar. Tvey lið koma víðari úr bólkinum. Í morgin skal føroyska liðið spæla móti Ungarn, sum heilt vist er sterkasta liðið í bólkinum. Sunnudagin spæla okkara móti vertunum Makedonia.

 

Eins og í dag, so verða hesir báðir dystirnir stroymdir á Youtube:

Leygardagin klokkan 16:00: https://youtu.be/GdUFJm-ZQT0

Sunnukvøldið klokkan 18:30: https://youtu.be/pnq9rDfMJiw

 

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Vár Djurhuus Poulsen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Tóra Eliasen 4
Fríða á Dunga 3
Anna á Steig 3
Drós Ragnarsdóttir 3
Marita Mortensen 3
Rannvá Dahl Hanusson 3
Karin Holm Simonsen 1
Magna Tórðardóttir 1
Durita Toftum Joensen 1
Sonja Lava Sirdal 1

 

Á myndunum her eru U19-leikararnir frá H71: frá vinstru eru tær Marita Mortensen, Anna á Steig, Karin Holm Simonsen, Maria Halsdóttir Weihe og Durita Toftum Joensen.

 

 

Tú kanst lesa meira um U19 her á hsf.fo.

Úrslit fyri allar dystirnar og støðurnar kanst tú síggja her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com