sunnudagur, 19. mars 2017

Heimavøllurin viknaður


H71-Neistin: 30-31 (13-14)


Skrivað hevur: Sjúrður Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

- taptu fyri Neistanum

Avrikini hjá H71 høvdu verið óstøðug í seinastuni, og liðið hevði tapt tveir teir seinastu heimadystirnar áðrenn dystin í dag móti Neistanum. 

Kanska var tað orsøkin til, at heldur fá fólk høvdu leitað sær í Hoyvíkshøllina í dag. Men málsetningurin var greiður. Ringa gongdin á fyrr so sterka heimavøllinum skuldi vendast, og tað var eisini líkt til, at menn vóru tendraðir.

 

Vit komu skjótt framum 4-2, men so byrjaðu trupulleikar at stinga seg upp. Neistin vardi í einari 5-1 verju, har ein maður lá høgt uppi at Peter Krogh. Ikki heilt ein mansverja, men tað eydnaðist Neistanum í stóran mun at forða Peteri í at sleppa upp í spælið. Frá at vera á odda 4-2 komu vit afturum 4-6, tá ið tíggju minuttir vóru leiktir, og venjarin tók timeout fyri at fáa tamarhald á støðuni.

 

Hetta hjálpti lítið, og neistamenn fingu hildið sær á odda næstu tíggju minuttirnar. Her kundi veruliga  gingið heit galið, men verjan og Ári hildu okkum inni í dystinum, meðan álopið ikki riggaði.

 

Seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum royndi Neistin seg við at spæla við sjey monnum í álopinum, men hetta eydnaðist ikki væl hjá teimum, og vit fingu væl mest burturúr hesum. Fyrst javnaði Peter til 9-9 við at blaka bóltin í tóma Neistamálið, og móti endanum av hálvleikinum gjørdi Ári tað sama heilar tvær ferðir á rað, tá hann skoraði til 13-12 og 14-12, soleiðis at vit kundu fara til hálvleiks við støðuni 14-13.

 

Ikki ein góður hálvleikur hjá H71, men spælið gjørdist eitt sindur betri móti endanum av hálvleikinum. Og fáu H71 viðhaldsfólkini í høllini hugsaðu helst, at trupulleikarnir vóru loystir, og at tað mundi fara at eydnast betur í seinna hálvleiki.

 

Men tað sást skjótt, at so fór ikki at verða. Neistin vendi aftur til at spæla 6 móti 6 í seinna hálvleiki, og høvdu lagt seg á odda 14-15 eftir tveimum minuttum. Liðini skiftust at skora hesa løtuna, men eftir tíggju minuttum megnaði H71 at leggja seg á odda við tveimum málum.

 

Nú sá gott út aftur, og støðan helt sær, til tíggju minuttir restaðu í av dystinum, har vit framvegis vóru á odda við tveimum, og tóktust av hava tamarhald á dystinum. Men so kom aftur steðgur í. Vit skoraðu ikki í álopinum, og verjan stóð illa. Frá at vera á odda 24-22 gjørdist støðan 25-25, og H71 bonkurin mátti taka timeout.

 

Hetta bøtti einki. Neistin hevði nú um endan, og megnaðu at leggja seg á odda við einum máli, tá ið fimm minuttir restaðu í. Vit fingu javnað fleiri ferðir, men Neistin gavst ikki at skora, og tá tveir minuttir vóru eftir, gjørdist støðan 27-30 til Neistan. Okkara menn royndu, men einki eydnaðist í dag. Neistin skoraði aftur, og tað gjørdi teimum lítið, at Pætur fekk minkað um munin tvær ferðir í seinasta minuttinum, so at dysturin endaði 30-31 til Neistan.

 

Vit kunnu bara fegnast um, at góða gongdin higartil á ár hevur givið liðnum ráð at missa nøkur stig, og H71 varðveitir enn fyrsta plássið í kappingini. Men Sonni og Mark hava nógvar trupulleikar, ið skulu loysast nú. Liðið hevur eisini verið darvað av skaðum. Hans Kári, Helgi og Bogi vóru ikki við í dag, meðan Pætur spældi sín fyrsta dyst síðani steypafinaluna. Tað er óvist, nær teir skaddu leikararnir verða klárir aftur, men vit mugu vóna, at tað verður skjótt, nú kappingin skal avgerast.

 

Vinnur VÍF tann dystin, teir hava spælt færri enn H71, verður bert eitt stig á muni í oddinum, meðan KÍF og Kyndil eisini ætla sær at geva alt teir kunnu, at røkka finaluplássinum. H71 møtir júst Kyndli mánakvøldið 27. mars. Vónandi verður gongdin vend longu tá.

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com