mánadagur, 27. mars 2017

Grønt fyri framman


Tá tú koyrir í ferðsluni, tá merkir grønur litur, at loyvt er at koyra fram. Øðrvísi er liturin í hondbóltsheimi hoyvíkinga.

Tá merkir liturin, at Kyndil er fyri framman – blóð, sveitti og tár. Og soleiðis er í dag, grøn uppgerð er við Kyndil í høllini á Hálsi í kvøld hin 27. mars 2017 kl. 20.00 og verður neyðugt, at maður fer av húsi, at stuðla leikarum okkara í hesi orrustu. Tí um tað er nakað okkum tørvar í løtuni, so er tað stuðul.

 

Leikarar okkara tykjast ikki rættuliga enn at hava fingið armarnar niður aftur eftir steypasigurin herfyri. Í fýra dystum hava vit bert fingið 2 stig, og við hetta lag røkka vit neyvan nakrari finalu.

 

Kyndil hinvegin hevur í sínum 4 dystum eftir steypafinaluna fingið heili 6 stig og er helst tað lið, ið er eina best koyrandi í løtuni. So hóast vit á stigatalvuni eru heili 5 stig frammanfyri Kyndil, os sigur hetta einki um dagsformin.


Og tað er júst í slíkum løtum, at skútan skal vendast og ósigrar skulu vendast til sigrar. Tá menn skulu standa saman og eggja hvør øðrum fram á mál. Vit eru í einum aldudali og honum má komast úr. Rógvast má av lívsins megi, og øll manning má vera tøk – eisini tann á áskoðaraplássinum.

 

Og tí er avgerandi at júst tú møtir upp í kvøld og gevur títt ískoyti til tað, ið helst skal bera tvey stig aftur til Hoyvíkar, tá dystur er lokin. 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com