mánadagur, 27. mars 2017

Vundu burtur úr kyndilsmonnum


Kyndil-H71: 16-27 (10-14)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen og Álvur Haraldsen/in.fo

Tað vóru tvey lið við ymiskum úrslitum at vísa á í seinastuni, ið hittust í Høllini á Hálsi í kvøld.

H71, ið framvegis var á fyrsta plássi í FTZ deildini, hevur verið í einum keðiligum stima síðani steypasigurin við trimum tapum seinastu vikurnar.


Kyndil hinvegin hevði spælt seg upp, síðani landskappingin byrjaði aftur, og hevði fleiri góð úrslit at vísa á seinastu vikurnar. Teir kundu veruliga spæla seg inn í FM stríðið við einum sigri á H71.

Líkt var tískil til ein spennandi dyst, og heilt nógvir hoyvíkingar høvdu leitað sær í høllina í kvøld.

 

Øll vóru tendraði

Heimasíðan hevði undan dystinum eggjað viðhaldsfólkum at stuðla liðnum, og tað hoyrdist skjótt, at mongu áskoðararnir ikki bara vóru komnir at hyggja at. 
Viðhaldsfólk hjá báðum liðum vóru tendraði, og tað sama vóru leikararnir.

 

H71 viðhaldsfólkini kundu eisini fegnast um at síggja Hans Kára gera seg til reiðar at byrja inni í verjuni eftir skaðasteðg.

Eitt sindur óvæntað byrjaði Kyndil í einari flatari verju og lat Peter hava pláss at taka lut í spælinum.

 

Hetta eru H71 leikararnir ikki so vanir við longur, men tað sást skjótt, at hetta hóvaði Peteri væl. Samstundis gav hetta eisini Jónasi møguleikan at vísa seg fram sum spælskipara í einum meira siðbundnum álopi.

 

Liðini fylgdist fyrstu tíggju minuttirnar, men eftir tólv minuttir fingu Kyndil otað seg tvey mál framum.
Sonni var ikki nøgdur við verjuna hesa løtuna og tók time-out.

 

So skifti

Hetta skuldi vísa seg at vera ein lyklastøða í dystinum, tí tað tóktist sum Sonni visti, hvør trupulleikin var, og verjan stóð munandi betur eftir time-outið.
Eisini varð Jens skiftur inn – fyri annars væl leikandi Ára – og vísti skjótt, at hann enn telist millum bestu málmenn í landinum, tá hann við einari flottari bjarging fekk H71 viðhaldsfólkini upp á kók.

Samstundis hevði Peter stillað kanónina inn og skoraði nøkur dundrandi langskot.

 

Síðstu tveir minuttirnar av hálvleikinum bragdaði veruliga, tá fyrst Ári kom inn og bjargaði einum brotskasti, meðan Jens stutt eftir gjørdi eina dupultbjarging. Í evstu løtu av hálvleikinum fekk Dánjal økt um leiðsluna til 10-14.


Ein hálvleikur, har verjan og málverjarnir stóðu ein branddyst. Serstakliga eftir time-outið í tólvta minutti. Eftir hetta megnaði Kyndil bert at skora tríggjar ferðir restina av hálvleikinum.

 

Mansverjan virkaði ikki

Frá byrjani av seinna hálvleiki valdi Kyndil at leggja ein mann tætt at Peteri. Men hetta tóktist at darva hann lítið. H71-ararnir byrjaðu at spæla við teimum skipanum, teir eru vanir við, og fingu eftir yvirgongdir og skjót skift spælt Peter fŕian á høgra vongi, har hann fekk víst sína styrki í hondliðnum við at skrúva bóltin hart í gólvið og inn aftanfyri málverjan.

 

Samstundis helt verjan fram við stórspælinum, og Kyndil mátti taka time-out, eftir at Pætur hevði skorað til 11-18.

Kyndil royndi nú at spæla við sjey monnum í álopinum, men júst hetta hevur H71-verjan í ár prógvað, at hon dugir at steðga. Tað gjørdi hon aftur hesaferð.
Vit skuldu heilt fram til 43. minutt, áðrenn Kyndil megnaði at skora sítt annað mál í hálvleikinum, og teir fingu ikki nógv fleiri restina av dystinum.

 

Dysturin avgjørdur

Tá vit komu til seinastu tíggu minuttirnar av dystinum, vóru H71 frammanfyri við tíggju málum, og dysturin kundi sigast at vera væl og virðiliga avgjørdur. Hetta gav pláss til nakrar av ungu og minnu nýttu leikarunum. Vit fingu millum annað sæð Leiv á vinstra vongi og Niklas á høgra bakki, umframt at Tróndur slapp at royna seg sum brotskastsskjútti – og tað eydnaðist honum væl.
Leikararnir høvdu verið fyrigivnir um teir lótu eitt sindur av leiðsluni burtur, men so var ikki.

 

Verjan gav einki burtur, og Kyndil mátti stríðast hart fyri hvørt einasta mál, og endaði dystin á 16 málum. Eftir at Tróndur skoraði í evstu løtu, endaði H71 á 27 málum, og áskoðarafjøldin kundi fagna leikarunum fyri eitt framúr gott avrik móti einum truplum mótstøðuliði.

 

Málskjúttar: Peter: 11, Pætur: 3, Sigmundur Nolsøe: 3, Hilmar Leon: 3, Jónas: 2, Tróndur 2, Hans Kári: 1, Sigmundur Dahl: 1, Dánjal: 1

 

>> Dómaraseðil <<

 

Støðan

Aftan á dystin í kvøld er støðan í FTZ-deildini hendan:

 

Vit hava nú tríggjar dystir eftir í landskappingini: móti Neistanum, móti VÍF og móti KÍF. Ongin av hesum dystunum er lættur. Serliga tá hugsað verður um, at bæði vestmenningar og kollfirðingar enn hava upp í 8 stig at spæla um.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com