sunnudagur, 2. apríl 2017

So eru vit í finaluni!


Neistin - H71: 18-27 (7-10)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Setningurin var greiður áðrenn dystin móti Neistanum í kvøld. Vann H71, so tryggjaðu vit okkum annað plássið í FM finalunum. Taptu vit, so skuldu vit leita sær tvey stig ímóti VÍF ella KÍF næstu dystirnar.

 

Neistin hevði háðingarrættin, eftir at teir vunnu í Hoyvík fyri tveimum vikum síðani. H71-leikararnir kundu tí hugsast at hava ein ávísan hevndarhug til dystin.

 

Ætlaðu at vinna

Tað var fermingarsunnudagur í kvøld, so væntast kundi, at fólk ikki høvdu stundir at fara í høllina í kvøld.

 

Kortini sást fitt av fólki á áskoðaraplássinum. Størri parturin vóru viðhaldsfólk hjá H71, ið helst vóru komin at stuðla undir, at liðið skuldi vinna sær finaluplássið longu í kvøld.

 

Tað ætlaðu leikararnir sær eisini. Hetta sóu vit serliga í verjustøðu, har H71 vardi í einari áræsnari verju, ið skifti millum at liggja flatt og at fara út í mótstøðuleikararnar. Hetta riggaði framúr væl, tí Neistin hevði stórar trupulleikar av at spæla seg til møguleikar. Og tá ið teir hendingaferð komu til skot, so stóð Jens oftast fyri.

 

At hugburðurin var góður hjá H71 sást eftir seks minuttum. Dánjal slapp ígjøgnum í álopinum og skoraði, men varð fangaður á Neistahálvuni, tá spælið varð sett í gongd aftur. Hann spelaði aftur á vongin hjá sær, og megnaði at fanga bóltin í fullari ferð, soleiðis at H71 kundi fara aftur í álop.

 

Eftir átta minuttum mátti Neistin taka time-out. Tá var støðan 1-6 til H71, og meginparturin av málunum vóru skotin eftir skjótálop. Enn eitt tekin um at verjan og málverjin stóðu væl. Pætur vísti hesa fyrstu løtuna sín kvikleika í snarálopunum, eins og hann skoraði góð mál frá vonginum.

 

Eftir time-outið hjá Neistanum sást enn ein greið yvirvág hjá H71 í verjuni. Neistin sá tó ein møguleika at fáa sær nøkur mál, tá ið H71 fekk ein mann útvístan. Teir valdu at seta sjey mans í álopið, so at teir vóru tveir fleiri. Men sum so ofta áður, so vísti H71, at hetta er ikki altíð ein fyrimunur, tí verjan fangaði bóltin, og Dánjal setti hann í eitt tómt neistamál. Síðani valdi Neistin at seta málverjan innaftur.

 

Málturkur

Eftir 14 minuttir var støðan 3-8, og samstundis sum vit kundu fegnast um góðu verjuna, so sást eisini í hinum endanum, at Nicholas í neistamálinum byrjaði at fáa fatur á nógvum.


Hetta hevði við sær, at einir 9 minuttir gingu, har einki mál yvirhøvur kom í dystinum. Neistin vóru fyrstir at skora, men Hilmar Leon fekk sett hol á Nicholas í álopinum aftaná.

 

Tað lá eitt sindur betri fyri hjá Neistanum tað, ið eftir var av hálvleikinum, og teir fingu minkað munin niður í 7-10.

 

Ein løgin hálvleikur, har H71 kundi iðra seg um at ikki seta nógv fleiri mál millum seg og Neistan. Men samstundis kundu vit fegnast um, at verjan fekk forðað Neistanum í at skora fleiri mál.

Iðraðu H71 seg í steðginum, so gjørdi teir tað í enn størri mun eftir fýra minuttir av seinna hálvleiki. 

 

Hesa løtuna fingu Neistin nevnliga minkað um munin niður eitt mál. 10-11.

 

Fjeppararnir hjálpa

Men so hendi nakað gleðiligt. Áskoðararnir fóru veruliga at hoyrast í høllini til tess at stuðla leikarunum í hesi truplu støðuni.

 

Tað er einki at siga til at áskoðararnir eru vorðnir eitt sindur kræsnir eftir mongu sigrarnar seinastu árini. Men tað er júst, tá ið støðurnar eru truplar, at stuðulin hevur mestan týdning. Herrópini frá viðhaldsfólkunum tóktust eisini at geva leikarunum betri hugburð, tí nú kom hol á málskjótingina aftur.

 

Andor lobbaði til 10-12, áðrenn Peter eisini vildi vera við og fekk bart seg ígjøgnum so at støðan var 11-13. Nøkur sekund seinni vísti hann aftur, at hann var tendraður, tá hann mátti av vøllinum í tveir minuttir eftir at hava gjørt ov nógv av í verjuni.

 

Fingu tamarhaldið á dystinum

Neistin hevði einki lært í fyrra hálvleiki og setti ein eyka mann í álopið. Hetta hevði við sær, at Ári – ið stóð meginpartin av seinna hálvleiki – kundi senda enn ein bólt í tóma neistamálið til 11-14.

Nú tóktist aftur tamarhald at vera á dystinum, og H71 fór at skifta eitt sindur út. Millum annað sóu vit Poul Símun á strikuni, og bæði leikarar og áskoðarar frøddust, tá ið hann fekk sett bóltin í málið eftir at níggju minuttir vóru farnir av seinna haĺvleiki.

 

Eisini sóu vit Niklas koma inn á miðjuna, og eisini hann fekk frøi í fjøldina, tá ið hann skoraði til 16-26 ímóti endanum av dystinum.

 

Seinastu 15 minuttirnar var fult tamarhald á dystinum. Neistin hevði stórar trupulleikar við at skjóta mál, og samstundis vóru skjótálopini hjá H71 eisini farin at rigga. Gleðiligt var at síggja, at hóast útskiftingar, so stóð verjan væl restina av dystinum. Seinastu løtuna vardu Poul Símun og Niklas saman í miðverjuni, og tað eydnaðist teimum væl.

 

Hans Kári fekk skorað seinasta málið hjá H71, tá hann eisini fekk sent ein bólt í tóma neistamálið.

 

Dysturin endaði við sigri á 18-27, og seinasta minuttin hoyrdust lógvabrestir í høllini fyri at fagna enn einum góðum verjuavriki, og týdningarmest av øllum: H71 tryggjaði sær finaluplássið.

 

Tveir dystir eftir

Skulu vit hyggja frameftir, so eru nú tveir dystir, ið skulu spælast í grundspælinum, áðrenn finalurnar. Teir eru móti VÍF og KÍF, og teir eru ikki týdningarleysir, tí tað er eingin ivi um, at fyrsta plássið í kappingini er ein fyrimunur.

 

Venjararnir hava eisini nakrar støður, ið nú skulu takast. Har skal vera ein javnvág í, hvussu og hvørjir leikarar skulu sparast, samstundis sum allir leikarar helst skulu vera heitir til finalurnar. Tað er eingin ivi um, at breiddin verður avgerandi í finalunum.

 

Eisini er tað vist, at venjararnir meta, at skipaða álopið kann gerast betri. Seinastu tveir dystirnar hava verjan og málverjarnir staðið framúr væl, men álopið hevur ikki verið lýtaleyst.

 

Mest umráðandi er kanska, at liðið ikki fær skaðar. Í hesum sambandi kunnu vit fegnast um at Bogi spældi í dag – og at hann spældi væl. Nú er tað bert Helgi, ið framvegis ikki fær verið við. Hann er júst blivin skurðviðgjørdur í knænum, har helvtin av meniskinum er tikin. Læknarnir siga, at hann tíverri helst ikki sleppur at spæla finalurnar.

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com