leygardagur, 15. apríl 2017

Teir óroyndu sluppu framat


KÍF - H71: 20 - 24 (8 - 13)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Breiði hópurin tryggjaði okkum fremsta plássið.

Seinasti dysturin í grundspælinum í ár var á skránni í dag í Kollafirði. Bæði liðini høvdu greið mál áðrenn dystin. H71 tørvaði eitt stig fyri at tryggja fremsta plássið í kappingini, meðan KÍF tørvaði ein sigur fyri at vinna sær bronsuheiðursmerkini.

 

Bronsuheiðursmerkini lógu kortini ikki fremst í huganum hjá kollfirðingum í dag. Kvinnuflogbóltsliðið hjá KÍF spældi eisini FM-finalu í Havn fyrrapartin. Tí var høllin í Kollafirði heldur tómlig á at líta áðrenn dystarbyrjan. Hoyvíkingar vóru tó møttir rímiliga væl upp til tess at síggja ein áhugaverdan dyst, ið skuldi geva seinastu ábendingarnar um, hvussu liðið er fyri til FM-finalurnar.

 

Álit á teimum minni royndu

Frá fyrstu løtu fingu vit at síggja, at hetta var ein dystur, har venjararnir høvdu álit á minni royndu leikarunum, tí Niklas byrjaði inni í miðverjuni saman við Peteri og spældi her meginpartin av dystinum.

 

Helgi er framvegis skaddur, og Sigmundur Dahl mátti geva avboð vegna sjúku, og hesir báðir hava alt árið skiftst at liggja undir liðini á Peteri. Niklas var nú næstur í røðini.

 

KÍF byrjaði dystin best. Teir spældu við høgari leikferð og komu oftast til skot stutt eftir at hava fingið bóltin. Eftir 5 minuttir høvdu teir lagt seg á odda 5-2, men so fótaði H71 sær í verjuni og fekk steðgað skjótu álopinum hjá KÍF. Eftir 10 minuttum gjørdist dysturin javnur, tá ein væl leikandi Jónas kom í gjøgnum við sínum eyðkendu fintum, og skoraði til 5-5, so at KÍF kendu seg noyddar at taka time-out.

 

Eftir time-outið fylgdust liðini fyrst upp á 7-7, ið var støðan eftir 15 minuttum. Men so byrjaði gongd at koma á verjuna og skjótálopið hjá H71, soleiðis at teir fingu lagt sjógv ímillum og komu upp á 7-11 eftir 18 minuttir. Hesa løtuna lá væl fyri hjá Niklasi, ið skjeyt tvey mál eftir skjótálop. KÍF valdu nú at taka sítt annað time-out.

 

Skifti nógvar leikarar

H71 skifti nógv út seinni helvtina av hálvleikinum, og eftir time-outið sóu vit Boas koma inn fyri Peter, bæði í miðverjuni og á høgra bakki. Eisini fingu Jónas og Hilmar Leon steðg, soleiðis at Niklas og Boas vóru á bakkunum, meðan Rúni stóð fyri royndunum á liðnum, tá hann spældi spælskipari. 

 

Rúni fekk eftir einari løtu spælt seg heitan. Hann spældi við stórum váða, og tað eydnaðist honum at hegnisliga spæla Sigmund Nolsøe frían, umframt at hann eisini skoraði tvey góð mál.
Hendan uppstillingin helt tamarhaldið á dystinum, og kundi fara til hálvleiks við støðuni 8-13.

 

Ein áhugaverdur hálvleikur við H71-eygum, har allir leikarar komu á vøllin, soleiðis at mest nýttu leikararnir fingu ein langan steðg seinasta partin av hálvleikinum. Tað var avgjørt, at Jens og Ári skuldu standa helvtina av hvørjum hálvleiki, og Ári stóð sera væl teir seinastu tíggju minuttirnar.

 

Í seinna hálvleiki varð aftur skift. Peter, Jónas og Hilmar Leon komu inn aftur, og Jónas skoraði fyrsta málið í hálvleikinum við enn einum av sínum eyðḱendu gjøgnumbrotum til 8-14.

 

Andors'a lobb

Eftir fimm minuttir var støðan 10-15, og so fór Andor – ið loysti Pætur av í seinna hálvleiki – í skjótálop tvær ferðir og skoraði báðar ferðir. Fyrra málið við eyðkenda lobbinum, ið Andor meistrar sum fáur.

 

Eftir níggju minuttir fekk Jens høllina at larma, tá hann bjargaði brotsskasti fyri aðru ferð í dystinum, til stóran fagnað fyri viðhaldsfólkini, og støðan gjørdist 10-18 stutt eftir. 
So tøktist álopið at steðga eitt sindur upp, og KÍF fekk minkað um munin til 13-18, og H71 tók time-out.

 

Tað tøktist sum tamarhald var á dystinum, og vit sóu aftur nógvar útskiftingar. Helst var tað tilætlað, at breiddin skuldi spælast inn seinastu 15 minuttirnar.

 

KÍF fekk trýst heldur óroyndu leikararnar, soleiðis at teir spakuliga kundi minka um munin so hvørt.

 

Bronsan fyri framman

Eftir 22 minuttum av seinna hálvleiki fingu kollfirðingar veruliga trúnna aftur á, at teir kundu vinna sær bronsuna, tá støðan gjørdist 18-21, og øll í høllini kendu á sær, at KÍF spældi best.

Tíbetur gekk tað ikki heilt galið hesa løtuna, millum annað orsaka av Ára, ið stóð sera væl.

 

Álopið hjá H71 var tó steðgað upp, og eftir 27 minuttum fekk KÍF minkað um munin niður í eitt mál, 20-21. Nógvur gangur var nú í høllini, tá viðhaldsfólk hjá báðum liðum róptu á sínar leikarar.

KÍF stóð væl í verjuni, og sá út til at fáa steðgað enn einum álopi, tá dómararnir høvdu hondina uppi. Men so breyt Niklas seg ígjøgnum og varð ólógliga steðgaður, soleiðis at KÍF fingu eina útvísing og H71 fingu eitt nýtt álop.

 

Liðugt

H71 gjørdu sær dælt av yvirtalinum, spældu breitt til Dánjal, ið skoraði eitt gott mál frá veinginum. Nú tøktist vónin hjá KÍF at vera brostin, tí H71 fekk skjótt vunnið sær bóltin og spælt hann til ein púra frían Poul Símun, ið avgjørdi dystin við at skorað til 20-23. Vónbrotna KÍF liðið tímdi ikki meira, og Dánjal fekk sett punktum við at skora enn eina ferð til endaliga úrslitið 20-24.

 

Sostatt kundi H71 fegnast um at hava tryggjað sær fremsta plássið í kappingini, samstundis sum KÍF kundi iðra seg um at missa bronsuheiðursmerkini. Hetta eftir ein áhugaverdan dyst, sæð við Hoyvíksbrillum. Ein dystur har vit fingu sæð nógv til leikarar, ið kanska ikki  hava spælt so nógv í ár. Eisini áhugavert var, at venjarararnir framhaldandi høvdu álit á teimum, hóast dysturin var um at koppa skeiva vegin. Hendan avgerðin tænti tveimum endamálum. Summir leikarar, ið hava spælt nógv, vórðu spardir, samstundis sum breiddin fekk spælt seg heita.

 

Hópurin spjaðist

Júst breiddin hevur verið eitt av sterkastu vápnunum hjá H71 í mun til hini liðini í kappingini, og tað er eingin ivi um, at hon kann gerast avgerðandi í hørðu finalunum, ið liggja fyri framman.

 

Eisini er áhugavert at síggja summar av leikaranum, ið møguliga skulu mynda hópin í størri mun næstu árini, tá hesin hópurin spjaðist í lestrarørindum og øðrum. Vit vita eitt nú longu at Peter og Helgi fara av landinum áðrenn næsta kappingarár, og aðrir leikarar umhugsa helst tað sama, um tað kanska ikki verður longu næsta ár.

 

Soleiðis hevur gongdin verið seinastu nógvu árini í H71. At ungir leikarar fara av landinum og vera avloystir av enn yngri leikarum.

 

Hetta eru tó ikki stundir til at hugsa um nú. Nú skulu vit bara hugsa um finalurnar, ið verða leiktar mikudagin 19. apríl og leygardagin 22. apríl. Vinna liðini hvør sína finalu, verður ein seinasta finala sunnudagin 23. apríl.

 

H71 skal nú boða frá, um teir ynskja at spæla í Hoyvík ella Vestmanna fyrst. Heimasíðan ber hesi boð víðari skjótast gjørligt.

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com