mikudagur, 19. apríl 2017

Tepur sigur í fyrsta finaludystinum


VÍF - H71: 27-28 (13-13)


Myndir: Jan Sørensen og Jens Kristian Vang/portal.fo

Tað koppaði til okkum í fyrru FM-finaluni í kvøld.

So kom dagurin. Fyrsti finaludysturin skuldi spælast í Vestmanna. H71 hevði gjørt nógv burturúr í Hoyvíkshøllini undan dystinum, við andlitsmáling og bussi.


Høllin í Vestmanna fyltist skjótt. Tá bussurin úr Hoyvík kom ein tíma undir dystarbyrjan, gjørdist høllin næstan fullsett. Her sást veruliga, at finala var á skránni.


Vestmenningar høvdu eisini gjørt nógv burturúr og sendi eitt áhugavert “hondbóltsradio” í høllini fyri at stytta bíðitíðina eitt sindur.


Tá leikararnir runnu inn at blíva róptir upp, kom høllin fyri fyrstu ferð upp á kók. Og hon helt fram at kóka til síðsta bríksl.


H71-fjøldin hevði mest at gleðast um fyrstu løtuna. Verjan byrjaði væl, og álopið riggaði til fulnar fyrstu løtuni, og skjótt gjørdist støðan 2-5 til H71.

 

Sluppu gjøgnum verjuna

Men so fótaði VÍF sær. Serliga Mladen í VÍF málinum byrjaði at gera um seg, eins og Filip byrjaði at sleppa til skot, ið hann ferð eftir ferð setti í netið.


VÍF skoraði hesa løtuna fimm ferðir á rað, so at støðan gjørdist 7-5 til VÍF, og H71 mátti taka time-out. H71 royndi at skifta Jens inn fyri Ára, men tað var heldur verjan, ið loyvdi VÍF skjúttunum ov nær at málinum, til at okkara málverjar høvdu nakran kjans.


H71 royndi eisini eina løtu at mansverja Filip, men tá gjørdi VÍF skjótt av, tók málverjan út og setti ein eyka mann í álopið, so at mansverjan mátti sleppast.


Kortini fótaði H71-verjan sær eitt sindur, og eftir 22 minuttir fekk Peter javnað til 10-10 við einum av sínum hørðu langskotum.


Eisini hevði Jónas spælt seg heitan og var sera ágangandi á VÍF-verjuna, har hann gjørdi fleiri góð gjøgnumbrot. H71 kom í roynd og veru til nógvar møguleikar, men Mladen var ikki so at syfta. Hann nærum stongdi málið og bjargaði upplagdar møguleikar ferð eftir ferð, og hetta fekk VÍF-viðhaldsfólkini heilt upp at kóka.

 

Gekk betri aftur

Eftir 25 minuttir fingu hoyvíkingar eisini møguleika at fegnast um sín málverja, tá Jens tók eitt brotskast. Hetta gav veruliga eitt skot av góðum moralið inn í liðið.


Stutt eftir fekk H71 aftur lagt seg á odda, tá Dánjal fyrst kom í gjøgnum og varð hildin, so at VÍF fingu eina útvísing, og síðani flott skoraði til 11-12 til H71.


VÍF svaraði tó aftur, og eftir fyrstu 30 minuttirnar var støðan 13-13. Hetta eftir ein hálvleik, har Filip og Mladen stóðu eftir sum stóru leikararnir hjá VÍF, meðan Peter og Jónas hjá H71 svaraðu aftur, tá daprast sá út.


Seinni hálvleikur byrjaði nærum eins og fyrri. H71 byrjaðu væl í álopinum, og eftir einari løtu var støðan 14-16, men hesa leiðsluna sloppu hoyvíkingar heldur ikki at hugna sær við leingi.
Mladen fekk aftur fatur, og skjótt var VÍF komin upp á javnt.


So setti H71 aftur ferð á, og komu upp á støðuna 16-19. Og nú sá veruliga gott út.

 

Málið aftur stongt

Men Mladen, men Mladen… Mladen noktaði okkum at halda leiðsluna og stongdi málið aftur. Nú kundi VÍF koma aftur, og tað gjørdu teir eftir 13 minuttir, tá støðan gjørdist 21-20 til VÍF.


Hendan støðan helt sær leingi. Liðini skiftust um at skora, tó so at VÍF allatíðina hevði hug at liggja eitt mál frammanfyri, og eftir eitt time-out eftir 20 minuttum, fekk VÍF lagt seg tvey mál framum, 25-23. 


Nú sá veruliga trupult út hjá H71. Men við góðari hjálp frá viðhaldsfólkunum hepnaðist at fylgja við VÍF, ið fleiri ferðir hevði møguleikan at leggja seg trý mál á odda. Hetta hendi tíbetur ongantíð, og H71 fekk javnað til 26-26, tá einir fimm minuttir vóru eftir.

 

Óhepnar støður

Har komu ikki nógv mál seinastu fimm minuttirnar, men kortini nakrar støður, ið komu at hava stóran týdning.


Fyrst eydnaðist VÍF at skora til 27-26 við einum manni í undirtali.


Eftir hetta álopið steðgaði dómaraborðið brádliga dystinum, tí ein ólóglig útskifting hevði verið framd hjá VÍF. Hetta kostaði eina útvísing.


Í yvirtalinum spældi H71 breitt til Andor, ið skoraði trygt móti Mladen til 27-27. Eftir hetta vann verjan hjá H71 bóltin, og Hilmar Leon ætlaði at strúka avstað, men var steðgaður, soleiðis at enn ein vestmenningur mátti út í tveir minuttir.


Minni enn tveir minuttir vóru nú eftir, og júst eftir at klokkan var farin av 29 minuttum, skoraði Peter eitt mál burturúr ongum við einum undirhondsskotið. 27-28 til H71

 

Líka við

Ein lítil minuttur var eftir hjá VÍF at javna dystin, og við einum 40 sekundum eftir, tóku teir time-out.


VÍF setti ein eyka mann inn í álopið fyri at lata H71 verjuna upp, men tað eydnaðist hoyvíkingum at trýsta teir út í síðurnar, har Hans Kári var líka við fanga bóltin frá vestmenningum, men tað varð floytað fyri fríkasti. VÍF spældi upp til Filip, ið mátti skjóta úr torførari støðu, og bólturin endaði omanfyri málið.


Tað gingu eini tvey sekund, so brast lokið av kókandi H71-fjøldini, og tá hallarhornið ljóðaði, og so fyltist gólvið við fólki í svørtum. 
Stórum sum smáum, ið fegnaðust saman við leikarunum.


Tað gekk, vit høvdu vunnið fyrsta finaludystin. 

 

Dómaraseðil.

 

Umframt myndasavnið hjá okkum so kanst tú eisini síggja myndirnar hjá Jens Kristiani Vang her á portal.fo.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com