fríggjadagur, 21. apríl 2017

Gongurtúrur til Vestmannar


Summi fóru við bili, summi við bussi, summi koyrdu saman, summi einsamøll. Og so vóru tað teir, sum gingu.

Fyrra FM-finalan í FTZ-deildini var - sum flestum kunnugt - í Vestmanna mikukvøldið.

Beint áðrenn dystarbyrjan komu 5 dreingir inn í høllina, og tað hoyrdust nøkur spontan klapp og róp, Teir 5 høvdu gingið allan teinin úr Hoyvík til Vestmannar. Og teir gingu í høvuðsheitum eftir bygdagøtum og gjørdu brúk av varðunum.

 

Vit hava fingið eina ferðafrásøgn frá teimum fimm, sum eru  Sakir Tróndarson Frýdal, Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Ragnar Karlsson og Ári Rúnason.

 

Teir spæla allir forrestin við D14 hjá H71, sum vann sær greipuna hetta kappingarárið.

 

Dreingirnir skriva soleiðis:

---

 

Alt byrjaði við einum døgurðbita í kantinuni í FK. Vit tosaðu um finalurnar, og hvussu ið vit skuldu koma til Vestmannar. So kom Pauli við tí framúrskarandi hugskoti, at vit skuldu fara til gongu til Vestmannar. Hetta hildu vit allir vera eitt framúr hugskot, og byrjaðu at leggja ferðina til rættis.


Mikudagin klokkan 12 fingu vit loyvi at fara úr skúlanum, og fóru beint avstað. Vit gingu niðan á Oyggjarvegin og fóru eftir gøtuni í Húsahaga. Vit vóru í góðum hýri, og sýnið var frammúr, tá ið vit fóru til stroks.Vit høvdu nógvan góðan mat og okkurt til tí søtu tonnina við.


Tá vit høvdu lagt Kollafjørð aftur um bak, funnu vit bygdagøtuna ið gongur til Leynar. Veðrið var framvegis gott, gøtan var eisini góð at ganga á. Ávegis

til Leynar funnu vit ein hestaskógv. Gamalt var at hetta er tegn upp á eydnu. So hendan tóku vit við okkum restina av túrinum.

 

Mjørki

Vit fóru úr Leynum til Kvívíkar, og síðani ætlaðu vit at fara eftir bygdagøtuni úr Kvívík til Vestmannar. Veðrið var gott og fínt sýni, tá ið vit løgdu avstað úr Kvívík. Vit mettu um, 

hvussu leingi hesin teinur fór at taka, og tonktu at hetta skuldu vit lættliga klára. Men ikki gongur altíð sum prestur prædikar. Vit gingu okkum inn í kjaftsvartan mjørka, og illveður brast á. Ikki nokk við hesum, vit mistu eisini varða gøtuna burtur. Vit royndu alt vit vórðu mentir at fáa hóming av hvar vit vórðu staddir, men hetta gekk strýggi, vit vórðu so at siga seinkaðir. Vit hoyrdu enn bilar koyra á vegnum, sjálvt um vit ongan veg sóðu, so vit vistu, at vit kundu finna oman aftur á vegin. Góði hugburðurin byrjaði at dala, og vit ivaðust, um vit skuldu fara oman á vegin ella blíva við at royna at finna varðagøtuna aftur. Vit tosaðu saman, og samtyktu, at tað var ein meira spennadi túrur at fara eftir haganum. Lukkutíð komu vit aftur á røttu kós og funnu varðagøtuna aftur. Enn var øgiliga keðiligt veður, og tjúkt í mjørka. Vátir og kaldir bardu vit okkum frá varða til varða. Júst tá ið hetta ikki tyktist at taka nakran enda, hómaðu vit Vestmanna bygd í mjørkanum. Hetta er fyrstu og síðstuferð at vit nakrantíð fara at frøðast um at síggja Vestmanna bygd.

 

 

Sungu H71-sangir

Gleðin í okkum tá ið vit sóðu Vestmanna bygd, kann ikki lýsast við orðum. Vit sungu og róptu H71 sangir allanvegin oman í bygdina. Vit vórðu ei kaldir meir, og hugsavnaðu okkum nú um dystin.

 

Samanumtikið lærdu vit nógv av hesi ferð, serliga løgdu vit til merkis, hvussu stóran týdning varðarnir hava, eisini er virðingin hjá okkum fyri náttúruni vaksin nógv "náttúran kann ikki undirmetast". So var tað eisini ein ótrúlig kensla, tá Peter Krogh setti prikkin yvir i-ði, tá ið hann vann okkum dystin. Alt í alt var hetta dagur í viku, tað verður seinur dagur, tá vit einaferð gloyma hendan túrin. 
 
Sakir, Pauli j, Pauli m, Ragnar og Àri
19/04/17

---

 

Heimasíðan takkar fyri frásøgnina.

Nakar vestmenningur?

Nú verður spennandi at vita, um nakar vestmenningur fer undir sama bragd leygardagin, tá VÍF kemur í Hoyvíkshøllina til seinna finaludystin. Kanska onkur (grót)harður vestmenningur...

 

Sjálvandi velst um veður og umstøður - ongin orsøk at taka óráð fyri. Men hugskotið er við hesum farið til Vestmannar   ;)

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com