fríggjadagur, 21. apríl 2017

Upphiting til seinnu finaluna


Nú telja vit niður til seinnu finaluna. Í skrivandi løtu eru 23 tímar og 16 minuttir til dystarbyrjan.

Upphiting er frá kl 13:00 í Hoyvíkshøllini.

 

Á skránni er andlitsmáling, hugni, drekka og hvat veit eg.

Møguleiki er fyri at keypa sær eta og drekka, og eisini fæst laksur frá Hiddenfjord og suppa til keyps.

 

Og stuðlar felagins stuðla við einari svartari T-skjúrtu - eina slíka fært tú altso ókeypis.

Vit leggja upp til, at hoyvíkingar og fjepparar annars møta tíðliga. Og fyri at stytta sær um stundir, ja, tá ber til at sutla kaffi alt meðan vit práta um vánirnar fyri dystinum og FM-kjansinum sum heild.

Tey av tykkum, ið eru so kjokkað við spenningi, at ongin orka er til at práta seg íhel, ella bara dekan svong, tit kunnu bara fáa tykkum ein skuffukøkubita ístaðin. Ella fáa sær av hasari suppuni, sum uttan iva er ótrúliga lekkur.

Hvussu er og ikki, so er óhøviskt at bæði eta og tala um eina tíð.

Øll eru so hjartaliga vælkomin til eitt hondbóltsprát og upphiting nakað væl fyri dyst.

Fjepparaskarin veksur í vavi fyri árið, og tað eru bæði yngri sum eldri, konur og kallar, sum leggjast afturat. Og tað kunna vit bara frøðast um, tí H71 er ikki bara um leikarar og hondbólt. H71 er um eitt samfelag. Ja, sjálvur snúningsásin í Føroya størsta nærsamfelagi.

H71 er, um tú vilt, tape'ið í 188. Og við okkara hjálp hava okkara dreingir altíð ein møguleika.


Koyr á Svartir, Koyr á Hoyvík!

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com