mánadagur, 1. mai 2017

Henrik Gerster farin


Tað vóru sorgartíðindi at frætta í morgun, at Henrik Gerster - okkara fyrrverandi stórleikari og venjari - doyði í gjárkvøldið einans 52 ára gamal.

Henrik Gerster - ella Gerster sum vit vanliga róptu hann - kom sum blaðungur í 1987 til felagið at vera spælandi venjari.

 

Við ungari manning varð lagt til brots, og megnaði liðið at røkka einum 3. plássi. Við eini øtiligari skotstyrki bleiv Gerster eisini toppskjútti í bestu deildini tað árið við 123 málum – hóast hann bleiv mansvardur mest sum hvønn dyst.

 

Hann lyfti føroyskan hondbólt upp á eitt hægri støði og fekk H71 at blanda seg millum tey størru feløgini við at vinna á teimum øllum – tó, at tað ikki rakk til meistaraheitið.

 


 
Liðið 1987: Henrik, Gunnar D.,Sámal, Kim, Olaf, Brian Jákup Símun, Gunnar M., Bogi, Hákun, Erland og Høgni

 


Tað bleiv í tí umfarinum bert til tað eina árið. Síðani lá leiðin aftur til Danmarkar, har hann vann fleiri meistarheitir við stórfelagnum GOG. Eisini leikti hann yrkishondbólt í Týsklandi og var á danska landsliðnum. Tá hansara yrkisleið sum hondbóltsleikari  leið móti endanum, so vendi H71 sær aftur til hansara. Hann kom aftur til felagið í 2003 sum leikandi venjari.

 

Henrik Gerster búsettist síðani í Føroyum, og vandi hann seinri eisini fleiri onnur feløg og vann fleiri meistaraheitið við teimum. Men tað tóktist sum um, at hann so ella so altíð var H71'ari. Frá fyrstu árunum varð vinskapur knýttur við “87-liðið” - og Gerster var trúgvur. Í fjør - á 45-ára veitsluni hjá felagnum - helt hann eina góða røðu og mintist árini. Sum Gerster plagdi at siga: “jeg er så glad og stolt over, at det går godt for H71, og jeg føler, at jeg ejer en del af det”.


So seint sum seinasta leygarkvøld kom hann á gátt í Hoyvíkshøllini at heiðra og ynskja felagnum til lukku við meistaraskapinum. Tað var skjótt, at fleiri av hansara manning frá 1987 samlaðust rundanum um hann til skemtiligt hugnaprát. 

 

 

Seinasta myndin av Henrik Gerster í Hoyvíkshøllini 22.apríl 2017 - eftir at vit “gomlu” høvdu vunnið á teimum “ungu” í togtogan.

 

 

Við deyða Gerster, hava vit øll mist. Hann ríkaði føroyskan hondbólt sum fáur, men svárastur er missurin hjá tykkum næstu. Má Harrin styrkja tykkum í komandi tíðum.

 

Góði Gerster!
Takk fyri alt tú gav felagnum H71, føroyskum hondbólti, vinskap og skemt uttanfyri vøllin. So leingi, sum H71 livir, verður navn títt ikki gloymt!

Hvíl í friði !

 

Jákup Símun og Gunnar

 

 

 

Henrik Gerster og Gunnar Djurhuus, táverandi formaður og leikari í H71, heilsast á trappuni hjá Axeli Simonsen í Hoyvík, eftir at sáttmálin í 1987 var undirskrivaður. Vagnur Michelsen tók myndina.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com