sunnudagur, 11. juni 2017

A-landsliðið hjá monnum til Bulgaria


Kvinnurnar hava gjørt sítt, nú skula menninir í eldin.

H71 hevur tveir leikarar á  A-landsliðnum hjá monnum, sum í morgin skal spæla móti Kina í Gabrovo í Bulgaria.

 

Okkara ungi Tróndur Arge, sum serliga hevur verið brúktur í verjuni, er við, umframt stórskjúttin Peter Krogh við serligu eginleikunum at skjóta við báðum hondum.

 

Petur er nýggjur í føroyskum landsliðshondbólti. Hann hevur fingið møguleikan at luttaka, tí hann nú hevur fingið so stórt tilknýti til Føroyar við tað, at hann hevur verið her í tvey ár og hevur føroyska unnustu, sum hann eigur eina dóttir saman við. Petur verður uttan iva ein góður styrkur, tí tørvur er á vinstrahentum leikarum, nú Áki Egilsnes og Kjartan Johansen ikki kunnu luttaka. Teir báðir skulu sum kunnugt leika HM fyri U 21 lið hálvan juli.

 

H71 ynskir Tróndi og Peturi góða eydnu í Bulgaria.

 

Kappingin

A-landsliðið skal luttaka í kappingini Emerging Nations  Championships.

 

Talan er um kapping fyri tær tjóðir, sum ikki meldaðu til EM-undankappingina til EM2020. Eisini luttaka londini, sum blivu sligin út í undan-undankappingini í januar, og Føroyar eru eitt av teimum londunum.

 

Kappingin er skipað á tann hátt, at 24 ára aldursloft er á spælarunum. Tó kann hvørt land kann hava tríggjar spælarar, ið eru eldri enn aldursloftið. Føroyar vunnu kappingina í 2015, men mett verður, at kappingin er væl sterkari í ár.

 

16 lond luttaka í kappingini, har 15 eru úr Evropa, meðan Kina er wild card gestur. Trý tey fremstu liðini í kappingini vinna sær eisini eitt pláss í EM2020-undankappingini, sum byrjar um heystið 2018.

 

Bólkabýtið sær soleiðis út:
A – Turkaland, Kosovo, Albania, Írland
B – Luksemburg, Georgia, Malta, Stóra Bretland
C – Kýpros, Bulgaria, Andorra, Aserbajan
D – Kina, Føroyar, Armenia, Moldova

 

Skráin fyri bólkaspælið hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mánadagin 12. juni kl. 14.00 Kina – Føroyar
Týsdagin 13. juni kl. 14.00 Føroyar – Moldova
Mikudagin 14. juni kl. 14.00 Føroyar – Armenia

 

GG Talan er um føroyskar tíðir; fyrr hava lokalar tíðir verið upplýstar her á heimasíðuni - tað var altso skeivt.

 

 

Um Føroyar spæla seg víðari úr bólkaspælinum, so skulu Føroyar spæla fjórðingsfinalu fríggjadagin 16. juni. Hálvfinalurnar eru leygardagin og finalan er sunnudagin.

 

Dystir fara at verða stroymdir her á Youtube: https://www.youtube.com/channel/UC2ZHEibYbT7PRybFZXG0gVA.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com