týsdagur, 13. juni 2017

Útskifting í H71 hópinum komandi ár


Næsta ár skal H71 hava nýggjan spælskipara til besta liðið, og harumframt missa vit ein av okkara stuðulsleikarum í verju og álopi, tí Helgi Hildarsson Hoydal flytur av landinum.

20 ára gamli Jónas G. Djurhuus, sum nú hevur spælt á besta liðnum í nøkur ár, skal spæla við danska felagnum Høj, sum liggur í næst bestu deildini í Danmark. Høj gjørdist nummar 7 í 1. deild í fjør, og liðið, sum er frá Ølstykke og Jyllinge á Sælandi, hevur eitt lið við fleiri ungum og nøkrum royndum leikarum.
 
Jónas ætlar sær undir hægri lesnað og sigur, at hann hevur valt at gera sáttmála við Høj, tí hetta tykist at verða eitt spennandi og seriøst felag, har hann vónandi fær ment sínar hondbóltsførleikar, og har hann væntar at fáa nógva spælitíð.
 
Helgi gjørdi fyri tíð síðani avtalu við Henrik Gerster um at spæla á tí liðnum, sum hann eftir ætlan skuldi venja frá 1. maj av. So bleiv ikki, tí Gerster andaðist brádliga í apríl.
 
Hóast hetta hevur leiðslan í Odder Håndbold ynskt at knýta Helga at teirra hópi, og Helgi byrjar har í august mánaði, tá hann flytur til Århus at lesa. Helgi vónar, at hann í Odder kann menna seg og bíta seg fastan á besta liðnum, hóast kappingin er hørð.
 
Odder Håndbold hevur júst sett  Jacob Trangeled  sum venjara. Felagið skrivar á heimasíðu síðani soleiðis um nýggja venjaran, sum eftir Ólavsøku fær gleðina av at venja okkara dugnaliga og raska strikuspælara Helga H Hoydal:
 
Jacob Trangeled  er en utrolig spændende kandidat, som trods sin unge alder har en del erfaring både som spiller og træner, udtaler formand Henrik Bentsen. Vi har rigtig gode erfaringer med at satse på unge trænertalenter, og vi har stor tro på, at Jacob’s erfaringer med udvikling af unge spillere bliver en gevinst for vores talentudvikling. Og så har Jacob oven i købet selv prøvet en del som spiller i både liga, 1. og 2. division.
 
H71 ynskir Helga og Jónasi góða eydnu í Danmark. Eitt er vist, og tað er, at vit koma at sakna tykkara góða samanspæl í álopinum og tykkara innsats fyri felagið sum venjarar, dómarar osv.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com