fríggjadagur, 5. juli 2013

Dagur Trý


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Samanumtøka av triðja degnum á Partille Cup 2013.

Vit hava trý lið í A-umfarinum: gentur 10 og dreingir 10 og 11. Við eitt sindur av hepni, onkuntíð bara knappur málmunur, høvdu vit eitt ella tvey lið afturat.

Men trý lið í A-umfarinum er flott. Og, hvør veit, kanska okkurt liðið fer at klara seg so mikið væl í B-umfarinum, at tað við rættu kann siga seg at hoyra heima í A. Men, aftur her, vit tosa mini marginalar.

Í gjár eftir dyst, og hóast tað regnaði, brúktu nógv lið høvið at fara inn á tað frágera tivoli í býnum, ið eitur Liseberg.
Tað kennist sum eitt veruligt tivoli, og hevur allar tær ræðsluvekjandi ræðuleika-aktivitetir, ið skulu til at ræða sjálvt tey mest fryktfátæku børnini, fyri ikki at siga vaksin, men er eisini deiliga nonsjalant uttan at hetta ávirkar nakran vakurleika. Altso, eg elski Liseberg... serliga Tyrolarapubbina, óføra lættimjólk.

Og veðrið? Ja, hann segði sól, men--og hvat vit fyrr hava staðfest: svenskir veðurmenn sokka Big Time, tí her er ongin sól. Gamaní, hvat eisini er deiligt, tað er lýtt og gott annars, og heilavaskandi glopraregn og sirm til tíðir, men ongin verulig sól eins og síðst, fyri tveimum árum síðani.
Men tá var so ómetaliga gott veður, og so gott, at tað eginliga darvaði spælinum hjá, serliga, føroyingum.

Vit gleða okkum til ein frálíkan fríggadag, har nógv stendur upp á spæl.

Ókey, ongin fer at doyggja, ongin fer at líða neyð, og ein kapping ávirkar ikki okkum sum hondbóltsleikarar og -lið, meiri enn at hon mennir okkum við góðum royndum at spæla uttandurða og á graslíki, men tað hevði verið stuttligt, um okkurt liðið kláraði at kvalifisera seg til morgindagin, tá ið heilt fá lið eru eftir í hvørjum árgangi.

Hjá smágentum og dreingjum, g10 og d10 og -11, er kjansurin størri, tí har eru ikki so øgiliga nógv lið, trýggir og seks bólkar, heldur enn 12 og 16 av slagnum, so tað er ikki heilt Harry Potter at hugsa sær eina hálvfinalu onkustaðni.


Góðan spælihug, tit øll!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com