hósdagur, 3. august 2017

U19 menn í Danmark


U19 landsliðið hjá monnum luttekur á Generation Handball í Danmark.

H71 hevur fimm leikarar við U19 landsliðnum, ið nú hevur spælt seg víðari til A-endaspælið  á Generation Handball í Danmark. Teir eru Niklas Højgaard Hanusarson, Rani Højgaard, Andrias Fríðuson Gaard, Vilhelm Poulsen og Leivur Mortensen.

 

Generation Handball er ein altjóða hondbóltskapping, sum verður leikt í Viborg í Danmark. Í innleiðandi umfarinum hava Føroyar vunnið tveir dystir og spælt tveir javnar.

 

Í dag kl. 14 spældi føroyska liðið sín fyrsta dyst í kappingini. Mótstøðuliðið var sveisiska SG Pilatus, og úrslitið bleiv ein sigur til okkara, onki minni enn 22-12.

 

Fríggjamorgunin, tann 4. august kl. 10, spæla Føroyar móti einum norskum liði.

 

Dystaryvirlit og úrslit hjá U19 menn eru at síggja her.

 

H71 ynskir U19 landsliðnum góða eydnu í Danmark.

 

 

*Dagført 4. august kl 13:17:

Føroyar vunnu dystin móti norsku Viking TF Bergen við 18-17.

Við hesum eru vit í finaluni, har vit í kvøld klokkan 21 skula hitta Bjerringbro-Silkeborg.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com