hósdagur, 4. juli 2013

Dystarfrásagnir frá degi 3


Skrivað hevur: ..fjepparaliðini

Nakrar frásagnir frá triðja degnum

Dreingir u14 spældu í dag móti Buxtehude SV úr Týsklandi.Eftir 6-7 min.høvdu okkara spælarir ikki fingið eitt bein til jørðina í dystinum og vóru aftanfyri 5 – 1. Venjarin Halgir Dahl Olsen valdi, at broyta uppstillingina og flutti tveir spælarar. Høgri bakkur bleiv fluttur út á vinstra vong og vinstri vongur bleiv tikin inn á høgra bakk og samstundis bleiv spælfordeilarin hjá Buxtehude SV mansvardur av Leivur. Hettar broyti støðuna beinanvegin. Buxetehude SV steðgaðu upp og vit ótu okkum spakuliga inn aftur í dystin. Dreingirnir, allir sum ein, spældu sín lívs dyst. Teir kempaðu alt tað teir teir kundu og tá dómarin brígslaði fyri seinastu ferð var støðan, at vit vunnu vit einum málið. Ein sera góður og spennandi dystur at fylgja og tað var stuttligt at sýggja, at ein broyting av uppstillingini, kundi fáa so stóran týdning fyri dystargongdini.

H71 dreingir 10B byrjaðu dagin kl. 9:05 við einum dysti ímóti OV Helsingborg. Hetta vóru aftur vanligu risarnir, sum vit alla tíðina møta. Og hóast vit kempaðu alt tað vit áttu, so máttu vit aftur lúta. Men nú hava vit lært at spæla ímóti risum og seinastu dystin vunnu vit. Tað var ordliga at gott at royna at vinna. Á myndini síggja tit ein av okkara spælarum og ein risa. Vit síggja fram til endaspælið í morgin.

Gentur 16 vóru á Valhalla-vøllinum í gjár. Fyrsti dysturin var móti norsku Fjellhammer - ein avsmurningur upp á 2-19 aftan á hálvleiksstøðuna 1-9. Seinni dysturin var móti Italiano BM heilt úr Kili. Her bleiv eitt sindur frægari við endaúrslitinium 7-23 og 4-14 í hálvleikinum. Serliga hetta kilenska liðið var sera uppsett upp á ein siður, tí hesin gav teimum triðja-pláss í bólkinum og harvið atgongd til A-endaumfarið.
Ikki nóg góð úrslit hjá okkum. Men tá hinar vilja tað so nógv meira, og okkara missa alt, alt ov nógvar bóltar, so verður úrslitið ikki verið betri.

Genturnar endaðu sum nummar 5 av 6 í innleiðandi bólki 8. Í morgin skula vita til Kviberg at spæla endaumfar, fyrst móti einum kenyanskum liði.

---
Skrivað hesa ferð hava Bjarni Arnason, Pætur Niclasen, Anfinnur Hovgaard

---
Tað ber til at fylgja við H71 her á heimasíðuni hjá Partille Cup.

Og myndasavnið hjá okkum verður útbygt so hvørt, sum myndir koma inn. Hesaferð eru fleiri nýggjar myndir komnar inn eins og eitt myndasavn  frá setanini er at finna á forsíðuni.

Nøkur hava trupulleikar við at síggja myndasavnið; tey kunna royna hesa at trýsta >her< fyri at koma beinleiðis inn á Flickr.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com