fríggjadagur, 5. juli 2013

Dystarfrásagnir frá degi 4


Skrivað hevur: ...eitt blandað fjepparalið

Dreingir 11-2 vóru í eldinum í gjár og í dag.

Fyrsti dysturin var ímóti Baerums Verk IF, og tað gekk væl í fyrra hálvleiki, sum hevur verið gjøgnumgangandi í øllum dystunum og dreingirnir førdu 5-4. Í seinna hálvleiki byrjaði norska liði] at mansverja, og verri gekk at fáa mál. Endaliga støðan gjørdist tí 10-6 til Baerums Verk IF.

Seinni dysturin í gjár var móti russisku bjørnini, og mín sann um ein bjørn ikki var á liðnum hjá SS Kirovskaya. Við 175 cm høga vinstra bakki, var ringt at støðga teimum, men dreingirnir bardust mannliga og til tíðir var bjørnin tamd.

Hálvleiksstøðan var 8-3 til russar

Endaliga úrslitið varð 13-8 til russar.

Gentur 16 endaði sum nummar 5 av seks í sínum bólki 8. Sostatt endaði liðið í B-umfarinum. Og í dýrdarveðrinum í dag gekk leiðin út til Kviberg at spæla í móti afrikanska Mount Kenya HC. Úrslitið gjørdist ein lemjandi (!) siður - heili 17-0 vunnu vit.
Tá skal eisini verða sagt, at mótstøðuliðið hevði ikki nógv at bjóða upp á, hvørki í álopi ella í verju. Tað sá snøgt sagt ikki út til, at kenyansku genturnar høvdu vant tað at kasta og lofta bóltum nakað serligt.

Hetta úrslitið gav okkum so ein dyst afturat, hesa ferð móti svensku IFK Norköping. Tann dysturin endaði við ósigri, 4-8 aftan á hálvleiksstøðuna 2-6. Eg má nevna, at munurin á liðunum báðum var ikki heilt so stórur, sum úrslitið bendir á. Okkara gentur vóru sera óhepnar nakrar ferðir at raka nakrar sentimetrar við síðuna av málinum - tað var sera lítið, sum skuldi til, at úrslitið heldur bleiv ein siður til okkum.

Men - kappingin er liðug fyri okkara viðkomandi. Í kvøld eru genturnar farnar í Players Club, væl fortjent (myndin ovast her er frá tí, at tær gera seg klárar...).

Gentur 16 í Göteborg vóru Joanna, Guðrið B, Guðrið H, Súsanna, Ása, Elisabeth, Silja, Sólbjørg, Lív, Margret og Fríða.
Takk fyri hesaferð, gentur :)

So kom sólin og dreingir 10B hjá H71 spældu sum einglar, men máttu lúta í einum spennandi dysti í endaspælinum. Dreingirnir hava verið óføra raskir og hava kempað hvønn tann einasta dyst. Tað hevur verið ein fragd at vera áskoðari, hóast tað bert bleiv til ein sigur og ein javnleik. Kappingin er av á hesum sinni, men vit vænta at síggja leikararnar aftur í Partillu næstu ferð.

---
Skrivað og tikið myndir hesa ferð hava Bjarni Arnason, Anfinnur Hovgaard, Pætur Niclasen.


---
Tað ber til at fylgja við H71 her á heimasíðuni hjá Partille Cup.

Og myndasavnið hjá okkum verður útbygt so hvørt, sum myndir koma inn. Hesaferð eru fleiri nýggjar myndir komnar inn eins og eitt myndasavn  frá setanini er at finna á forsíðuni.

Nøkur hava trupulleikar við at síggja myndasavnið; tey kunna royna hesa at trýsta >her< fyri at koma beinleiðis inn á Flickr.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com