12. oktober 2017

Søga. Morl til tað síðsta. Næstan.


Hvonn-deildin, Neistin-H71: 21-23 (10-15)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jan Sørensen

Longu fyrstu minuttirnar var eyðsýnligt, at líkindini fyri onkrum totalt óvæntaðum var eins líkt sum eitt Gay Pride í avhalds-Vík.

Vanliga verður sagt, at neyðugt er at vita um og hava innlit í søguna til tess at skilja nútíðina og instigera eina líkinda framtíð.


Enter Calvados. Tí tað var við hesum veraldarvanda snapsi, at eg loyvdi mær at lummafilosofera um tað, vit júst høvdu vitnað.


Tí rætt sum hjá okkara monnum fyri tíggju árum síðani ella so, í Kollafirði, tá hvítt varð til svart, tapari til vinnari og lítið stórt, og vit vunnu handa fyrsta dystin við einum liði, ið ikki meiri enn hevði funnið útav, at Gillette er nakað, tú brúkar at raka við, og niðureftir!, og vit bara vistu, at her var eitthvørt undir umbúna, seriøsum umbúna, rætt so hevði eg tað, sum eg sippaði til súreplakonjakkin í Stoffalág seint gjárkvøldið.


Ein fridlig, men feit kensla. Vit kenna øll hasa kenlsuna, tá tú bara veitst, at tað fer at ganga væl. At rokka. Um ikki í ár, so næsta ár. Um ikki næsta ár, og uttan at blíva B36sligur her!, men so næsta ár aftur. Og tá For evigt, altid For evigt (!)


Óansæð, tú bara veitst, at effinett sum á harrasíðuni, er tað bert ein spurningur um tíð og tol, sveitta og stýring, at tað eisini verður á konufólkasíðuni, at H71 fer at migrera inn í Tungvektaraland og, ja, rula tað, ið rulast kann. Og hetta takkað minutiøsum beinarbeiði, at draga at sær og fyriskipa. Tí.


Vit eru so ymisk, og tað er í ymiskleikanum, í handling, heldur enn orðum, at ein felgsskapur lyftir seg frá tí stuttskygda og trivielt smáfeita og upp í hæddirnar. 


Lat tað sigast beinanvegin: Neistaliðið er ikki tað, tað einaferð var. Og tó, tí Marjun, hvørs barndómsheim so súmbolskt liggur í Stoffalág, Havnin persónifiserað, og Hoyvíksvegi, farleiðin niðan hondbóltsins metropol, var við. Og hon er garvað. Og hon er góð. Hvat eisini sást aftur í teim ellivu málum, hon skeyt. Nicoletta Hansen, multi FM-vinnari, var eisini í hópinum.


Tað gekk javnt á fyrstu minuttirnar. Longu tá var eyðsýnligt, at líkindini fyri onkrum totalt óvæntaðum var eins líkt sum eitt Gay Pride í avhalds-Vík. Hatta var líkasum tað, bláljósini høvdu at koma við, merkti tú.


Meðan Durita var góð í verjuni, vóru Maria og Eva Barba tær mest ágangandi í álopinum. Harímillum var Sanna ein pressari. Vann nakrar týðandi bóltar og var til tíðir fyrimyndarlig í hennara hugburði. Meiri av hasum.


Hetta gjørdi, saman við einum yvirhøvur góðum avriki frá fleiri øðrum, at vit so spakuliga runnu frá sigursvandum havnadamum. Vit vildu tað helst meiri. Og okkara upplegg fyri dyst var helst desainað at takkla júst henda ‘pocket of opportunity’.


Vit runnu ikki bert frá teimum, men meiri enn tær. Við góðum høvdi og vilja røkkur tú langt. Í øllum lívsins viðurskiftum. Minoritetur ella ei.


Maria Halsdóttir Weyhe, fyri hennara part, plágaði neistaverjuna so endaleyst, at hon líka so gott kundi sovið við tendraðum ljósum. Verjan, mind.


Tað var fyrst útímóti dystarenda, at spenningur kom í. Eftir at hava verið á odda við góðum neva, minkaði munurin niður til eitt mál frá javnleiki. Tað hevði verið snópisligt. Men so sera tímiligt bjargaði Vár tað, ið eftir var av heystfrítíðini, við eini framúr bjarging. Og tá so Eva B skeyt frá vonginum og inn í mál, voila!, 21 – 23.


Sigurin heima. Søga skrivað.


So skjótt sum dysturin endaði, flaksaði “memo til Agga” so lúkst inná—nú tá tað liggur á mær at skriva frásøgn um dystin: “Minst til at kreditera Hall og aðra megi, fólk og felagsskap, fyri drúgt og, ikki minst, miðvíst arbeiði.”


Hetta er søga. Ikki einans vann H71 sín fyrsa sigur, men samtíðis er at staðfesta, at Neistin ongantíð hevur vunnið á okkara besta kvinnuliði.


So ella so hevur Hallur Danielsen verið um henda hóp, og vit tosa her líka aftur til tær vigaðu 30 minus og mátaðu ein haldgóðan metur ella so. Drepandi morgunvenjingar og ambitiøsar leikarasamrøður, edrúiligar venjingarlegur í Valinum og kappingar í Partille, alt einkultpartar av eini stillaðari ætlan at fáa konufólk at spæla hondbólt í Hoyvík.


Eitt sindur sum Geir Wardum gjørdi við “hansara” gentum fyri nøkrum fáárum síðani við at hava uppalt tær tvørturígjøgnum skipanina klárar at dystast á ovastu rók, kvinna móti kvinnu, við seinnameiri FM. Hann var ikki venjarin. Men Venjarin.


Og nakað álíkt í Hoyvík. Sjálvt tá aðrir venjarir vóru, ja, venjarir, var Hallur rundanum tær. Hann var “Coach”. Hann var coach við stóra C, við smildraðum snildfonum og burturvísingum úr matrikuli og kommunu, men vendi tó altíð aftur, jú, við nýggjari telefon í kommunalum venjingaranleggi, men við endurføddari passión til hondbóltsspælið og tað, at førka tí einstaku gentuna og liðið víðari framá.


Eitt slag av faðirsligum hondbótlsfiguri. Uppá gott og ónt. Mest gott. Væl tað. Aka “faðir”.
So, tillukku Hallur. Vit í H71 eiga genturnar, eiga sigurin og ta menning, hesar fara at uppliva—um bert vit halda á at stýra rætt. Men um nakar nakrantíð hevur verið hondbóltsins lokasteinur fyri hondbóltsglaðar 188-gentur, tá er tað tú, Hallur.


Men nú, tit moyggjar og venjarar, nú er um at halda tunguna mitt í munninum, sameina kreftir... og so díkja á!


Ella, sum tað so litterert stóð á Rasmus Ankersensa buisness-korti, á baksíðuni, tá hann vitjaði H71 í Miðlon eitt áratíggju síðani:

Keep your Eyes on the Stars and your Feet on the Ground”  (Theodore Roosevelt)

 

 

Framtíðin er svørt ... so kolasvørt!!!!!!!

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo