mikudagur, 27. mars 2013

Tvey stig í Klaksvík


Team Klaksvík – H71: 24 – 32 (14 - 16)

 Vit hava fyrr havt truplar dystir í Klaksvík, og søgan kundi væl endurtikið seg. Tíbetur gekk alt sum tað skuldi, vit fingu tvey stig og eru framvegis við í stríðnum um at koma í finaluna.

 

Dystargongd

Tað var heimaliðið sum legði seg á odda, og teir førdu 3-1 tá 5 min. vóru leiktir. Hetta var tó bara fyrstu løtuna, tí restina av fyrra hálvleiki lá H71 tvey-trý mál frammanfyri. Tað dragnaði ikki reiðiliga og hálvleiksstøðan var 16 til H71 og 14 til Team-Klaksvík.

Fyrstu løtuna í øðrum hálvleiki gekk so strúkandi hjá Team-K, og tað gjørdist javnt (19-19) eftir átta minuttum. Tað var ikki sørt av nervum millum viðhaldsfólki, sum reiðiliga fjølment høvdu leita sær norður í ta so hondbóltssnotiligu Badmintonhøllina í Klaksvík. Men so gjørdi H71 ein vørr, og skoraði fýra ferðir upp í slag uttan at TK fekk nakað, og so var brádliga 23-19 til okkum.

Longu tíðliga í øðrum hálvleiki sóust troyttheitstekin hjá summum teamarum, og hetta gjørdist sjónligari og sjónligari sum dysturin leið. H71 verjan royndi seg reiðiliga offensivt, og elti TK-leikararnar langt úti, og hetta eydnaðist bara heilt væl, tí hetta var heldur óvæntað hjá heimaliðnum, og illa gekst at fáa álopið at koyra til síðst. Í hinum endanum gekk lættari og lættari, tí TK royndi seg eisini við útfarandi verju, men meiri sum einstaklingar heldur enn sum eitt samlað konsept, og tí gjørdist verjan opin og lætt var at koma til skotmøguleikar. Dysturin endaði við einum greiðum sigri til H71, úrslitið gjørdist 32-24 til H71.

 

H71

Aftur í dag fingu vit ein skaða. Ari noyddist út við skaða í lyskuni. Seinasta dyst mátti Niels Viggo gevast tá hann fekk skaða í hondina, og Hallur hevur fingið skurð í armin og kann ikki spæla. Hetta sær ikki gott út og vónandi verða ikki fleiri skaðar. Tað góða var tó, at Rógvi aftur var vorðin so mikið birgur eftir at hava havt influensa, at hann fekk spælt okkurt um hálvan dyst.

Dysturin í dag var eitt sindur annarleiðis enn vit vanliga spæla. Stóran part av øðrum hálvleiki verja vit útfarandi, og tá menn líkasum høvdu funnið stev, so gekk hesin verjuhátturin slett ikki so galið. Átti kanska at verið brúktur meira til at skapa órógv í einum annars traditionellum álopi ? Burtursæð frá at tað ikki eydnaðist nóg væl at halda strikuni, so var verjan í lagið. Í løtum var álopið heldur tamt, men sum tíðin leið, gekk eisini hetta uppá stás. Alt í alt slett ikki so galið.

 

Team Klaksvík

Tað er næstan ótrúligt hvussu liðið hevur ment seg gjøgnum árið, men eisini samanborið við fyrr. Minnist ein dystin har tað vóru givin 14 ferðir 2 min. og tvey reið kort í sama dysti. Liðið er ikki at kenna aftur, og um framgongdin stendur við, so eri eg ivaleysur í at tað verða fleiri stig á talvuni næsta ár. Serliga gott er at síggja hvussu ágrýtnir menn eru, og at tað eru so nógvir skjúttar. Skjúttarnir eru styrkin á liðinum, tí tann áhaldandi hóttanin frá langskjúttunum gevur sjálvsagt nógv mál, men gevur eisini pláss til sterka strikuspælaran Dánjal Kjærbo, sum annahvørt fær mál ella brotskast, um hann bert fær bóltin. TK hevur góðan styrk í spælskiparanum Zarko Pejovic, og í málverjanum Borisa Eskic, sum tók nógvar bóltar.

 

Støðan sum heild

Tað var líka við at Kyndil tók tvey stig frá VÍF í dag. So hevði finaluplássið longu verið tryggjað, men tað eydnaðist ikki og spenningurin heldur sær. H71 hevur tveir dystir eftir. StÍF og til síðst VÍF. Báðir eru heimadystir. VÍF skal leika móti Neistanum og Team-K. Útlitini hjá VÍF eru at teir mugu vinna allar sínar dystir. Útlitini hjá H71 sýnast ikki reiðiliga líka hørð. Um vit tapa móti StÍF so hava vit 29 stig, meðan VÍF við at vinna báðar sína kemur at hava 30 stig. Tá skulu vit bert vinna á VÍF í seinasta dystinum fyri at verða í finaluni. Vinna vit hinvegin á StÍF so koma vit at hava 31 stig. Um VÍF megnar sínar dystir, so hava teir 30 stig, og vit kunnu tá klára okkum við at spæla javnt ímóti VÍF.

Men gloymi nú hetta, og vinni bara allar dystirnar sum eru eftir, tað er nógv lættari !!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com