sunnudagur, 7. juli 2013

Partille liðugt


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Partille Cup 2013 er liðugt.

Í gjár endaði so Partille. Metstóra ferðaliðið úr Hoyvík riggaði av seint fyrrapartin og tíðliga seinnapartin, annaðhvørt tí onkur skuldi náa flogfarið heim ella ætlaði sær víðari út í tí stóru verð, ella bara Keypamannahavn.


Fyri fyrstu ferð nakrantíð spældi eitt H71-lið ein Partille-leygardag, men meiri um hetta seinni.
Fríggjadagur var nevniliga ein spenningsdagur fyri H71. Vit høvdu tvey lið í kvartfinalunum, gentur 10 og dreingir 11.
Genturnar vunnu sín dyst ímóti Ønnereds HK 1 11-6, men taptu síðani fyri Strandby-Elling IF, ið tapti finaluna ímóti yvirgóðu Rødovre HK (altíð ein garantur fyri góðum gentuliðum í yngra partinum).
So avbera flott, men kortini sita vit kanska eftir við eini Aaaargghh-kenslu, tí H71 G 10 vunnu á hesum sama finaluliði í innleiðandi umfarinum, á fyrsta kappingardegi.
Nógvir av teirra dystum vóru spældir á grasi, og við stundvísum regni var oftani mega runut og ótespiligt, serliga fyri tey av okkum, ið høvdu verið so sera brilliant at latið seg í mokkasin-líknandi skógvar. Men píka sjey, sum vóru tær knáar og renniviljugar, sum júst er uppskriftin, ætlar tú at gera ein vørr á slíkari kapping á altjóða støði.
Men skít! Hetta var flott, sera flott! Ein semifinala, og tað í teirri fyrstu luttøku nakrantíð. Tillukkur við tí.


H71 B 11 skuldu royna seg ímóti HK Silwing/Troja. Men ein ómetaliga spennandi og vælleiktur dystur endaði 17-14 til hinar. Vit komu annars framum 11-10, men hinir komu sterkt aftur uttan at vit mistu trúnna, og varðveittu tí spenningin mestsum til síðsta bríksl, tí nógv ferð var í dystinum við nógvari og eksentriskari bóltførslu.
Alt í alt eitt undirhaldandi og avbjóðandi upplivilsi. Og stuttligt at síggja so nógvar hartrópandi hoyvíkingar rópa á sítt lið, savna seg um liðið í eini kjøtrond kring vøllin á hesum góðveðurs-fríggjakvøldi. Onkur drakk vatn, onnur lættimjólk, og øll vóru í góðum lag.
Eisini okkara finurligu dreingir á vøllinum, forrestin, tá ið fyrst skuffilsið av at hava tapt hevði lagt seg.
Teir skulu leggja sær í geyma, hvat G10 og 12, D14 og onnur lið við, at vit eru so sanniliga kappingarfør. Tillukku við avrikinum. Vit koyra á næstu ferð um tvey ár.


Gentur 13 vóru 7 mál ella eitt stig frá A-umfarinum í einum sera sterkum bólki, hvørs lið komu langt í A-umfarinum. Lort. Hinvegin, eitt teirra, Næsby IF, kom heilt til semifinalu, har tær taptu ímóti Kærra IF 1, samlaða vinnaranum í A-bólkinum hjá G13. H71 tapti 7-4 fyri hesum liði , men eftir at hava brent fleiri brotskøst og ókarakteristiskum yvirtraðkum og annað lort, sum á øðrum degi hevði vent dystin til okkara fyrimun. Marginalar.
Av onkrari grund byrjaði H71 1 fyrst at spæla sítt eyðkenniliga spæl, sum tær so raskar hava vant í samfullar ævir, á síðsta dystardegi. Áðrenn riggaði ikki, men høvdu tó savnað so mikið av sigrum, at tær vóru við um plássini til A-umfarið. Men tær blivu akkurát ov stuttar.

So skuldu tær út í fýra dystir í B-bólkinum áðrenn tær komu í eina stórsligna finalu á Valhallastadion við speakarum og hábærsligari steypa- og medaljuhandan. Finalan endaði 8-6. Uppreisn, tí við hesum og Næsbysa góða úrsliti vita vit, at apsalutti toppurin ikki er so nógvar metrar frá okkum. Betri vakstrarlag, ja, fleiri sentrimetrar hjá okkara gentum og viðvarandi styrkisvenjingar, og vit eru har, tí aðramáta bilar ikki á einum væl samansettum liði við nógvum ymisligum dygdum.
Mótstøðuliðið var Lugi HF 1, sum kemur úr setursbýinum Lund sirka 250 km frá Gøteborg. Á denn spenningur og góða lag.
Her ber til at síggja, hvussu leikur gekk: http://results.partillecup.se/2013/live/1767746#results


Hóast onnur lið ikki komu so langt, so upplivdi onki lið bara at tapa. Dreingir 16-liðið hevði tað trupult, men við einum fullmannaðum liði, hvat ikki bar til á hesum sinni grundað European Open (EM fyri U-19 hjá yvirvaksnum piltum), høvdu vit eisini gjørt um okkum Big Time.
Dreingir 14 hjá Halgir stríddust eitt nú so sera væl, og vóru ikki so øgiliga langt frá at koma í eitt flott A-umfar. Teir vóru genrelt eitt hálvtannað høvd minni enn hinir, og sjálvt um hetta er ein meinbogi, so vóru teir væl við í øllum dystum, tí aldri taptu teir við meiri enn trimum málum, og onkuntíð søplaðu teir eisini sigurin burtur, hvat kanska kann skyldast troyttleika: hetta, at hvønn dyst, hvønn evig og tann einasta dyst,at skula stríðast ímóti fysisku yvirmaktini.


Og taka vit G12, tá ger sama søga seg galdandi. Vunnu dyst, men taptu nakrar. Men uttan handa dystin ímóti Lugi HF hósdagin, sum vit taptu 13-6, var aldri talan um avhølvan. Tvørturímóti. Eisini her vóru vit við, so tað er bara at koyra á.


Ikki tí, og fara vit til onnur lið, onkuntíð vóru hini bara betri. Heilt forbiið góð. Og sjálvt um vit eru góð, í FO í minsta lagi, so er tíðum rímiliga langt upp tindin.

Partille er eitt, fyri H71, samansjóvandi upplivilsi. Tað snýr seg um at koma saman, foreldur og børn og hasi, ið meiri beinleiðis varða at felagnum. Dettur alt burturímillum, ber ikki til at veita eitt alsamt betri produkt. Og tí eru vit so takksom fyri tann vælvilja og góða lag, øll hava víst á hesum seinna Partille-túri.
Sjálvandi, tað handlar um hondbólt, at fáa so nógv børn at blíva so góð sum til ber, at fáa so nógv ígjøgnum so væl sum gjørligt at manna felagsins bestufeild, men H71 er eisini um at geva fólki ein eyka samleika. At vit taka hvønn annan í álvara, læra um pliktan og dissiplin: at tað kann loysa seg at virka fyri og hjálpa til í H71.


Við hesum takka vit í H71 fyri enn eitt framúr hoindbóltsupplivilsi.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com