sunnudagur, 22. oktober 2017

Dystirnir á Skála í dag


Ein sigur til kvinnurnar og ein javnleikur til menninar. Tá bleiv úrtøkan fyri okkara viðkomandi av dagsins dystum í bestu deildunum báðum.


17-10 vunnu okkara kvinnur á StÍF aftan á at hava verið á odda heili 11-6 í hálvleikinum.
StÍF fekk sítt 3. mál í fyrra hálvleiki í 13. minutti. Og sostatt fingu tær onki mál í einar 17 minuttir.

 

Í seinna hálvleiki gekk betri hjá strandingum, tí hendan hálvleikin vann heimaliðið 7-6.

Dómaraseðil.

 

Støður og úrslit í Hvonn-deildini kanst tú síggja her.

 

Menninir mistu á stokkinum til javnleikin 26-26 aftan á 13-11 í hálvleikinum. Hesin dysturin, sum eisini var móti StÍF, var nakað javnari enn tann hjá kvinnunum. Tó so at vit um miðjan fyrra hálvleik vóru á odda heili 11-4. Men í endanum gekk betri hjá strandingunum, og bara seinastu 6 minuttirnar fingu teir 4 einsamøll mál. Seinni hálvleikur var enn javnari, og tað var í seinasta minuttinum, at StÍF fekk javnað til 26-26.

Dómaraseðil.

 

Støður og úrslit í FTZ-deildini kanst tú síggja her.

 

 

Dystarfrásagnir koma væntandi her á síðuna í morgin.

Vit hava funnið myndir av dómaraseðlunum á FB-bólkinum Hondbóltskjak. Tær hevur Elsa Maria Bærentsen avmyndað, og vit vóna, at tað er í lagi, at vit vísa tær her á heimasíðuni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com