mánadagur, 23. oktober 2017

Fleiri feilsendingar enn mál


Skrivað hevur: Agga Niclasen

... men triðji sigur á rað.

Tað var sum væntað, at hetta, at fara til dyst sum stórfavorittur, var ikki ein leiklutur, H71 enn trívist so væl við. Sum at geva einum buddisti eina hondgranat í House Warming-gávu.


Men vit vunnu, og tað er týðandi—at duga tað: eisini á ringum døgum. Anna og Maria stóðu fyri málunum, men at tað gekk smooth í álopinum, tjæ, tað er at ...  s  t  r  e  k  k  j  a   sannleikan eitt vet.


Men verjan var góð. Til tíðir kundu vit kanska takklað fyrr, tó uttan at selja seg. Men sum heild trivaligt samstarv frá vongi til vong. Hetta er gleðiligt fyri ein, sum diggar verju; enntá meiri enn tað, ið fyrigongur hinumeðna.

 

Tað er tað við eini góðari verju, at hon, við tí rætta samarbeiðandi aggressivitetinum, sýgur allan mátt úr tí, ið onkursvegna enn hevur hug at vera við. Ána. Ein góð verja hevur hin eginleika, at hon frátekur dýrmæta orku frá teimum, vit ynskja hon skal takast frá: mótstøðuliðinum.


Og so kontraini, ið har spyrjast burturúr. Enn er neyðugt, at vit fáa meiri burturúr her. Serliga tá vit møta okkara yvirliðum, VÍF og VB, Kyndil og Neistin.


StÍf skoraði trý mál í fyrra hálvleiki. TRÝ! 3. Men vann aðramáta annan hálvleik við einum máli.
Grundin? Sløs. Spælið niðan vøll gongur so seint fyri seg, at lættari hevði verið at lisið manifestið hjá Marx aftanifrá, fyri ikki at tala um gevandi. Gongur rætt og slætt ov.seint.fyri.seg.


Pressspælið, tá so álopið er vorðið etablerað, er á heilt góðari leið, frá bakki, meðan vongirnir eru í hvílistøðu. Men oftari enn ikki má so endamálið vera at leggja pressið so væl, at rúm verður hjá hesu somu vongum at sleppa framvið og søkja at málinum. Men ov ofta blivu teir yvirsæddir, Báðumegin við.
Tað er sum við hasum danskaraparinum á Eiðisskarði, ið sita og eta í einum húsbili, og Høgni Mohr ger av at strúka framvið, “tí tey hava so góða útsikt og so ringa uppsikt”. Har er ein allegori, ið vil nakað(!)


Men annars er ókey. Nakað sum í landinum. Akk ok: Miklagarður er til, rúsan er enn opin leygardagar, sum er, og talið av fólki ílatin gular endurskinsvestar og fallhjálm stendur í stað.


Men alt hetta kemur so hvørt í rættlag, og Noam Chumsky, hasin famøsi lingvistikarin, rennur fram fyri ein: “There are teachers who stimulate thought, and sometimes they get away with it”.


Sonni Larsen er ein teirra. Eg hevði eitt viðtal við Messrs Larsen í august mánaða í fjør, meini eg, og mær dámdi hann væl. Mín løtubæri fordómur var óblandað góður. Lýtaleys ókontollerað passión fyri tí, at vera til, og alskurin til hondbólt og betra tey, ið tíma at betrast, skein sum stjørna blonk á himnaboga. Eitt heilt mennikja. Ikki ein-dimensiónellur, men eitt alkritiskt individ við fleiri lægdum. “The New Sexy”, siga tey kønu.
Eg varð so í góðum lag. Lekkurt.


Sigurin, annars, var ongantíð í vanda. Men at spæla á Skála er rætt sum at koma inn í eina atomhøll ein dapran síðsummardag í Norðurkorea. Djisus. Ok, gott kaffi, men... nei, lat fara, áðrenn eg komi í størri trupulleikar, enn gott er. Sum vinmaåurin segði, fyrr var Politiið politi. Nú eru øll politi. (Komplett óliviligt samfelag, vit eru í holt við at laða fyri okkum sjálvi.)

 

Anyways, tí er so gott við tí nýbroti, ið er konufólkahondbóltur í Hoyvík; tí har vit fyrr fóru allan vegin norðurum til Pyongyang fyri ein lúsa dyst, fáa vit nú báðar tveir. Tað er sgu feitt. Og tað sama er kaffið. Og Twixið smakkar tað sama sum í Magn við Ringvegin.


Eitt orð á vegnum til Vár, málmannin. Hon er røsk. Røsk er eitt sindur fátækt orð blivið, men ikki í heusm hugaheimi, tí har stendur hon so hugagóð og góð, eina og aleina við ábyrgdini at standa fyri, tá damur kring landið við kærleika til leðursirklar vilja so bomba hasa kúluna framvið ella ígjøgnum hana. Vanliga, tá niðurtúrar eru, og teir eru, so sleppur tú útum at, ja, køla av, søkja friðskjól. Men ikki Vár. Tí hon er einsamallur málmaður. Har er eingin góða mamma; eingin kjansur at renna útum og fáa behandling, um illa við ella kedd ella... bara illa: hon stendur bara har, enn sum altíð og fatt. Óført. Og so er hon eisini góð.


Hartil var gleðiligt at síggja, at hópurin varð troyttur uttan stórvegis sveiggj í avrikinum, serstakliga í verjupartinum, sum tykist at vera á góðari leið. Sum sagt. Men vert at endurtaka.


Næsta hóskvøld aftur, hin 2. november, verður helst truplasti dystur í kappingarárinum: VÍF úti.
Men tá eru vit so aftur tann veikari av tveimum; tann, ið fyri dyst fær ákoyringina. Hetta hóskar okkum væl—sum at geva Heilsumálaráðharranum eina eykajáttan á 8 miljónir krónur. Men við góðari verju og nøkrum kontraálopum, hvør veit, kanska vit kunnu vekja ein farra av fjálturstungni millum grótharðar vestmenningar.


Framtíin er svørt, so kolasvørt!

 

 

Dómaraseðil.

 

Støður og úrslit í Hvonn-deildini kanst tú síggja her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com