fríggjadagur, 5. juli 2013

Dagur Fyyra


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd - í garðinum á Johannebergsskolan

Samanumtøka av fjórða degnum á Partille Cup 2013

Í dag blivu endaumførini spæld, og tað gekk ordiliga væl. Gentur 10 kláraðu seg strálandi, komu heilt til hálvfinaluna í A bólkinum, men taptu ta fyri einum liði, tær áður hava vunnið á. Ergriligt, men væl klárad, og sera heiðurligt.

Dreingir 11 komu til fjórðingsfinaluna í A umfarinum, har teir taptu tepurt imoti einum vælspælandi svenskum liði, sum eitt nú hevði eina flicku á liðnum. Sera góð flickugenta, má sigast.
Hvat er og ikki, tað var talan um ein spennandi dyst, har hitt liðið var frammanfyri mestan dystin. Tó so, at H71 kom framum bara fyri at missa leiðsluna aftur løtu seinni. Men dugur er í okkum, so bestemt, og vit mugu eisini hava í huga, at vit spæla ikki líka nógv uttandura, og tí á slíkum undirlagi, í slíkum umhvørvi, sum hini liðini. Helst er tað ein ávirkandi faktorur.
Men hetta er ein frálík avbjóðing, ein framúr menningarmøguleiki hjá teimum og hinum, hvat fer at gera tey betri fyri í mun til kappingina heima og til eina aðru góðu ferð í Partille.

Nú eru bara gentur 13 eftir. Tær vunnu sínar dystir í dag, ímóti eysturríkum og svium, og eru nú í kvartfinaluni. Tær spæla imoti nøkrum stórum damum í morgin, men við eitt sindur av hepni klára vit at renna tær um koll og røkka eini semifinalu.

Endiliga er flogið, nakað av spælinum, vit hava vitnað í FO, afturíafturkomið, heintað úr Atlantshavinum, har tað onkursvegna datt niður. Super at síggja, at vit eru kappingarfør, tí lið, tær spældu javnt við í innleiðandi, eru øll komin víðari í kappingini. Tað eina liðið enntá í kvartfinalu, sum vit tepurt taptu fyri. Spennandi verður at síggja, um tær klára eina semifinalu.

Ná ja, gerst ikki við. Aftur, gott at siggja, at vit eru so væl við og gerast betri.

Yvirhøvur hevur tað verið ein góður túrur, fitt av hondbóltspráti og túnatosi annars. Johannebergskolan, har leiðarar og leikarar hava búð, hevur ligið nakað burturfrá hotellinum, har foreldur hava búð, og nakrir venjarir, men ikki longri enn 10 minuttir til gongu, 8 omaneftir.
Men tað hevur so hinvegin verið deiliga friðarligt og minni hektiskt enn í Burgaarden, har vit búðu seinast. Eisini framúr vid einum fótbóltsvølli og kurvabóltsvølli, ja, og spæliplássi til tey minstu og systkin.

Kantinumaturin og starvsfólkini hava verið í hæddini, og við einum sólveðursdegi í dag blívur ikki betri.
Eg elski Svøríki og svenskarar, tosa eisini minni enn danir og hava óalmindeliga vøkur folk og mál.

Takk fyri hesuferð, vónandi hava tit fingið ein dám av Partille, eitt innlit i kappingina og dystir umvegis tekst og myndir.
Tit foreldur, venjarar og interessantar eru øgilig, hava givið mær alt ov nógv at gjørt, men tað má væl vera ein marglætistrupulleiki, hugsi eg.

Síggjast aftur í FO, til venjing, um góðan mánað ella so, væl úthvild og annað.


Yvir og út, Knút...

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com