4. november 2017

VÍF hevði fleiri streingir at spæla uppá


Hvonn, VÍF-H71: 42-24 (22-15)


Skrivað hevur: Jón Højsted

Tað var fremsta liðið í Hvonn-deildini, sum H71 spældi ímóti á útivølli hóskvøldið.

Vánirnar um at vinna dystin vóru kanska ikki tær stóru, men av tí at okkara lið hevur klárað seg nógv betur í kappingini, enn tey flestu høvdu torað at vóna, var spenningur um, hvussu væl liðið fór at klára seg móti fremsta liðnum.


H71 legði bragdliga fyri og kom á odda beinanvegin, men tað var bara so eisini bara hesa einu ferðina í dystinum, at okkara lið var á odda…


Leikferðin var høg fyrstu løtuna, og bæði liðini brendu fleiri opnar møguleikar fyrstu minuttirnar. Í fleiri førum vóru tað eisini málmenninir, ið høvdu góðar bjargingar.


Serliga var tað VÍF, ið spældi skjótt og kontraði nógv. VÍF virkaði eisini nógv meira uppsett enn okkara lið, og var eisini nógv kontantari í bæði álops-, og verjuspælinum.


Leikferðin fall tó, tá ið hálvleikurin var hálvrunnin, og sum fyrri hálvleikur leið, legði VÍF seg væl framum, og var tað serliga Liljan Djurhuus hjá VÍF, ið fekk nógv mál.


Verjuspælið hjá okkum, sum vanliga hevur verið styrkin hjá liðinum, riggaði als ikki nóg væl. Verjan virkaði rættiliga opin, óskipað og ov lítið kontant.


Tá ið bríkslað varð fyri hálvleiki, var støðan 22-15 til heimaliðið.


Okkara lið byrjaði munandi betri í seinna hálvleiki og fingu fyrstu minuttirnar 4 mál, meðan VÍF bert fekk tað eina málið. Men so skjótt sum VÍF økti leikferðina, høvdu okkara leikarar ilt við at fylgja við. Harafturat fór VÍF at verja 5-1 mest sum allan seinna hálvleik (tá ið tær ikki mansvardu Mariu), og tað ørkymlaði álopsspælið hjá okkum so mikið nógv, at dysturin var væl og virðiliga avgjørdur, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin.


Endaliga støðan í dystinum gjørdist 40-24.


Um dystin sum heild kann sigast, at hann til tíðir var rættiliga rótutur. Harumframt vóru nógvar tekniskar villur, og hjá okkum vóru eisini nógvar feil avleveringar, ið fullu til mótpartin.


Málini hjá VÍF komu fyrst og fremst av skotum úti frá ella við kontra álopum – stórtsæð einki mál var gjøgnumspælt.


Um okkara álopsspæl kann sigast, at fleiri góðar fríspælingar vóru til vong og serliga striku. Harumframt fekk Maria nøkur mál úti frá, og tey brotskøst, ið vit fingu, skeyt hon øll trygt í netið.


Í dystinum vóru fleiri gul kort givin og nakrar útvísingar. Einki var at siga um dømingina av dystinum – henni komu Arnar og Gert væl frá.

Eitt, ið undirritaði heldur vera óheppið fyri liðið, er, at høvuðsvenjarin ikki er til allan dystin, tí tað er einki at ivast í, at stabilitetur rundan um liðið er týðandi, um liðið skal røkka síni bestu avrik.


Dysturin vísti, at VÍF er eitt sterkt lið, ið hevur fleiri streingir at spæla uppá, enn okkara lið hevur. Okkara lið mennist av at spæla slíkar dystir, men VÍF er neyvan eitt lið, sum vit enn skulu vænta at vinna í móti.


Orka, royndir og meiri skothóttan úti frá mangla enn, áðrenn sigurin á VÍF er har, men tann dagurin skal nokk koma, um positiva gongdin, sum liðið higartil hevur víst í ár, heldur áfram. Leikararnar, áræðið og hugburðin hava vit í felagnum til tað.


Framtíðin er svørt!

 

 

Dómaraseðil. (frá bólkinum Hondbóltskjak á FB)



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo