leygardagur, 4. november 2017

Eyðmýking: Smurdir av í Vestmanna


FTZ, VÍF-H71: 36-25 (16-14)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Tað gekk ikki eftir vil í Vestmanna. Slett ikki.

Mansliðið hjá H71 hevði framvegis sítt fyrsta tap til góðar í hesum kappingarárinum, tá teir stillaðu upp til dyst móti VÍF í Vestmanna hóskvøldið. Men liðið kom væl og virðiliga niður á jørðina hetta kvøldið. So langt niður, at menn høvdu hug at grava seg undir hana.


Skert lið

Liðið hevur verið alsamt meira skert seinastu vikurnar. Bogi situr framvegis úti við knæskaða, Niklas misti sín annan dyst á rað, við sínum skaða í hondini og Jóhan var heldur ikki við – eg frætti ikki hví. Afturat hesum, so hevur stórskjúttin í ár, Hilmar Leon, eisini fingið ein skaða at dragast við og sat millum áskoðararnar til dystin.

So breiði hópurin skuldi vísa sítt virði í dag. Vit hava fyrr sæð menn traðka í mans stað, og lagt varð upp til, at hesir skuldi stríða eitt úrslit heim.


Vestmenningar vóru tendraðir, men vit byrjaðu væl

Dysturin byrjaði ikki so galið fyri H71, hóast síðumaðurin hjá mær segði longu í fyrsta álopinum, at hann helt, at vestmenningar tóktust sera tendraðir í verjuni.
Teir vardu eisini høgt og ágangandi, og fyrsta álopið hjá H71 endaði við einari bjarging frá Mladen í VÍF-málinum. Hetta fór seinni at vísa seg at vera ein av mongum.


Verjan hjá okkum fekk kortini eisini eina góðkenda byrjan, og hetta úrslitaði í, at fyrsta málið í dystinum kom eftir skjótálop, har Leivur sera akrobatiskt fangaði ein langan bólt og skoraði.


Verjurnar báðar stóðu væl fyrstu fimm minuttirnar og hildu støðuni niðri á 1-2, áðrenn tað veruliga bragdaði hjá H71. Ári tók eitt skot frá vonginum og løtu seinni fingu vit spælt okkum ígjøgnum høgu verjuna. Støðan gjørdist enn betri stutt eftir, tá ið Rúni bæði skoraði til 1-4 og samstundis fekk ein mann útvístan.


Yvirtalsstøðurnar illa frágingnar

Men nú stungu nakrir trupulleikar seg upp, sum skuldi vísa seg at vera afturvendandi hendan dystin. Hóast ein mann í yvirtali, brendu vit og tveittu bóltin burtur, so at VÍF kundu minka niður í 3-4.
Vit fótaðu okkum aftur, og eftir 10 minuttum var støðan 3-6 til H71. Hetta seinasta málið kom eftir brotskast, har ein vestmenningur samstundis fekk eina útvísing.


Søgan endurtók seg. Tveir minuttir og tjúgu sekund eftir, høvdu vestmenningar javnað til 6-6, og teir komu fram um 7-6 løtu seinni.
Sonni tók time-out, og gjørdi av at royna seg við at spæla sjey-móti-seks spæl. Hetta eydnaðist í fyrstu atløgu, men VÍF svaraði aftur tvær ferðirnar.
Jens var komin inn í málið, og byrti eina vón við einari stórbjarging, og stutt eftir fingu vit enn eitt brotskast og ein vestmenning út. Pætur skoraði brotskastið til 9-8, men at spæla í yvirtali, dugdu vit ikki hetta kvøldið. Eftir at Julian Olsen hevði skorað eitt av sínum mongu málum, blakaðu vit bóltin burtur og støðan gjørdist 11-8. Í yvirtali.


Okkara menn royndu at fylgja við og eftir tjúgu minuttum eydnaðist enn eitt skjótálop frá Leivi, so støðan gjørdist 11-9.
Men í verjustøðuni fingu vit ein mann útvístan, so nú skuldu vit síggja, um undirtalsspælið riggaði betri enn yvirtalsspælið. Hóast tað eydnaðist vestmenningum at fanga ein bólt og senda hann í tóma hoyvíksmálið, syrgdu Esbern og Vilhelm fyri at munurin var hildin á tveimum málum eftir 24 minuttum, og Vestmenningar tóku time-out.


Megnaðu at halda fast til hálvleiks

Í fyrsta VÍF-álopinum eftir time-outið, hepnaðist tað væl í verjuni, og og vit høvdu møguleika at minka niður í eitt mál. Men sum so ofta hetta kvøldið, so eydnaðist ikki at fáa hol á Mladen.
Og sum tað ikki var nóg mikið, so varð bólturin tveittur beint í hendurnar á einum vestmenningi í álopinum eftir. Vit megnaðu at verja fyri skjótálopinum, og Jens framdi eina góða bjarging. Men – sjálvandi, hevði ein næstan hug at hugsa – bólturin reyk beint í hendurnar á einum vestmenningi, ið lætt skoraði til 15-11.
Tá ið tveir minuttir vóru eftir av hálvleikinum var støðan 16-12, og tað eydnaðist okkum at minka munin niður í 16-14. Hetta seinasta málið var enn eitt skjótálop, ið Leivur avgreiddi.
Vestmenningar fingu seinasta álopið í hálvuni, og tað eydnaðist eisini at trýsta teir til eitt trupult skot, ið Jens lættliga tók.


Ein hálvleikur, har alt ov nógv mál vóru komin ígjøgnum, og har vit ikki megnaðu at verja fyri góðu krossunum, ið VÍF ferð eftir ferð lupu á við.


Vónin byrtist, men...

Júst soleiðis løgdu VÍF eisini út. Vit høvdu skift verjuskipan, og Leivur lá sum ein skeivur eittari, fyri at forða fyri, at Filip og Julian fingu krossað, men teir gjørdu júst tað, og Julian gjørdist enn einaferð fríur á høgra bakki.


Okkara menn mistu tó ikki mótið, og hóast støðan gjørdist 19-15 eftir enn ein mistan bólt, so megnaðu Esbern, Andor og Rúni í samstarvi við Jens, at minka niður til 19-18 eftir at seks minuttir vóru farnir. Nú var vón fyri framman, men hon brast skjótt.


Vit fingu enn eina útvísing og eitt brotskast ímóti okkum og fóru at spæla uttan málverja. Bólturin varð tveittur burtur beinanvegin, og tá vit vóru fullmannaðir var støðan 22-18. VÍF løgdu ikki í, hvussu nógvir vóru í verjuni hjá okkum, og skoraðu til 23-18.


Sonni sansaleysur

Ein sansaleysur Sonni tveitti time-out kortið á borðið, og fór inn á vøllin at spyrja, hvat ið leikararnir billaðu sær inn. Hann sissaði seg tó skjótt, og fekk eisini tosað taktikk við teir. Eg hoyrdi ikki alt hann segði, men har var nógv, sum var galið, skiltist á lagnum.


Hetta minti ikki sørt um ein dyst á Skála í fjør, tá ið júst ein sovorðin skola fekk vent dystinum, men so var ikki hesaferð.


Fyrst framdi Mladen enn eina bjarging, og síðani var sjón fyri søgn, at hetta var ein dagur, har alt eydnaðist hjá VÍF, tá ið bólturin onkursvegna endaði í hoyvíksmálinum, í einari annars heldur ófarligari støðu.


Vestmenningar hildu fram at økja. Støðan gjørdist 26-19, og vit royndu aftur at spæla við sjey í álopinum. Hetta gav ein risa møguleika, men Mladen bjargaði enn einaferð.


Fimtan minuttir vóru eftir, og støðan var hildin niðri á einum seks málum eina løtu, men seinasta vónin brast hesa løtuna, tá ið tvær støður tóku seg upp, ið ímyndaðu dystin sera væl. Vit fangaðu ein bólt, og høvdu góða tíð at senda hann í eitt tómt mál, men raktu við síðuna  av. Stutt eftir stórbjargaði Ári, men aftur reyk bólturin til mótstøðuna, og munurin var aftur sjey mál.


Sonni tók enn eitt time-out, í eini seinastu roynd at binda um bløðandi sárið, men hetta hjálpti ikki.
Næstu tíggju minuttirnar ella so, megnaðu vit bert at skora eitt einasta mál, so at støðan var 30-22, tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika.


Dysturin avgjørdur

Dysturin var avgjørdur, okkara menn mistu fullkomiliga mótið, og lótu vestmenningar økja og økja. Við støðuni 34-22, tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir at leika, bíðaðu hoyvíkingar bert eftir at dysturin skuldi enda. ”Hetta fær so ikki verið verri”, lat í onkrum áskoðara aftanfyri meg. Men tað fekk tað.

Sigmundur Dahl lá brádliga á vøllinum og hevði sera ilt í beininum. Hetta sá álvarsligt út, og í skrivandi løtu hava eg ikki frætt, um so er ella ikki. Vónandi kemur hann skjótt fyri seg.


Debutantur á vøllin

Eitt fingu vit hoyvíkingar tó at fegnast um móti endanum av dystinum. Rani, ein ungur maður, ið eg ikki havi sæð á liðnum fyrr, fekk møguleikan seinastu løtuna, og megnaði at skora tvey mál við flottum skotum.


Hetta var tó ikki nakar stórur uggi, tá ið avtornaði, og tað var ein langur túrur heim til Hoyvíkar eftir eyðmýkjandi tapið, og helst enn longri hjá leikarunum.
Tað er langt síðani, at mansliðið hjá H71 hevur tapt so stórt, men hetta svíður tíbetur ikki so svárt, sum seinast vit vórðu avhølvaðir í Vestmanna.


Vit hyggja frameftir

Har er óivað nógv, ið kann lærast av hesum, men vónandi verður dysturin skjótt skúgvaður burtur úr huganum, áðrenn trupla dystin móti Team Klaksvík í Hoyvík, sunnudagin 5. november, klokkan 16.


Vónandi koma nógv fólk at stuðla, tí góður stuðul kann avgjørt hjálpa liðnum at stríða seg uppaftur.


Vit koma aftur!

 

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa ein dómaraseðil.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com