mánadagur, 6. november 2017

Skerdir hoyvíkingar vunnu á skerdum klaksvíkingum


FTZ, H71-Team Klaksvík: 24-20 (12-11)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Sunnudagin skuldi eitt skert H71 lið royna at reisa seg eftir asvmurningin hóskvøldið í Vestmanna.

 Bogi, Jóhan, Niklas og Hilmar Leon sótu enn einaferð millum áskoðararnar, og Sigmundur Dahl legðist afturat teimum skaddu í mun til seinasta dyst.


Klaksvíkingar høvdu líknandi trupulleikar at dragast við, og serliga legði ein til merkis, at profilurin, Hørður Sigþórsson ikki hitaði upp. Umframt Hørð løgdu vit eisini til merkis, at í mun til tá liðini hittust seinast, so vóru royndu leikararnir, Birgir Poulsen og Hans Arni Thomsen heldur ikki við hesaferð.


Villa á dómaraseðlinum

Afturat hesum, so mistu klaksvíkingar enn ein leikara, eftir at vit høvdu spælt í tríggjar minuttir.
Eg fekk tíverri ikki navnið á honum við. 
Tá ið tað er ein leikari, ið eg ikki kenni, so plagi eg at hyggja eftir dómaraseðlinum, men hetta bar ikki til í dag, tí at orsøkin til at hann fór úr dystinum var, at hann ikki var skrivaður á seðilin.


Hetta harmiliga mistakið er áður komið fyri hjá H71, og vit høvdu samkenslu við manninum, ið mátti fara av vøllinum. Hetta kann ikki vera stuttligt hjá nøkrum.


Málfátæk byrjan

Um hetta mundið var støðan 1-1, eftir at Finnur Hansson hevði skotið eitt langskot, áðrenn Vilhelm gjørdi honum kynstrið eftir.


Fyrstu tíggju minuttirnir av dystinum góvu okkum ábendingar um, hvussu dysturin fór at verða.


Fá mál, góðar bjargingar í báðum endanum og nógvar feilsendingar høvdu við sær, at støðan bert var 1-3 eftir tíggju minuttir. Finnur hevði skorað øll trý hjá Team Klaksvík.


Nú tóktist tó at koma hol á, og tveir minuttir seinni høvdu Rúni, Sigmundur Nolsø og Vilhelm allir skorað, so at støðan gjørdist 4-4.


Fingu ikki steðgað Finni

Finnur helt fram við at skjóta góð skot, men Rúni og Vilhelm gjørdu honum kynstrið eftir í hinum endanum. Hesir tríggir endaðu eisini dystin við sjey málum í part.
Meðan tað mest vóru langskotini hjá Finni, ið eydnaðust væl, vóru tað bæði langskot og góð gjøgnumbrot hjá teimum báðum hoyvíkingunum, og eitt nú skoraði Vilhelm eitt flott mál, tá ið hann  fintaði seg í gjøgnum og lobbaði bóltin upp um málverjan. Langskotini hjá honum sótu eisini væl, og hann økti til 7-5 við einum slíkum.


Klaksvíkingar fingu svarað aftur. Enn einaferð var tað Finnur, ið fekk javnað til 7-7 eftir einum sekstan minuttum, og tað tóktist sum liðini høvdu hug at fylgjast allan dystin.


Spælið var væl betri enn hóskvøldið, og serliga verjan stóð væl saman við Ára, ið framdi nógvar bjargingar. Í hinum endanum komu vit til fleiri góðar kjansir – serliga til Vilhelm, og bert málverjin hjá teimum forðaði fyri at vit sluppu at leggja sjógv ímillum.


Liðini fylgdust næstu tíggju minuttirnar, og Leivur gjørdi eina góða fótfintu á miðjuni og økti til 11-10, men hóast Ári bjargaði stutt eftir, so fingu klaksvíkingar fatur í returinum og javnaðu.
Rani, ið fekk fitt av leiktíð í fyrra hálvleiki, fekk lagt okkum aftur á odda við einum undirhondsskoti, og Poul Símun var óheppin, at hann ikki økti, tá málverjin bjargaði í fríari støðu.


Í staðin fóru vit til hálvleiks við støðuni 11-12.
Hetta eftir eina hálvu, har vit sóu málverjarnar í báðum enda standa væl, og har nýggja verjan við Sigmundi Nolsø og Poul Símuni í miðverjuni, hevði staðið væl eftir umstøðunum. Teir høvdu í góðum samstarvi við Ára hildið klaksvíkingar niðri á ellivu málum.
Tó høvdu vit tað trupult við Finni, ið hevði stillað kanónina væl í dag, og eg taldi hann at skora fimm mál í fyrra hálvleiki. Eg hugsi, at øll hesi vóru langskot.


Ein dystur fyri málverjarnar

Í seinna hálvleiki hildu liðini fram at fylgjast, og málverjarnir hildu fram at bjarga. Eftir at Pætur í skjótálopi og Finnur við langskoti høvdu megnað at skjóta mál, fingu klaksvíkingar brotskast. Men hetta var ein dystur fyri málverjarnar í dag.
Jens kom inn og bjargaði brotskastinum – einasta støðan hann var á vøllinum í dag, men í hinum endanum vildi klaksvíksmálverjin, Mark, heldur ikki lata nakað inn. Hann framdi tvær bjargingar innan stutta tíð, aðra av hesum í púra fríari støðu, og hann helt fram at bjarga, tó at Leivur hesaferð fekk fatur á bóltinum og kundi endiliga skora til 14-12.
Vit sluppu tó ikki at renna avstað, hóast vit høvdu hug. Eftir at sjey minuttir vóru farnir, var støðan aftur javnleikur 14-14.


Vit vildu tó ikki hava ein javnan dyst og løgdu frá aftur, við at Mark skoraði eitt av sínum signaturskotum, áðrenn Poul Símun blokkaði væl í verjuni – hetta gjørdi hann fleiri ferðir í dag – og Rúni kundi fara í skjótálop. Síðani bjargaði Ári enn einaferð, og Leivur kundi økja til 17-14 eftir einar ellivu minuttir.


Men aftur steðgaði málskjótingin upp. Eftir at júst fimtan minuttir vóru farnir javnaði Finnur til 17-17 og vit tóku time-out.


Vit draga frá eina løtu

Hetta tóktist at hjálpa, tí enn einaferð drógu vit frá. Støðan gjørdist 20-17 eftir eina yvirtalsstøðu – gleðiligt at hetta riggaði betri enn hóskvøldið.


Men eftir hetta sluppu vit at royna okkum at spæla eina undirtalsstøðu við tveimum monnum færri, og tað eydnaðist ikki at koma til møguleikar hesa løtuna, so at støðan var 20-19 tá ið vit aftur vóru fullmannaðir.


Og aftur at draga

Við fullari manning eydnaðist betri, verjan fekk forðað fyri innspølum, og Ári hevði lisið langskotini, so at vit aftur øktu til 22-19. Hesum syrgdu Vilhelm og Mark fyri eftir enn eina yvirtalsstøðu, og Team Klaksvík tóku eitt time-out, tá ið minni enn tveir minuttir vóru eftir at leika.
Klaksvíkingar fingu skjótt eitt brotskast, eftir at vit vardu innanfyri, so at støðan var 22-20 við hálvum øðrum minutti eftir.
Klaksvíkingar sóu ein møguleika, tá ið vit brendu eitt avgerandi álop, men tíbetur bjargaði Ári enn einum langskoti, tá ið hálvur minuttur var eftir.


Avgerandi løtan

Vit høvdu hug at lata tíðina fara, men armurin hjá dómaranum kom upp alt fyri eitt, og vit tóku eitt time-out við tjúgu sekundum eftir.
Hetta eydnaðist væl. Rúni breyt enn einaferð ígjøgnum, klaksvíkingar royndu at svara aftur, men Ári setti krúnuna á eitt flott verk við einari bjarging, ið førdi við sær at Rúni fekk skorað eitt skjótálop í seinasta sekundinum, so at dysturin endaði 24-20.


Tað eydnaðist at enda

Tað var endiliga eydnast at leggja sjógv ímillum, og tíbetur var tíðin farin, tí sum dysturin var liðin, so høvdu klaksvíkingar helst komið aftur í aftur, um dysturin var longri.


Men tað var hann ikki, og vit kundu fegnast um eitt nógv betri verjuavrik enn í Vestmanna. Einans tjúgu mál komu ígjøgnum, og tað við einari spildurnýggjari miðverju, ið fekk stóra hjálp frá Ára í málinum. Við eitt sindur størri neyvleika í álopinum høvdu vit helst eisini vunnið størri, og møguliga avgjørt dystin eitt sindur fyrr.


Ein sigur, ið vit skulu byggja á

Hesin sigurin vaskar valla vónbrotið í Vestmanna burtur, men tey tvey stigini eru eitt stig á leiðini at byggja sjálvsálitið uppaftur. Hetta kann eisini gerast við at hyggja at stigatalvuni, ið nú vísir, at vit liggja ovast. Tó hava vit spælt ein dyst fleiri enn Neistin, ið bert er eitt stig aftanfyri.


Men vit eru við har, tað er stuttligt. Og skulu vit halda fram við tí, so krevst, at vit spæla ein góðan dyst týskvøldið 14. november, tá ið vit vitja Kyndil í høllini á Hálsi.

 

 

Dómaraseðil.

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com