týsdagur, 7. november 2017

Vit eru á einum góðum stað


Hvonn, H71-VB: 23-26 (10-10)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jan Sørensen

Eru okkara nokkso góðar ella hinar nokkso ógóðar, tá—líkasum—alt kemur til alt?

Ringt at siga. Og onkuntíð eisini sindur líkamikið. Vit spældu og burdu kanska vunnið á einum liði, ið er greiður FM-biðil.


Nakrar ‘umiddelbarar’ tankasørfingar renna mær í hug:
Álopið gongur, tá Maria kemur í uppferð, og Silja Sámalsdóttir tók eisini av, tá hon fekk møguleikan á bakkinum. Tað var gott.


Men annars ov stirvið. Innspæl á striku er altíð ein fragd, altíð flott, so tað er Bara.At.Frøast.Um.


Og sum ein kontra-elskari... tit, meiri av hesum. Enn ov soltið hesum viðvíkjandi.


Men mær dámdi væl stríðshugin. Væl frægari enn ímóti Stjørnuni, og VÍF helst eisini. 


Eg veit, at Snowflake-hugtakið hevur sítt tilvistarliga upphav í tí politiska um hasi, ið gerast ovurfornermað av øllum og ekstremt ótolerant mótvegis meiningum, ið ganga ímóti teirra egnu.


Men... eg meini tað—má líka siga hetta, tí tað irriterar: plasera hasar damurnar út á kirkjugarðin eitt mikukvøld í mai, og tað vóru tey deyðu, vit hoyrdu (!)


Okkara damur verja heilt ókey, og samdur við Sonna, at tað gongur betri. Her er framgongd. Og tað er tað, alt handlar um í ár. Næsta helst eisini. Vónandi. 


Tó so, hetta eru ungar damur, opinberiliga kjokkaðar við passión og øllum tí, ið eyðmerkir ungdóm. Ella burdi gjørt tað. Men har er onki at hoyra. Eg fiski ikki eftir gorran og desperatiónsgalli, eftir konufólkasligum maskingevers-óljóði, men ramligum og ábyrgjandi orðadrátti tvørturígjøgnum verjupartin, ið helst skal síggjast aftur sum ein múrur so ógjøgnumtreingjandi, at áleypandi liðið verður fyri einum slag av hindursangist. Orðað øðrvísi: tøgn er ikki The New Sexy. Ikki í kontakt-ítrótti í øllum førum. Øll mugu vita, hvat hini gera, og hví. 


Og tá tankalesing er ein væl truplari kunstur at meistra enn normalt tos, tá skjóti eg upp, at vit halda okkum til síðstnevnda.


Hálvleiksstøðan var javnleikur. 10 – 10. Og tað, at vit megnaðu at halda stand og koma á odda upp í fleiri ferðir, sigur sína egna søgu: um eitt lið, sum hoyrir heima í bestu deildini í føroyskum kvinnuhondbólti.


Men tá hinar skora 16 mál, vit 13, í næsta hálvleiki, so tapir tú. Og tað gjørdu vit. 


Úrslitið, 23 – 26, er tó ikki ein heimilaður spegil av dystargongdini. Tað var spenningur heilt uppundir síðstu minuttir. Og tað skulu hoyvíksdamur eiga: tær duga spenning.


Næstu dystur er ímóti Kyndli. Hóast framtíðin er grønari hvørjumegin vegjaðaran enn í hondbólti, so eru grøndamurnar væl fyri. Ungar tær flestu, men veteranar í flestøllum lutum í hondbóltsspælinum.


Rímiliga skjótar og heilt sterkar. So her skal vilji og gløgt hondbóltsspæl til, um líkindaavrik skal fáast burturúr. Málið má vera at klára okkum hvaðna betri enn síðst. 


So var ímóti VB, har vit gjørdu tað betri enn í Vági. Vónandi verður tað so ímóti Kyndli á Hálsi.


Hasar kyndladamurnar eru ikki suverenar, men tær eru meiri vandar enn okkara. Eisini í dómararelatiónum. 


Alt hetta heldur í nøkur ár afturat, men fyri tað er umráðandi at royna at vinna ella, sum instamark, betra seg fyri hvørjaferð.


Koyrið á damur, framtíðin er svørt, so bikjasvørt!!!!!!!

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com