fríggjadagur, 17. november 2017

Mansliðið sigraði í tøttum dysti


FTZ, Kyndil-H71: 24-28 (13-12)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Ein javnur og intensur dystur móti Kyndli koppaði okkara veg at enda.

Týskvøldið var aftur dystur í FTZ-deildini á skránni. Mótstøðuliðið var Kyndil, ið hevur verið í einum rímiligum stima seinastu vikurnar.
H71 høvdu hinvegin verið darvaðir av skaðum, og tóktust at leita nógv eftir spælinum hjá sær tær seinastu vikurnar.


Comeback til tveir profilar – ein afturat úti

Prátið hevði dagarnar undan dystinum snúð seg um leysasøgur, um at ein stórskjútti og verjukempa kanska fór at venda leiðina aftur til Hoyvíkar í næstum, so eg visti ikki nógv um, hvussu støðan var hjá teimum skaddu leikarunum. 
Tí var tað hugaligt at síggja, at okkum ikki nýttist at bíða leingi eftir einum slíkum, tí Hilmar Leon byrjaði dystin saman við Sigmundi Dahl.
Tó var Pætur ongastaðni at síggja, og eg havi ikki frætt um orsøkina til fráveruna, so vit fingu tveir inn, men ein út.


Høgt tempo í byrjani

Vit byrjaðu við bóltinum, og Hilmar Leon tímdi ikki at bíða leingi áðrenn hann leyp upp og høgdi bóltin í málið – honum hevði helst longst eftir at skora mál í skaðasteðginum.
Kyndil svaraðu aftur alt fyri eitt, og tað sást, at hvørki av liðunum høvdu hug at spæla leingi í álopi. Alt gekk fyri seg við fullari ferð ímóti báðum málunum.


Hetta eydnaðist so at siga eins væl hjá báðum liðum, tí eftir einar tíggju minuttir var javnleikur 5-5, har flestu málini vóru komin eftir skjótálop.
Málini kundu verið enn fleiri, men Ári bjargaði fleiri ferðir, og vit brendu nøkur langskot, tá ið tað ikki eydnaðist at gera skjótálopini liðug.


Liðini hildu fram at fylgjast, og tað vóru Kyndil, ið høvdu hug at liggja eitt vet frammanfyri. Eftir einar 11 minuttir tók Ári aftur ein bólt, og sendi hann so snórabeint í kósina hjá Leivi, ið javnaði til 6-6.


Síðani brendu vit í tveimum umførum, so at Kyndil eftir lítlari løtu vóru komnir framum 8-6, og grøna síðan av høllini fegnaðist.


Aftur javnt, men við okkum omaná

Men vit komu aftur. Vit fingu vart væl, og Ári var heitur, so støðan gjørdist 8-8 eftir 19 minuttum.
Javnandi málið kom eftir at vit royndu ein flúgvara til Leiv, ið varð kantaður av einum kyndlamanni, so at Hilmar Leon kundi seta eitt brotskast í netið.
Næstu løtuna skiftust liðini at brenna – enn einaferð var Ári bjargingarmaðurin hjá okkum – til at Vilhelm hepnaðist við einum langskoti, ið brast í trýkantin og inn.
Ári bjargaði enn einaferð stutt eftir, men skjótálopið hjá okkum miseydnaðist, og kyndlabonkurin valdi at taka timeout eftir eini løtu har vit høvdu verið nær við at lagt okkum longur framum.


Høllin hoyrist

21 minuttir vóru farnir, og áskoðararnir kendu á sær at liðini høvdu tørv á stuðli í hesum tætta dysti, og tað var gleðiligt at hoyra herrópini á leikararnar – og at tey hildu fram, tað ið eftir var av dystinum.


Tí dysturin var tættur. Kyndil javnaðu eftir time-outið, og liðini fylgdust aftur seinastu níggju minuttirnar av hálvleikinum, ið endaði við javnleiki, 13-13.


Hæddarpunktini hesa løtuna vóru tá Sigmundur Nolsø skoraði sítt fyrsta mál av strikuni í dystinum, og vit løtu seinni vardu væl í einum langum álopi, har Poul Símun í tveimum umførum legði ein risablokk fyri skotini hjá Kyndli.


Tá tríggir minuttir vóru eftir av hálvuni, fingu vit ein gyltan møguleika at leggja trýst á, tí at Kyndil fingu tvær útvísingar uppá 23 sekund. Vit fingu ikki gagnnýtt hendan møguleikan, og í staðin endaði løtan við, at liðini skoraðu einaferð í part.


Meira av tí sama í seinna hálvleiki

Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki endurtók søgan seg frá fyrra hálvleiki.
Kyndil fingu lagt seg framum, Sigmundur Nolsø skoraði við einum lobbi av strikuni, áðrenn Kyndil skoraðu eitt brotskast.
Løtu seinni var tað aftur Sigmundur, ið legði bóltin inn. Hesuferð eftir at málverjin hevði bjargað, og Hans Kári stríddi seg til ein ein ómøguligan returbólt, ið hann akkurát fekk skumpað yvir til Sigmund, ið hevði frítt mál.


Eftir sjey minuttum komu vit framum við tveimum málum fyri fyrstu ferð í dystinum, tá ið Hilmar Leon skoraði tvær ferðir eftir lítlari løtu, til støðuna 15-17


Aftur javnt

Hetta helt sær ikki longur enn til tíggjunda minutt, tá ið støðan gjørdist 18-18.


Liðini hildu fram at fylgjast, og Hilmar Leon helt fram at skora, men eftir slakar fimtan minuttir komu Kyndil aftur framum 21-20 eftir eitt brotskast inni á strikuni, ið vit høvdu torført við at hava tamarhald á, og vit tóku time-out.


Vit fóru út í eina eitt sindur hægri verju, og Jens kom inn, men hetta broytti ikki dystarmyndina stórvegis – ella tað gjørdi tað ikki alt fyri eitt.


Góðar fimm minuttir seinni – tá tíggju minuttir vóru eftir – var støðan 22-22, eftir at dystarferðin var lækkað nakað, orsakað av útvísingum til bæði liðini, og Kyndil tóku time-out.


Jens byrjar

Kyndil fingu lagt seg framum eftir ein retur, og vit mistu bóltin í álopinum. Nú høvdu Kyndil møguleikan at leggja sjógv ímillum, men Jens hálaði eina stórbjarging fram móti einum fríum vinstra veingi, so at Sigmundur Nolsø kundi javna í mótálopinum.


Hetta var ein lætti, tí tað var umráðandi at ikki koma afturum við tveimum, nú dysturin bert hevði sjey minuttir eftir.
Lætti tað, tá ið Sigmundur skoraði, so gjørdist tað heldur tungt tá ið navnabróðurin Sigmundur Dahl fekk sína triðu útvísing stutt eftir.


Jens heldur fram

Nú lá væl fyri hjá Kyndli, men Jens fann enn eina risa bjarging fram móti einari leysari striku, og Rúni arbeiddi væl saman við Sigmundi á strikuni, og sendi eitt langskot í málið, so at vit bráddliga vóru frammanfyri 23-24.


Jens avger

Nú lá væl fyri hjá okkum, og vit fangaðu bóltin í verjuni, men fingu ikki gagnnýtt í álopinum. Tað fingu hinir heldur ikki, tíbetur, og hóast vit bæði tveitti bóltin burtur og brendu næstu tvey álopini, so forðaði Jens enn einaferð fyri einum kyndilsmáli, tá ið hann framdi enn eina stórbjarging móti vinstra veinginum, tá ið góðir tríggir minuttir vóru eftir.


Jens hevði gjørt fortreytirnar fyri at avgera dystin góðar, og Hilmar Leon tók av, tá ið hann krossaði yvir á høgra bakk og skoraði til 25-23, samstundis sum ein kyndilsmaður mátti av vøllinum í tveir minuttir. Klokkan vísti tá 27 minuttir og 18 sekund, og Kyndil tóku time-out.


Hetta hjálpti ikki. Støðan hjá teimum var ov trupul, og í staðin vóru tað nakrir av bestu leikarunum hjá okkum í dag, ið kundi seta punktum eftir eitt gott verk.


Sigmundur Nolsø skoraði tvær ferðir, seinnu ferðina eftir enn eitt gott samanspæl við Rúna. Síðani skoraði Hilmar Leon ein flúgvara við tíggju sekundum eftir, og Jens – ímyndin av avgerðini í kvøld – tók lættliga eitt skot, so at dysturin endaði 24-28.


Órættvíst úrslit við røttum vinnara

Fýra mál á muni, gav ikki eina rættvísa mynd av dystinum, ið var púra javnur heilt til seinastu tríggjar minuttirnar. Og tað vísti flottan stríðsvilja og hugburð – og sjálvandi eisini eitt vet av hepni – at fáa hann at koppa rætta vegin.


Sera gleðiligt var tað, at áskoðarafjøldin hjálpti til, tað ið hon var ment, og tað larmaði meira og meira í høllini, so hvørt avgerðin nærkaðist.


Slíkum stuðli verður eisini tørvur á sunnudagin klokkan 16, tá ið oddaliðið Neistin kemur á vitjan í Hoyvík.
Vónandi verður maskinan væl smurd og fólk fáa koyrt á hana.

 

Dómaraseðil. (Frá Hondbóltskjaki á FB, Geir Wardum)

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com