sunnudagur, 19. november 2017

Oddastríðið óbroytt


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Sunnudagin spældu vit javnt í oddadystinum ímóti Neistanum.

Eftir vónbrótandi tapið hjá kvinnunum, skuldi mansliðið lyfta hugin í Hoyvík, tá ið oddaliðið Neistin kom á vitjan. 
Vunnu vit, so vóru vit oddalið við einum stigi. Taptu vit, so vóru trý stig upp til Neistan, so hetta var ein veruligur oddadystur, har nógv stóð upp á spæl.
Seinasti dysturin ímóti Neistanum endaði 20-20 – hetta gjørdi ikki spenningin minni.


Fleiri leikarir frískir

Enn einaferð fingu vit leikarar aftur frá skaða, nevnliga Niklas, ið hevði sitið úti nakrar vikur, og Pætur, ið ikki var við týskvøldið vegna sjúku.


Jøvn byrjan

Báðir hesir leikararnir byrjaðu eisini dystin, ið byrjaði javnt.
Eftir fýra minuttum gjørdist støðan 3-3 eftir at Ári hevði bjargað, men bólturin endaði tíverri kortini í málinum.
Hesa løtuna sóu vit eina greiða mynd av hvussu álopsspælið hjá Neistanum riggaði. Stórskjúttin hjá teimum, Rasmus Søby, stóð nevnliga fyri øllum trimum málunum, og tað var eisini hann, ið legði fyrsta trýstið í hvørjum álopið.


Hjá okkum var heldur dúvað á skjótálop, og flestu málini komu í aðru skjótálopsbylgjuni.
Rasmus helt fram, og skoraði til 3-4, og stutt eftir mistu vit bóltin so Neistin kundu leggja seg enn longur á odda. Men Ári framdi eina flotta bjarging, og stutt eftir varð mest eyðsýnti leikarin, Rasmus, útvístur.


Hetta førdi við sær at Ári javnaði í tómt mál eftir slakar níggju minuttir. Løtu seinni stórbjargaði hann aftur, so at Hilmar Leon kundi fara fram, har hann fleyg himmalhøgt og meddaði bóltin í hornið, so vit vóru á odda 5-4 og Neistin tóku time-out.


Ári heitur

Ári helt seg heitan í steðginum, og bjargaði enn einum langskoti, men í hinum endanum var málverjin eisini vaknaður, og vit brendu. Í staðin fingu Neistin skorað eitt av mongum málum frá strikuni.


Liðini hildu fram at fylgjast, og hesa løtuna tøktist dysturin at standa millum fýra leikarar: Hilmar Leon og Ára hjá H71 ímóti Rasmus og málverjanum, Nicholas, hjá Neistanum.


Hetta eydnaðist so at siga líka væl hjá báðum pørtum, tí eftir fyrsta korterið var støðan 8-8 eftir at Vilhelm fekk sítt fyrsta mál við einum góðum hoppskoti.

Liðini hildu fram at fylgjast, tó við Neistanum í oddastøðuni, til nítjan minuttir vóru farnir. Vit fingu eina útvísing, Rasmus skoraði aftur, vit brendu í mótálopinum og Neistin komu á 9-11 eftir enn eitt strikumál.


Neistin rennur undan

Sonni tók time-out, men hetta gagnaði ikki stórvegis. Eftir steðgin gjørdu vit álopsfeil og støðan gjørdist 9-12. Vilhelm og Mark gjørdu sítt til at munurin ikki gjørdist størri, tá ið teir báðir skoraðu flott langskot.
Men Rasmus syrgdi fyri at munurin ikki minkaði. Alt tóktist at fara inn hjá honum, og tá hann skoraði til 10-13 tóktist tað eins og hann ikki kundi brenna, tá ið hann onkursvegna fekk bóltin inn, hóast Ári hevði lisið skotið.


Hetta var kanska orsøkin til at Jens varð skiftur inn stutt eftir, men heldur ikki hann fekk forðað fyri at strikan hjá Neistanum skoraði ein frían kjans – við uppleggi frá Rasmusi.


Neistin tevjaðu blóð, og løgdu seg longur á odda, tá ið vit fyrst brendu ein møguleika, og síðani mistu bóltin tvær ferðir á rað. Hetta gagnýtti Neistin so at støðan gjørdist 11-16 tá einir tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki.


Stutt eftir fingu Neistin eina útvísing, og vit kundu spæla breitt, so at Pætur fekk lobbað bóltin í málið, áðrenn tað var okkara túrur at fáa útvísing, tá ið júst ein minuttur var eftir.


Tíbetur framdi Jens eina flotta bjarging móti høgra veinginum, so at vit høvdu møguleikan at minkað um munin við einum hálvum minutti eftir.
Hetta eydnaðist ikki, vit vórðu ov trýstir og brendu, so at hálvleiksstøðan var verandi 12-16.


Byrjaðu ikki væl í seinna hálvleiki

Seinni hálvleikur mundi byrjað heilt galið, tá ið vit gjørdu álopsfeil, og Neistin sendi boltin í tómt mál, men fríkastið var tikið á skeivum stað, so at vit sloppu við skrekkinum. Ístaðin kundi Jens endiliga fáa fatur á einum langskotið frá Rasmusi, og Hilmar Leon kundi stríða seg til 13-16.


Langskotið hjá Rasmusi eydnaðist tó aftur í mótálopinum, áðrenn Vilhelm helt muninum niðri við einum flottum skotið, ið rakti í stongina og inn heilt niðri á gólvinum.


Koma inn aftur í dystin

Hetta byrti eitt sindur av vón í hoyvíkingar, tí næstu løtuna sóu vit millum annað Jens stórbjarga tá ið strikan enn einaferð gjørdist frí, og løtu seinni enn einaferð tók eitt langskot frá Rasmusi. Hetta førdi við sær at munurin spakuliga minkaði niður í eitt mál – 16-17 –  eftir at vit høvdu leikt í seks og ein hálvan minutt, og Neistin tóku time-out.


Jens gjørdi sum Ári í fyrra hálvleiki, helt seg heitan og tók enn eitt langskot frá Rasmusi. Tíverri brendu vit, og Neistin fingu enn eitt strikumál eftir átta minuttum.
Nú bragdaði tó aftur í álopinum. Vit stríddust væl fyri einum returi, og Mark og Leivur kundu gera støðuna til 18-18 eftir slakir tíggju minuttir vóru farnir.


Byrja aftur at brenna

Nú vóru vit veruliga inni aftur í dystinum, og høvdu vunnið hesar tíggju minuttirnar 6-2, men so fóru vit at brenna aftur móti Nicholas í Neistamálinum.
Hetta førdi við sær at tríggjar minuttir seinni var støðan 18-20 til Neistan, eftir enn einum strikumáli og langskotið frá Rasmusi. Sonni tók time-out.


Heldur ikki hesaferð gagnaði time-outið, tí at vit brendu ein frían kjans og Neistin skoraðu av strikuni, áðrenn vit aftur mistu bóltin og Rasmus kundi økja til 18-22 eftir at vit komu inn í seinasta korterið.


Ressast aftur

Nú sá dapurt út, men vit ressaðust aftur, hildu á at stríðast, og søktu hepni tá ið Leivur fangaði ein retur og skoraði.
Stutt eftir tók Jens aftur eitt skot, og Vilhelm skjeyt eitt langskot í mótálopinum. Nicholas hevði púrasta lisið skotið og stillaði seg so langt yvir í tættaru síðina, at bólturin raktu í hann, og sprakk yvir í hin endan av málinum, og støðan gjørdist 20-22. 

Eftir enn eitt gott verjuavrik, kundi Hilmar Leon finta seg ígjøgnum til 21-22 samstundis sum hann fekk ein Neistamann útvístan, tá ið einir nítjan minuttir vóru farnir.


Gagnnýta hepni

Hepni var við okkum hesa løtuna, tí Rasmus slapp aftur til skot, men hesuferð rakti hann ikki málið. Bólturin sprakk á stongina, og Hilmar Leon fór aftur ígjøgnum í skjótálopinum, so vit bráddliga vóru komnir aftur á javnt við fýra málum á rað, og klokkan vísti tjúgu minuttir og tretivu sekund.


Og tað kundi verið enn betur hesa løtuna. Vit fangaðu eitt innspæl, og Leivur mátti síggja málverjan stórbjarga ímóti sær. Í næsta álopinum fangaðu vit hann mín sann aftur, men vóru óneyvir við einum innspæli, ið gjørdist verri av at vit í skjótálopinum vardu ov ógvusliga, so ein maður mátti út í tveir minuttir.


Kvikar hendur

Men vit høvdu kvikar hendur hesa løtuna. Fyrst fangaðu vit aftur bóltin í verjustøðu, og í mótálopinum fangaði Pætur ein returbólt, í stórum stríði við ein Neistamann, hóast Neistin als ikki vóru samdir í at vit átti bóltin.
Men tað gjørdu vit, og Mark setti eitt undirhondsskot í netið til 23-22, og vit vóru frammanfyri fyri fyrstu ferð síðani støðuna 6-5 – og hetta var enntá í undirtalsstøðu.
Hoyvíkingarnir í høllini fegnaðust stórliga um hetta, og nú avgerðin nærkaðist, hoyrdist veruliga hvussu mong vóru komin at stuðla.


Men gleðin var stokkut. Vit vóru ov seinir at skifta út, og Neistin sentraðu bóltin í tómt mál, so tað aftur stóð á jøvnum við fimm minuttum eftir at leika.
Mark hevði tó ikki gjørt seg lidnan, og skoraði eitt av hansara knøppu rennuskotum tá ið tríggir og ein góður hálvur minuttur vóru eftir at leika. Neistin tóku time-out.


Dysturin javnar seg aftur

Ein sera góð løta hjá okkum var av, har vit høvdu fangað nógv innspøl til strikuna, og forða fyri at Rasmus var komin nóg nær at skjóta. Hetta høvdu Rúni og Leivur í okkara vinstru síðu syrgt væl fyri.


Eftir time-outið var ein nýggj ætlan tó løgd. Hilmar Leon manglaði í álopinum, tá ið Rúni var inni, og tí var avgjørt at skifta hesar báðar aftur, men við Hilmar Leoni í mansverju av Rasmusi.


Hetta gav pláss hjá Neistanum at spæla breitt, og vinstri vongurin skoraði eitt av sínum fimm málum til 24-24. Hann var sera tryggur í dag.
Men vit høvdu fingið Hilmar Leon inn aftur. Og hann valdi at leypa himmalhøgt, væl uttanfyri tríggjarmeturin, og senda eina kanónkúlu í netið til 25-24, tá ið góðir tveir minuttir vóru eftir.


Men Neistin javnaðu aftur eftir lítlari løtu, hesuferð var tað eitt gott langskot frá Torkili Hentze, ið Jens einki fekk gjørt við.


Dysturin skal avgerast

Vit høvdu tó avgerðarmøguleikarnar. Men tað eydnaðist okkum ikki at spæla okkum til nakran møguleika. Hondin hjá dómaranum kom upp, og júst sum Mark hevði hug at skjóta úr einari trýstari støðu, legði Sonni grøna kortið á dómaraborðið. Tað var tá júst ein minuttur eftir at leika.


Hetta týdningarmesta álopið í dystinum skuldi avráðast, og síðumaðurin hjá mær segði at hann væntaði ein flúgvara. Men antin sóu leikarnir ikki møguleikan fyri hesum, ella var ætlanin bert at spæla Hilmar Leon upp í ein kross yvir í høgru síðu.
Tí hetta var tað, ið hendi. Men Hilmar Leon gjørdist heldur trýstur, og skotið var ikki nóg neyvt.


Í staðin sótu Neistin nú við trumfinum, og tá eini tíggju sekund vóru eftir leyp Tróndur Kragesteen upp og skjeyt eitt lúmskt skot í netið, og dysturin tóktist taptur.


Men nøkur sekund vóru enn eftir, og Vilhelm vildi og tordi at taka ábyrgd. Hann spældi aftur og fram niðan á Neistahálvuna, har hann tók trý lang fet inn eftir miðuni, og skjeyt hann í málið til stóra frøi fyri okkum hoyvíkingar.
Tvey sekund seinni var dysturin av, og javnleikurin 26-26 var veruleiki.


Vit frøddust meira um javnleikin

Neistamenn iðraðu seg helst mest um mista stigið, eftir teir í tveimum førum vóru á odda við fýra málum. Júst soleiðis kendist tað eisini hjá okkum í fyrsta dystinum móti Neistanum á Hálsi.


Tað er sjón fyri søgn, at hetta eru tvey jøvn lið, við sterkum verjum, góðum gjøgnumbrotsleikarum og tveimum veruligum stórskjúttum í Hilmar Leoni og Rasmusi Søby.
Harumframt vóru tað trý sera góð málverjuavrik, frá Ára og Jens hjá okkum, saman við Nicholas hjá teimum.
Dysturin kundi verið nógv málríkari um hesir ikki spældu so væl, tí at leikferðin var høg – serliga í fyrra hálvleiki. 
Har skulu bæði liðini eisini hava rós fyri at tey vóru røsk at renna aftur, tí har komu ikki heilt so nógv mál í fyrstu bylgjuni, sum tað hevur gjørt onkran annan dyst.


Stigatalvan byrjar at taka skap

Soleiðis sum kappingin er liðin fyrstu mánaðarnar, er nógv, ið bendir á, at bæði H71 og Neistin fara at stríðast um finaluplássini. Tó við tí fyrivarni, at hópar ofta broytist eftir jól, men í løtuni er tað uppiborið at hesi bæði liðini liggja á fremstu plássunum. Eins og tað er uppiborið at tað eru Neistin, ið hava munin í løtuni.


Men vit hava ikki toppað enn. Har er heilt vist nógv, ið kann arbeiðast við til hvønn dyst, so at liðið gerst sterkari fyri hvørja viku. Gamaní kunnu dystir, sum tann í Vestmanna, koma fyri viðhvørt, og vit fara neyvan ósigraðir ígjøgnum næstu umførini.
Men vit hava evnini at vinna á øllum – serliga við góðum stuðli frá fjepparunum í høllini.


Tí hevði verið gott, um fólk kundu komið til Kollafjarðar, at koyrt á maskinuna, um júst tíggju dagar, mikukvøldið 20. november klokkan 20.
Kollfirðingar hava reist seg aftur, og mangt bendir á enn ein truplan dyst hjá okkum, so tað er umráðandi at vit herja á og stríðast tað vit kunnu.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com