mánadagur, 4. desember 2017

Um reppið at tað ikki eydnaðist


FTZ, H71-StÍF 32-31(18-13)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Vit vóru frammanfyri allan dystin, men endaðu við enn einum gysara, har vit megnaðu at halda stríðandi standingar frá enn einum javnleiki

Eftir vónbrótandi ósigurin mikukvøldið skuldu vit reisa okkum aftur á heimavølli ímóti StÍF í dag.

 

Seinasti dysturin millum hesi liðini var eisini eitt vónbrot fyri okkum, tá ið vit loyvdu strandingum at stríða seg til ein javnleik eftir at hava verið á odda allan dystin.

 

Vónað varð, at liðið hevði lært av hesum og tí fór at møta upp til allan dystin hesaferð.

 

Ári og verjan byrja væl

Verjan var so undir øllum førum tendrað og fekk hildið strandingum frá stórum møguleikum tey fyrstu trý álopini, samstundis sum tað eydnaðist Hilmar Leoni og Marki at leggja okkum á odda frá byrjan.

 

Leikferðin høg

Eftir at einir sjey minuttir vóru leiktir, vóru strandingar tó komnir betri inn í dystin, og støðan gjørdist 4-4.

 

Hesir sjey minuttirnir fóru fram við einari øgiligari leikferð, har enn fleiri mál kundu verið skotin, men bjargingar frá Ára og mistir bóltar í okkara álopum forðaði fyri hesum.

 

Eisini var merkisvert, at strandingar vardu sera høgt á Hilmar Leoni, og stundum var talan um eina reina mansverju.

 

Honum eydnaðist tó at skjóta mál við brotskasti, og eisini sjálvur at slíta seg ígjøgnum og sjálvur vinna eitt brotskast.

 

Hetta setti Pætur í netið til 6-4, og støðan helt sær eina løtu við einum og tveimum málum á muni.

 

Eftir slakar tíggju minuttir fingu StÍF møguleika at javna í skjótálopi, men hesum forðaði ein stórspælandi Ári fyri, tá ið hann framdi eina stóra bjarging úr fríari støðu.

 

Vit økja

Mark økti í staðin tvær ferðir til 9-6. Hetta ímóti eini sera høgari verju, ið tað eydnaðist okkum at koma ígjøgnum. StÍF góvu bóltin sera skjótt upp sum vanligt og minkaðu umgangandi um munin til 9-7. Hetta fekk okkum at taka okkara fyrsta time-out.

 

Hetta gagnaði okkum væl, tí Ári helt fram at bjarga, verjan fangaði bóltar, ein strandingur varð útvístur, umframt at Leivur og Hilmar Leon øktu til 11-7.

 

Vit hildu leiðsluna eina góða løtu, og tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, var støðan 13-9. Hetta var tó ikki bara at fegnast um, tí Hilmar Leon lendi illa eftir eina takkling og tóktist at hava rættiliga ilt í beininum. Hann fór beinleiðis út til fysioterapeutin, Bartal, at verða kannaður.

 

Málturkur

At Hilmar Leon er umráðandi fyri álopið hjá okkum sást aftur næstu løtuna, tí nú kom ein av okkara tiltiknu málturkum fyri. Tíbetur helt Ári okkum aftur hesaferð inni, og syrgdi fyri, at støðan var tann sama teir næstu fimm minuttirnar.

 

Hann fekk tó einki gjørt við at strandingar settu eitt brotskast í netið til 13-10, men Pætur gjørdi tað sama í hinum endanum, tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir at leika.

 

Vit fingu eina útvísing eftir hetta, og strandingar fingu aftur minkað um munin til 14-11, men undirtalsstøðan eydnaðist væl, og Vilhelm og Rúni syrgdu fyri, at støðan varð 16-11, tá ið hálvur annar minuttur var eftir.

 

Frá málturki til málveitslu aftur

Málturkurin var sanniliga av seinastu løtuna áðrenn hálvleik, tí at fyrst skoraðu strandingar til 16-12, samstundis sum vit fingu eina útvísing, Pætur svaraði aftur beinanvegin, sama gjørdu hinir, og í seinastu sekundum fekk Mark givið okkum eina 18-13 leiðslu til hálvleiks.

 

Ein hálvleikur, ið var farin fram í einari ótrúligari leikferð, ið hevði við sær, at nógv mál vóru komin í teimum fyrstu skjótálopsbylgjunum. Skipaða álopsspælið riggaði tó einki serligt í báðum endunum, og vit fegnaðust um, at tað eydnaðist okkum at halda strandingar til langskot í flestu førum.

 

Strandingar hava tó góðar og stórar skjúttar, men teir vóru ikki betri enn Ári í dag, tí hann las allarflestu royndirnar, ið komu frá teimum.

 

Vit mintust dystin á strondum

Hetta var tó ikki fyrstu ferð í ár, at vit vóru frammanfyri við seks málum móti strandingum, so eingin kendi á sær, at dysturin var avgjørdur.

 

Men ein freistaðist til at halda, at hetta kundi gerast ein tryggur sigur, tí vit byrjaðu seinna hálvleik sera væl.

 

Mark legði fyri við einum av sínum signaturskotum, og løtu seinni kom Jens inn og tók eitt brotskast.

 

Liðini skiftust at skjóta mál, og eftir einar níggju minuttir var munurin framvegis sjey mál, 23-16, og fult tamarhald tóktist vera á dystinum.

 

Fara at tveita burtur

Men næsta hálva minuttin sóu vit nakað, ið vit hava sæð fyrr í ár. Í tveimum álopum á rað tveittu vit bóltin burtur, og støðan var brádliga 23-18.

 

Sonni var árvakin og tók time-out beinanvegin fyri at fáa skil á aftur.

 

Stórskjúttin hjá strandingum vaknar

Tað eydnaðist tó aftur strandingum at minka um munin, við einum málið frá Sveini Justinussen, og munurin helt sær á fýra málum eina løtu.

 

Sveinur tóktist av hava funnið røttu skotini at snýta Ára nú, og eftir tveimum málum frá Sveini afturat var munurin minkaður niður í 25-22.

 

Hesa løtuna varð avgjørt at royna Jens í málinum eina løtu, og Hilmar Leon kom inn aftur, eftir at hava fingið viðgerð fyri beinið.

 

Jens framdi tvær góðar bjargingar, og vit byrjaðu at skora aftur.

 

Tríggar ferðir á rað skoraðu vit, so at ein væl leikandi Pætur fekk økt til 28-22, og nú sá veruliga gott út.

 

Tekniskt brek

Við støðuni 29-23, tá ið júst tíggju minuttir vóru eftir at leika, komu tekniskir trupulleikar fyri við hallarklokkuni. Hetta gjørdi at ein steðgur kom í dystin, meðan arbeitt var á trupulleikan.

Hetta mundi gagna strandingum best, tí at vit vóru greitt omaná hesa løtuna.

 

Høg strandaverja

Teir skiftu eisini verjuætlan hesa løtuna, og fóru at verja sera høgt. Hetta riggaði umgangandi, og teir fingu skotið mál í skjótálopið. Men vit svaraðu aftur, tá høga verjan gav Sigmundi Nolsø ein sonevndan ein-móti-einum møguleika, ið hann væl avgreiddi til 30-24.

 

Vit loystu uppgávuna væl móti høgu verjuni til at seks minuttir vóru eftir at leika, tá ið vit gjørdu eitt brotskast og fingu eina útvísing. Brotskastið varð sett í netið til 31-26, og støðan gjørdist skjótt verri.

 

Vit spældu sum vant uttan málverja í undirtali, men vit mistu tvær ferðir bóltin til høgu verjuna, og bolturin endaði báðar ferðirnar í tóma málinum.

 

31-28 tá ið fýra og ein hálvur minuttur var eftir.

 

Dysturin avgjørdur... ella?

Pætur fekk økt eftir brotskast, so at vit vóru frammanfyri við fýra, tá ið fýra minuttir vóru eftir, og nú mátti dysturin vera avgjørdur, hildu vit.

 

Men nei. Strandingar noktaðu at leggja kongin, og tá ið góðir tríggir minuttir vóru eftir, minkaðu teir aftur eftir brotskast, samstundis sum vit fingu eina útvísing. Gleðisrópini frá strandingum lótu ongan iva vera um, at teir høvdu trúnna á at fáa okkurt burturúr hesum dystinum.

 

Trúgv teirra gjørdist ikki minni av, at vit brendu í næsta álopinum, men Ári bjargaði tíbetur í mótálopinum. Bólturin endaði tó á strandahondum, og teir fingu spælt yvirtalsspæl, so at støðan nú var 32-30. Einir tveir minuttir vóru nú eftir.

 

Men okkum tørvaðu helst bert eitt mál fyri at avgera dystin, og vit fingu spælt okkum til skot. Men málverjin hjá strandingum var fyri, og tá ið knappur minuttur var eftir, høvdu strandingar aftur skorað til 32-31. Nú var veruliga fjáltur á hoyvíkingum.

 

Veruliga avgerðin

Tá ið 42 sekund restaðu í av dystinum, tóku vit time-out. Endamálið var greitt: Vit skuldu ikki missa enn ein sigur burtur móti strandingum.

Ætlanin at forða fyri hesum var at spæla eitt langt álop og lata tíðina ganga út.

 

Undir nýggju reglunum fyri drál, ber til at spæla leingi, um tú bara ikki ger seks avleveringar.

 

Hondin hjá dómaranum kom skjótt upp, vit framdu so fáar avleveringar sum gjørligt og fóru heldur inn í takklingar, so at fríkast varð dømt fleiri ferðir, meðan klokkan spakuliga gekk.

 

Klokkan varð steðgað, tá ið ellivu sekund vóru eftir, og søgan endurtók seg. Vit fóru inn, vórðu takklaðir, og aftur varð tíðin steðgað. Nú vóru tvey sekund eftir, og Mark tveitti ein høgan bólt inn móti málinum, so at tíðin fór, meðan bólturin var á lofti.

 

Eg eri ikki nakar góður dómari, men haldi meg vita okkurt um, at hetta kann revsast eftir hondbóltslógini í dag.

 

Dómararnir sóu tó einki galið, og dysturin var av. Vit høvdu megnað at steðga strandingum at stríða seg til eina stigið.

 

Tað eydnaðist, men tað var um reppið

Hetta eftir ein dyst, har vit enn einaferð vóru ov óneyvir, tá ið á stóð, og gjørdu ov nógvar villur í álopinum, tá ið vit komu undir trýst.

 

Men verjan stendur væl, og Ári stendur sera væl í løtuni. Tað tóktist í løtum, sum at skjúttarnir hjá strandingum ikki tordu at skjóta uttanífrá, og hetta hjálpti okkum at leggja okkum so greitt fram um í hálvleikinum, at tað akkurát gjørdist ov trupult hjá strandingum at koma afturíaftur.

 

At vit gera nógvar tekniskar villur er lætt hjá mær at siga sum áskoðari, tí at slíkar fara sjálvandi at koma fyri, tá ið leikferðin er so høg, sum hon er.

 

Hugsandi er eisini, at um vit fóru at spæla við minni váða, so hevði eg eisini gramt meg um tað.

 

Heldur er vónin, at liðið so við og við eftir fleiri og fleiri dystir megnar at finna røttu javnvágina millum váða og villur.

 

Hvussu gongst hesum fáa vit svarað næsta sunnudag klokkan 16, tá vit aftur síggjast í Hoyvíkshøllini til dyst móti ársins sólskinssøgu í deldini, Team Klaksvík.

 

 

Dómaraseðil.

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com