sunnudagur, 10. desember 2017

Góð kensla hóast tap


Hvonn, H71-VB 22-26 (11-13)


Skrivað hevur: Jón Højsted

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo

Lagt var upp til ein spennandi dyst, eftir at síðsti dysturin millum liðini í Hoyvíkshøllini var rættiliga javnur, hóast okkara lið tapti.

 

Vit fingu eina góða byrjan, har bæði álop og verja spældu væl, og Fía fekk tvey skjót mál. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men tá ið 8-10 vóru farnir, byrjaðu feilir at koma, eins og manglandi initiativ og hugflog var í álopinum. 

 

Hetta hevði við sær, at VB fór nøkur mál framum, og var støðan 2-5, tá ið venjarin valdi at taka sítt fyrsta time out. Hetta hevði ikki stóra ávirkan á liðið, og tá ið støðan var 5-9, avgjørdi Sonni at taka seinna time out’ið. Tá vóru uml. 20 min. farnir.

 

Liðið broyttist positivt eftir hetta, og tað sást aftur í úrslitinum, ið skifti frá 5-9 til 10-10 eftir lítlari løtu.

 

Hálvleiksstøðan var 11-13.

 

Byrjanin í seinna hálvleiki var sera jøvn, og fyrsta løtan var bæði góð og undirhaldandi. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, og tá var støðan 20-20. Hesa løtuna koyrdu bæði verja og álop væl. 

 

Síðstu løtuna mistu okkara tó takið, og var tað serliga álopsparturin, ið steðgaði upp. Sonni valdi at biðja um time out, tá okkurt um 25 minuttir vóru farnir, og tá var støðan 20-24. 

Tað lukkaðist tó ikki at venda dystinum, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at vit ikki hesa løtuna høvdu marginalarnar við okkum. Dysturin endaði við støðuni 22-26. 

 

Sum heild kann sigast, at hóast vit taptu, var kenslan hjá okkum, ið sóu dystin, at úrslitið eins væl kundi verið tað øvuta, tí liðið spældi fult upp ímóti VB. 

 

Tað er týðiligt, at okkara gentur støðugt menna seg, og tað er einki at ivast í, at við verandi menningargongd verður tað ikki leingi – kanska longu næsta kappingarár – at liðið fer at liggja í ovaru hálvuni í kappingini.

 

Hjá VB var tað serliga nr. 11 Mathilde, ið skaraði framúr. Hon var ein støðug hóttan, og hon skeyt eisini flest mál – íalt 9. 

 

Hjá H71 var tað Eva Barba, ið við 6 málum fekk flest mál. 

 

Dómarar til dystin vóru Kristian Eli Zachariassen og Arnbjørn Hansen.

 

Dómaraseðil  (Petur Dahl, Hondbóltskjak á Facebook)

 

Myndir frá dystinum kanst tú síggja her á in.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com