30. desember 2017

Lundaspelen er liðugt á hesum sinni


Lundaspelen er liðugt fyri hesa ferð hjá H71.

Í kvøld koma hálvthundrað hoyvíkingar aftur til Hoyvíkar - móð, men sum heild væl nøgd eftir at tey hava kappast í kappingini Lundaspelen í Svøriki síðani 2. jóladag.

 

H71 valdi at luttaka í hesari kappingini fyri at fáa nakrar góðar dystir, við góðari mótstøðu, soleiðis, at okkara leikarar kundi meta seg ímóti leikarum frá øðrum londum.

 

Samaunumtikið kunnu vit staðfesta, at føroyskur ungdómshondbóltur er á góðari leið. Avrikið hjá øllum 4 H71 liðunum er góðkent, og eitt nú gentur 14 og 16 stóðu seg kanska nakað betri, enn vit tordi vóna frammanundan. Tær spældu seg til 1/8 parts finaluna, har tær tó gjørdust ov stuttar.

 

Dreingir 14 komu í ein sterkan bólk og vóru ikki hepnir í lutakastinum. Teir vunnu tó tveir dystir og spældi ein javnan. Eisini eitt góðkent avrik.

 

Vónirnar til okkara dreingir 15 vóru stórar, áðrenn teir fóru avstað. Teir gjørdust nummar 2 av 150 liðum í summar, tá teir luttóku í Partille Cup, so hesa ferð var greiða málið at gerast nummar 1.

 

Hetta eydnaðist uttan stórvegis trupulleikar. Bert í tí  eina dystinum í ¼ finaluni fingu teir verunliga stóra mótstøðu men vunnu tó við 3 málum. Finalan var ikki serliga spennandi, og okkara dreingir lótu ongantíð nakran iva verða  um, at gullið skuldi við til Hoyvíkar í kvøld. Finalan varð vunnin 19-7, onki minni.

 

Hjartaliga tillukku !!!!

 

Myndin oman fyri er D15-liðið.

Aðrar myndir kanst tú síggja í myndasavninum her til høgru.

 

Væntandi kemur bussurin við luttakarunum til Hoyvíkshøllina klokkan 21:30 í kvøld, leygarkvøld.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo