hósdagur, 11. januar 2018

Enn ein eyðmýking


FTZ, Kyndil-H71: 25-13 (14-7)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Vit dugdu ikki at skjóta mál móti Kyndli.

Mansliðið varð avhølvað seinasta leygarkvøld, og sviðin var so meinur, at dystarfrásøgnin kundi ikki skrivast fyrr enn fleiri dagar aftaná.


Leygarkvøldið var eitt kanska heldur serstakt umfarð á skránni í FTZ-deildini. Heldur long tíð var liðin siðani seinasta umfarið fyri jól, og long tíð verður til næsta umfarð, ið verður eftir landsliðssteðgin og steypakappingina.


Í jólasteðginum hevur manshondbólturin verið merktur av landsliðsvenjingum, og hetta kanska serliga hjá H71, ið hava havt fleiri leikarar við umframt venjaran.
Tí kundi tað hugsast, at tíðin at fyrireika seg til dystin móti Kyndli leygardagin, ikki var so góð, sum hon kundi verið.


Vit vóru stórfavorittar

Tó var eingin ivi um, at H71 vóru stórfavorittar til dystin. Liðið lá eittans stig frá fremsta plássinum og spældi fyri at halda seg í oddinum saman við Neistanum. Kyndil lógu undan dystinum fjórfremst og høvdu stríðst við, at teir hava havt ein heldur smalan hóp í ár, serliga í høgru síðu.


Høgra síðan hjá Kyndli var tó styrkt við Davidi Edvardsen, ið sást gera seg til reiðar í upphitingini.
Høgra síðan hjá H71 var ikki minni styrkt, tí ein av størstu profilunum í deildini seinastu tvey árini, Peter, gjørdi seg til reiðar at spæla sín fyrsta dyst, eftir hann var komin heim aftur til Hoyvíkar. Hetta minkaði ikki um favoritt-leiklutin hjá okkum.


Eg sjálvur hevði, saman við makkaranum, sett meg við notesbókini hjá mær og fegnaðist um, at Ári framdi eina bjarging í fyrsta álopinum. Eg og makkarin høvdu tó sett okkum millum summi, ið als ikki vóru samhugaði, og vit fingu átalu frá kyndlafólkinum kring okkum hvørja ferð, at vit fegnaðust ov nógv um góðar støður hjá hoyvíkingum.


Lítið at fegnast um

Tað skal so sigast, at ikki var neyðugt við nógvum av hesum átalum, tí har var ikki nógv at fegnast um hetta kvøldið. Yvirhøvur ikki.


Gaman í komu vit fram um 0-1 við einum brotskasti, men síðani sóu vit ongantíð ferilin av nakrari leiðslu. Álopið riggaði út av lagið illa. Bóltar vórðu tveittir burtur, og skot vóru brend, so at Kyndil kundu uttan trupulleikar renna undan, hóast teir ikki spældu við høgari leikferð.


Støðan gjørdist 5-1 til Kyndil eftir tíggju minuttir, og vit máttu taka time-out. Eftir hetta sóu vit fyri fyrstu ferð Peter á vøllinum, men heldur ikki hann hepnaðist við nøkrum, og hóast vit skoraðu enn eitt brotskast, so høvdu Kyndil ongar trupulleikar av okkum. Teir hildu fyrst fýramálsleiðsluna fram til 8-4, øktu síðani til 10-4 og hildu fram at økja, so at teir kundu fara til hálvleiks við leiðsluni 14-7.


Ein út av lagið ringur hálvleikur móti einum Kyndlaliðið, ið ikki tøktiskt ræðandi, men vardu væl, høvdu ein sera góðan málverja og spældu við nógvum toli í álopinum, ið ofta endaði við máli.


Batnaði einki í seinna hálvleiki

Har skuldu heilt aðrir bollar á suppuna í seinna hálvleiki, og eg og makkarin høvdu framvegis trúnna á, at hetta kundi eydnast, men nei. Tað vóru kyndilsviðhaldsfólkini rundan um okkum, ið kundu fegnast eftir hvørt einasta álop.


Kyndil øktu til 18-7, áðrenn vit fingu svarað aftur fyrstu ferð, til fánýtis. Í roynd og veru noyddust Kyndil ikki at skjóta nakað mál, tí at tá avtornaði, so høvdu vit í øllum dystinum bert fingið 13 mál. Eitt færri enn Kyndil fingu í fyrra hálveiki.
Dysturin endaði nevnliga við 25-13 sigri til Kyndil, og er hetta eitt søguliga ringt úrslit. Eg minnist so ikki, nær besta mansliðið hjá okkum hevur skorað so fá mál.


Kyndil fingu tó heldur ikki so ólukksáliga nógv mál. Bert 25. Hetta er orsakað av, at teir ikki spældu við so høgari leikferð, og at seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum fekk verjan hjá H71 sett eitt sindur av einum proppi í, tá teir stríddust væl í verjuni fyri at bøta eyðmýkingina eitt sindur.


Eyðmýking

Men ein eyðmýking var tað. Uttan iva. Eg og makkarin sótu við reyðum kjálkum, meðan lógvabrestirnir rungaðu frá kyndilsfólkinum kring okkum. 
Hetta var ikki stuttligt. Tað kendist sum at fáa trekt tennirnar, eina fyri og eina eftir. Og júst tá tú heldur tað er liðugt, so verður ein afturat trekt. Og samstundis sita fólk rundan um teg og rópa fagnaðarróp, hvørja ferð trekt verður.


Soleiðis var tað millum áskoðararnir, og eg tori ikki at hugsa um, hvussu hetta hevur verið hjá leikaranum. Stuttligt hevur tað ikki verið.
Eg prátaði við makkarin um, at eyðmýkingini kundi gerast so stór, at menn fóru at spæla harðligt í maktarloysinum, men hetta hendi tíbetur ikki. Góður ítróttarandi valdaði hóast eyðmýkingina, men tað vóru tóm eygu, ið sóust á leikaranum, tá dysturin var av.


Sjálvsálitið fekk ein dyggan smeit, ið seint verður gloymdur, og spurningurin er, um hann skal tað.


Upp við høvdinum aftur

Tað snýr seg um at nýta hetta avrikið konstruktivt. Nú kenna vit botnstøðið. Tað er lágt. Tað lægsta vit hava sæð í fleiri ár, men tá trupulleikarnir eru so eyðsýndir, sum teir vóru leygarkvøldið, so er eisini lættari at fara at arbeiða við teimum. So latið okkum vóna, at hesin dysturin fer at loysa fleiri trupulleikar, enn hann hevur skapt.


Eitt er tó vist: Um menn skulu koma fyri seg sálarliga og finna stríðsviljan fram aftur, so krevur tað góðan stuðul frá okkum viðhaldsfólki. So latið okkum vísa leikaranum, at vit framvegis hava álit á teimum, næstu ferð teir fara á vøllin. Tað verður í steypakappingini, eftir at landsliðið hevur avgreitt sína kapping. Eg skal viðganga, at eg í løtuni ikki veit nær og móti hvørjum tað verður, men heimasíðan sigur frá, tá vit nærkast.


Vit koma aftur!

 

 

Dómaraseðil.

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com