mánadagur, 15. januar 2018

Flott úrslit


Hvonn, Neistin-H71: 22-26 (12-12)


Myndir: Jan Sørensen

Sunnukvøldið spældi okkara besta kvinnulið dyst móti Neistanum í Ítróttarhøllini á Hálsi.

Úrslitið bleiv onki minni enn ein flottur sigur til okkara Hvonn-lið.

 

Dysturin var javnur í málum, tí vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni. Og tað var báðar vegir.

Tað var ikki fyrr enn heilt móti endanum, tá einir tveir minuttir vóru eftir, at H71 fór fram um við fyrst trimum og at enda fýra málum.

 

Ongin verunlig dystarfrásøgn er frá dystinum, tíanverri.

 

Men Jan Sørensen var í høllini og fekk nakrar frálíkar myndir heim við. Legg serliga merki til stóru smílini á okkara leikarum í endanum av dystinum.

Til høgru her á síðunu kanst tú fara inn á myndasavnið hjá okkum at síggja allar myndirnar.

 

Dómaraseðil.

 

Úrslit og støðuna í Hvonn-deildini kanst tú síggja her.

 

Nú verður ein steðgur í landskappingini, nú steypakappingin av álvara fer í gongd.

 

Okkara kvinnur skula spæla fyrsta dystin móti VÍF sunnudagin 21. januar. Dysturin verður í Vestmanna klokkan 14:30.

 

---

Tað eru nógvar myndir í myndasavninum hjá okkum á Flickr. Tú kanst fara inn á savnið her.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com