22. januar 2018

Svart og gult tann 17. og 18. feb. 2018


Nei, tað er ikki NSÍ, vit tosa um ;)

Tá seinasti leygardagur var av, var greitt, at heili 8 lið hjá H71 hava spælt seg í Faxe Kondi steypakappingina.


Sostatt verður svart klædda felagið úr Hoyvík umboðað á gula gólvinum í øllum steypafinalunum hjá U12, U14, U16 og U18 tann 17. og 18. februar. 2018 – ja bæði gentur og dreingir.


Í fimm av finalunum møta vit Neistanum. Gentur og dreingir 18 spæla leygardagin aftan á kvinnu- og mansfinaluna, og tey yngru spæla sunnudagin, har gentur 10 plaga at byrja.


Hálvfinalurnar hjá U10 skulu spælast tann 3. februar í Gundadalshøllini. Klokkan 13:25 er hálvfinalan hjá gentum 10,  har H71 a møtir VÍF. Og klokkan 15:50 er hálvfinalan hjá dreingjum 10, har Neistin a møtir H71 a. Tá eiga vit at møta fjølment at stuðla okkara liðum í royndini at gera okkara eldru børnum kynstrið eftir.
 

G 18: H71 - Neistin
G 16: H71 - Neistin
G 14: H71 - Neistin
G 12: H71 - StÍF
 

D 18: H71 - Neistin
D 16: H71 - Neistin
D 14: H71 - Kyndil/Ía
D 12: H71 – VÍF

 

---

Myndirnar til hesa greinina eru av G16, sum júst har hava vunnið 18-17 í einum gysara av einum dysti móti Stjørnuni.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo