24. januar 2018

Ein must-win dystur vunnin


FexeKondi memm, H71-KÍF: 27:25 (15-11)


Skrivað hevur: Helgi Hildarson Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo

Áskoðararnir vóru betri nøgdir við vunnu stigini enn við spælið.

Vegna piparball var vanligi skrivarin ikki í høllini leygardagin, so tí má lítlibeiggin, ið eisini er størri hondbóltsserfrøðingurin, taka um endan og skriva frásøgnina hesuferð. 


Steypakappingin er skotin í gongd, og vit hava fingið tvey stig. Ofta verður tosað um, at tað ikki noyðist at vera flott og elegant, men at stigini eru tað, sum telur. Soleiðis upplivdi eg tað ikki í Hoyvíkshøllini leygardagin. Nógv tos, um at vit ikki duga at “lukka” ella “drepa” dystin, var á áskoðaraplássunum. Tvey stig eru tvey stig, men vit áskoðarar eru, sum leikararnir eisini eru, ongantíð nøgd. Hetta er eisini tað, sum teknar eitt topplið.


Skert lið møtti upp í Hoyvík

Kollfiðringar møttu upp við einum skerdum liðið, men hetta sást ikki aftur á úrslitinum. Eg taldi upp í fýra leikarar, sum Kíf ikki høvdu við orsakað av skaðum. Teir kempaðu væl, hóast teir so at siga spældu við somu monnum nærum allan dystin. Teir hava nógva orku og geva ongantíð upp. Hesum verða vit noydd at taka hattin av fyri. 


Dysturin byrjar javnt. Liðini skiftast um at skora, og eftir átta minuttir er støðan 4-4. So byrjar Jens at taka. Han tekur skot aftaná skot. Tó gongur ikki líka væl í hinum endanum. Vit spæla okkum til góðar møguleikar men megna ikki at umseta tað til mál. Men tolin trívst, og vit halda fram at verja væl. Nú bragdar í álopinum. Vit fanga bóltar í verjuni og skora. Peter skorar til 9-4. At Peter er komin aftur sæst væl aftur í spælinum. Verjan stendur betur, enn hon hevur gjørt seinastu tíðina, og tað letur upp fyri einum meira fjølbroyttum kontraspæli. Ein fasa sum eftir mínum tykki hevur manglað seinastu tíðina. 


Strikuspæl í høgum klassa

Sigmundur Nolsø, sum var við A-landsliðnum í Itala, spældi ein góðan dyst. Hann screenaði væl og fekk nógvar bóltar at arbeiða við. Hann fekk eisini skapt væl av plássi til bakspælararnar, og eitt nú Mark útnyttaði hetta serliga væl. Eitt framúr gott avrik hjá sterka strikuspælaranum, sum sær út til at vera komin í góðan form. 


Vit leggja okkum á odda 12-6, tá Sigmundur hegnisliga fær lagt bóltin í málið. Her sá út, sum at vit kundu fara frá. Men nú vaknaðu teir reyðu. Teir skora, og vit fáa ikki runnið frá teimum, sum eg hevði varhugan av fór at henda. Magnus Müller skorar frá høgra bakki beint áðrenn hálvleik og minkar um munin til 15-11. Tað vóru ikki nøgdir hoyvíkskingar, sum fóru út í skiftingarrúmið í hálvleikinum. 


Kollfirðingar hanga í

Í seinna hálvleiki byrja liðini við at skiftast um at skora. Tá ið tíggju minuttir vóru spældir, minkaði Hans Eli um munin til 21-17. Kenslan var hóast alt góð á áskoðaraplássunum. Nógv skuldi ganga galið, um vit skulu blaka tað eina ella bæði stigini burtur. Ikki tí at fýra mál eru nógv í hondbólti, men serliga tí at vit høvdu spælt við breiddini, ímeðan teir reyðu høvdu brúkt nógva orku. 


Hallur Biskopstø, sum hevur verið niðri í lestrarørindum, gjørdi sítt “comeback” í hesum dystinum, og tað gjørdi hann væl. Hann kom inn við góðari ferð og hevði nakrar góðar fríspælingar, umftramt at hann vardi væl. Hetta verður heilt víst ein styrkur hjá okkum restina av árinum. 


Vit slaka

Miðskeiðis í seinna hálvleiki koma kollfiðringar aftur í aftur. Jaspur í málinum hjá teimum tekur nógvar bóltar, og vit slaka í verjuni. Seliga er tað Magnus Müller og Hans Eli, sum geva okkara verju og málmonnum nakað at hugsa um. Teir minka um munin til 23-21.


Teir byrja at mansverja Peter, og hetta eydnast teimum væl. Okkara mótspæl var at spæla 7 ímóti 6. Hettar eydnaðist okkum bæði væl og minni væl. Tó eru tað teir reyðu, sum koma best burturúr hesi løtuni, tí tá fimm minuttir eru eftir at leika, er støðan 25-24. 


Men eitt mál frá Hilmar Leoni og ein tekniskur feilur hjá KÍF gav okkum aftur yvirtakið. Í hesi løtuni hendi eisini tað, at venjarin hjá Kíf fekk tað reyða og bláa kortið úr lummanum hjá dómaranum. Ikki veit eg, hvat varð sagt, men tað sá ikki út, sum at dómarin var í iva.

 

Nú spældu vit í yvirtalið í tveir minuttir, og tá Andor skorar til 27-24, er dysturin so at siga avgjørdur. Vit enda við at vinna dystin 27-25, og vit á áskoðaraplássunum vórðu betri nøgd við tey tvey stigini, enn vit vóru fyri spælið. Mark vísti seg í gamla lagnum aftur, har hann eftir mínum tykki avgørdi dystin úti í okkara høgru álopsíðu. Nógvar fríspælingar og umráðandi mál komu frá ársins leikara 2015. 


Ein týdningarmikil sigur fyri okkara menn, sum hava vónir um at sleppa at spæla steypafinalu tann 17. februar og harvið gera mongu ungdómsliðunum eftir. Nógv av okkara ungu dreingum og gentum hava nevnliga spælt seg í steypafinalurnar longu nú.

 

 

Myndir frá dystinum eru her á in.fo og her á jn.fo.

Vit hava ïkki fingið fatur á nøkrum dómaraseðli, tíverri.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo