mánadagur, 12. februar 2018

Vit eru í steypafinaluni!


Neistin-H71: 18-21 (9-7)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Eftir eina trilvandi byrjan í álopinum, fingu vit sett hol á Neistamálverjan í seinna hálvleiki.

Sunnudagin hittust Neistin og H71 í nýggju høllini á Hálsi til seinnu hálvfinaluna í ársins steypakapping.


Vit møttu upp við einum lítlum fyrimuni, eftir at hava vunnið 27-25 í Hoyvík fyrr í vikuni, men dysturin var framvegis púra opin, so lagt var upp til ein spennandi og tættan dyst, eins og undanfarnu dystirnir millum hesi liðini høvdu verið í ár.


Tí var tað eisini stúgvandi fult av fólki í nýggju, heldur trongu høllini, har ið eg og makkarin stóðu millum aðrar hoyvíkingar í eina horninum, og har ið vit høvdu trupult við at síggja allan vøllin, og ikki minst klokkuna. Rómurin var tó góður í horninum, og tað varð rópt nógv og hart, eins og og tað varð millum sitandi áskoðarnar.


Allir menn til reiðar – og tó

Vit sóu tó meginpartin av upphitingini og kundu staðfesta, at stóri Neistaleikarin, Rasmus Søby, gjørdi seg til reiðar saman við liðfeløgunum, eftir at hann hevði  drigist við skaða í fyrra dystinum.


Hjá okkum vóru so at siga allir til reiðar, hóast stórspælarin frá fyrra dystinum, Hilmar Leon, sum vant gjørdi eyka nógv av at hita akslarnar upp. Hann hevur spælt við smáskaðum meginpartin av árinum, so har skuldi farast varliga fram.


Neistin tekur fyrimunin frá okkum beinanvegin

Dysturin byrjaði við, at tað eydnaðist Rasmusi Søby at koma til skot, men tað brast í stongina til frøi fyri okkum. Frøin var tó stokkut, tí eftir góðar seks minuttir vóru vit aftanfyri 3-0, eftir at vit høvdu trupult við at koma gjøgnum Neistaverjuna;  Nicholas í Neistamálinum hevði tamarhald á langskotunum frá Peteri í tveimum umførum.


Her var okkurt, ið ikki riggaði, og Sonni tók time-out, hóast ikki nógv var farið av dystinum.


Hetta bøtti um, og Mark kundi skjóta okkara fyrsta mál stutt eftir. Eisini í verjuni fingu vit betri fatur og trýstu Neistamenn til eitt ómøguligt skot, áðrenn Mark enn einaferð minkaði um munin til 3-2.
Neistin svaraði aftur, men beint aftan á skjeyt Peter sítt fyrsta mál í dystinum.


Hesa løtuna var leikferðin høg, og støðan gjørdist 5-3 eftir lítlari løtu, áðrenn verjunar báðar fingu fatur aftur.


Vit høvdu møguleikan at minka um munin aftur, tá ið vit fingu okkara fyrsta brotskast í dystinum. Tað tók Nicholas. Hetta fór ei heldur at vera hitt seinasta.


Vit fingu nevnliga stutt eftir enn eitt brotskast, men enn einaferð var Nicholas fyri. Hetta gjørdi, at Neistin kundu økja til 6-3, hóast teir vóru í undirtali.


Munurin helt sær til 7-4 tá ið vit høvdu leikt í fimtan minuttir. Fá mál higartil, og tey gjørdust ikki nógv fleiri.


Tann obligatoriski málturkurin

Tí nú gjørdist dysturin ein sannur verjudystur, og eingi mál komu í hvørgum enda næstu løtuna. Hjá okkum var Jens komin inn, og fekk forðað fyri langskotum, meðan verjan fekk steðgað gjøgnumbrotunum.
Eftir einar tjúgu minuttir fingu vit høvi at minka um munin við okkara triðja brotskasti í dystinum, men Nicholas bjargaði somuleiðis sítt triðja brotskast so at støðan var framvegis 7-4.


Eftir knappar 23 minuttir var málturkurin av, og Neistin øktu til 8-4.
Tað kundi verið enn verri, men Jens framdi eina stórbjarging tá ið Neistin fóru í púra frítt skjótálop.


Vit skifta nógv í álopinum

Í álopinum hjá okkum ásannaðu vit, at vit ikki fingu skotið hol á Nicholas uttanifrá og fóru tí at spæla við teimum smærru leikarunum í bakketuni, ið kallaðist Rúni – Hallur – Hans Kári, tað sum eftir var av hálvleikinum. Hetta eydnaðist ikki so galið, tí at Hallur fekk minkað um munin til 8-5, og Neistin tók time-out, tá ið fimm og ein hálvur minuttur var eftir.


Neistin skoraði stutt eftir time-outið til 9-5 við einum skoti, ið ikki átti at verið vandamikið, men sum kortini endaði í málinum.


Verjan og Rúni fáa okkum inn aftur í dystin

Alt tøktist at eydnast hjá Neistamonnum, men vit fingu tíbetur fatur í teimum aftur, tað ið eftir var av hálvleikinum.


Neistin skoraði ikki fleiri mál, meðan vit fingu tvey í seinastu løtuni, eftir enn ein lítlan málturk. Tað fyrra eftir at Rúni legði eina sera fiksa fríspæling til Sigmund Nolsøe, og tað seinna eftir at Rúni legði eina eins fiksa spæling innum verjuna til Leiv, ið fleyg himmalhøgt og legði bóltin í málið, so at vit fóru til hálvleiks við støðuni 9-7.


Tað var eingin ivi um, hvørjum skuldi arbeiðast við í steðginum, tí verjuavrikið var góðkent, men álopsavrikið var út av lagið vánaligt. Leikararnir tøktust ørkymlaðir um, hvussu teir skuldu skjóta móti Nicholas, ið mundi hava tikið meginpartin av skotunum hjá okkum – ikki minst øll trý brotskøstini.


Skjúttarnir inn aftur

Frá byrjan í seinna hálvleiki skiftu vit eisini skjúttarnar hjá okkum, Mark, Hilmar Leon og Vilhelm inn á bakkarnir, meðan Peter bert spældi í verjustøðu at byrja við.
Mark var óheppin at raka stongina í fyrsta álopinum, men Jens helt muninum niðri við enn einari stórbjarging úr fríari støðu. 


Peter fær ikki mál

Tí kundi Peter fara við í skjótálopið, har hann fintaði seg frían og endiliga aftur fekk bóltin fram við Nicholas. Men málið taldi ikki. Dømt var fyri brotskasti áðrenn, og hetta hóvaði okkum ikki, soleiðis sum Nicholas hevði havt tamarhald á teimum í dag.


Men kanska høvdu vit tosað um, hvussu skuldi skjótast í steðginum, tí hesaferð eydnaðist tað Hilmar Leoni at skjóta bóltin í málið. 9-8.


Vit fingu møguleikan at javna stutt eftir í skjótálopi, tá ið Peter enn einaferð gjørdist fríur. Men bólturin sprakk á stongina. Hetta tøktist ikki at vera dagurin hjá Peteri.
Í staðin vórðu vit revsaðir í hinum endanum, tá ið vongurin hjá Neistanum skoraði eitt spískt skot.


Løtu seinni minkaði Hilmar Leon aftur um munin við brotskasti, so at støðan gjørdist 10-9, áðrenn Neistin enn einaferð skoraðu úr spískum. Peter vildi framvegis royna at gera seg galdandi í hinum endanum og fekk sett bóltin í málið, men enn einaferð varð floytað áðrenn. Hesaferð fyri fríkasti, og Peter tøktist ikki sørt ørkymlaður um, hvussu tað skuldi eydnast honum at skjóta mál.


Tað eydnaðist hinvegin Neistanum at økja til 12-9 eftir tíggju minuttum, og ein sat við kensluni av, at antin Hilmar Leon ella Peter máttu eydnast við langskotum, fyri at vit kundu venda dystinum til okkara fyrimun.


Peter fær hol á

Hendan vónin tóktist at ganga út. Tað eydnaðist endiliga Peteri at skora frá høgra bakki við einum hørðum skoti, og hóast Neistin økti aftur eftir einari løtu, so vaks sjálvsálitið hjá Peteri og restini av liðnum. Peter slapp aftur ígjøgnum við eini fintu, so at støðan gjørdist 13-11. Vit vunnu bóltin beint eftir, og Hilmar Leon hepnaðist við at skjóta mál í skjótalopinum.


Neistabonkurin sá vanda á ferð og tók time-out, eftir at góðir fjúrtan minuttir vóru farnir. 13-12.


Á odda

Neistin var darvaður av, at Rasmus ikki fekk spælt nakað serligt, og vit valdu at verja sera høgt á Tróndi Kragesteen. Hetta hepnaðist væl, tí stutt eftir time-outið vunnu vit aftur bóltin, og hann endaði í skjótálopin hjá Peteri, ið fekk javnað til 13-13.


Verjan helt fram við at standa sera væl, Peter setti eitt langskot í netið, og vit vóru á odda fyri fyrstu ferð. 13-14.


Vit kundu økt enn meira, men Nicholas helt lív í Neistavónini við einari stórbjarging, áðrenn Neistin aftur tók time-out. Bert tveir og ein hálvan minutt aftan á seinasta time-outið.


Peter spælir seg glóðheitan

Teir gjørdu av at royna seg við at spæla sjey móti seks í álopinum, og hetta eydnaðist teimum væl, tí at teir javnaðu við einum góðum málið av vinstra veingi.


Men í hinum endanum hevði Peter fingið ferð á sína høgru hond og legði okkum aftur á odda við einum kanónskotið av vinstra bakki.


Vit hildu fram at verja væl, og Peter sendi enn eitt skot við høgru inn aftanfyri Nicholas. 16-14.
Neistin svaraði aftur og kundu eisini javnað, men hepni var við okkum, tí bólturin fór í stongina.


Í staðin helt glóðheiti Peter fram og setti enn eitt langskot – hesuferð við vinstru hond -  í netið. 17-15 eftir at vit høvdu leikt í 22 minuttir.


Einki avgjørt

Men dysturin var langt frá avgjørdur. Høgni, Vinstri vongurin hjá Neistanum lobbaði bóltin í málið,  áðrenn Pætur royndi at gera honum kynstri eftir í hinum endanum. Nicholas hevði tó lisið royndina og fekk fatur á bóltinum.
Í staðin fekk Høgni enn ein møguleika, men Ári hevði hesaferð lisið hann og forðaði fyri, at tað skuldi gerast javnleikur aftur.
Nicholas fann stutt eftir eina bjarging fram móti Peteri, og vit sótu við kensluni av, at tað var júst hetta, ið kundi venda dystinum aftur til fyrimun fyri Neistan.


Vit vóru hepnir, at Neistin enn einaferð sendi eitt skot á stongina. Vit tóku eitt time-out, tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir.


Eftir time-outið fann Peter aftur høgru hondina fram og skjeyt enn eitt langskot í málið. Neistin svaraði aftur alt fyri eitt. 17-18 og einki var avgjørt.


Neistin trýsti okkum væl, men Hans Kári fann onkursvegna (hann fer helst at siga, at tað var við vilja) Pætur púra frían á strikuni, so at støðan gjørdist 17-19. Nú sá gott út, við fýra minuttum eftir at leika.


Ári sløkkir seinasta neistan

Neistin royndi at svara aftur, tá ið teir lumpaðu verjuna og sendu ein frían flúgvara av bakkinum, men Ári sprellaði og traff bóltin væl við fótinum. Ein stórbjarging, ið møguliga tók vónina frá neistamonnum. Seinasta fjaraði longri burtur, tá ið Hilmar Leon setti eitt brotskast í málið til 17-20, tá ið einir tríggir minuttir vóru eftir.


Allarseinasta neistavónin brast, tá ið Ári enn einaferð bjargaði og sendi bóltin í tómt mál til 17-21.


Dysturin var púrasta avgjørdur við tveimum og einum hálvum minutti eftir. Rómurin var øðiligur okkara megin, og øll, sum elskaðu Hoyvík, hoppaðu nú. Seinastu tveir minuttirnir fingu vit fagnað leikaranum fyri finauplássið, og bert eitt mál kom afturat í dystinum. Tað vóru Neistamenn, ið pyntaðu endaliga úrslitið til 18-21. Vit høvdu leikt okkum í steypafinaluna fyri triðu ferð á rað.


Mótstøðuliðið verður Kyndil, ið basti VÍF í hinari hálvfinaluni, og verður leiktur sunnudagin 18. februar.


Vit venda nærri aftur í vikuni, um upphiting til finaluna.

 

 

Dómaraseðil.

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com