fríggjadagur, 2. mars 2018

Fyrsta stigið á Missión: FM avgreitt


FTZ, H71-KÍF: 27-23 (15-14)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen/in.fo

Mikukvøldið fór mansliðið hjá okkum aftur í holt við landskappingina.

Eftir vónbrotið í steypafinaluni er nú eittans mál fyri framman: at spæla seg í finalurnar, og síðani seta vit nýtt mál um at vinna tær.


Fyrsta stigið á hesi árásarferð var móti kollfirðingum í Hoyvík, ið komu á vitjan við einum feskum ósigri móti klaksvíkingum í viðførinum.


Hóast okkara viðføri innihelt hugtungu steypafinaluna, so máttu vit sigast at vera favorittar. Serliga tá hugt varð eftir stigatalvuni.


Skerdir

Tó vóru vit nakað skerdir. Vit vóru uttan báðar okkara føstu málverjar – Jens var burturstaddur, og Ári var lagstur sjúkur, so Johan fekk møguleikan at standa sum fyrsti málverji. Hetta untu vit honum væl, hóast tað var ivasamt, hvussu støðið var, eftir at hann hevði havt so langan steðg frá dystum í bestu deildini. Men vit vita, at hann er ein dugnaligur málverji.


Aftur at málverjunum var eingin Hilmar Leon at síggja, og hetta var eisini nakað, ið skapti iva í okkum viðhaldsfólk, eftirsum at Hilmar Leon hevur staðið við so ovurstórari ábyrgd alla fyrru helvt av kappingarárinum.


Eg frætti, at hann situr úti við skaða og væntast ikki aftur fyrr enn um nakrar vikur.


Jøvn byrjan

Men menn komu í mans stað, og dysturin leikaði javnt á fyrstu løtina, har vit hildu fast í leiðsluni hjá kollfirðingum. Og eftir átta minuttir vóru vit fyri fyrstu ferð á odda, 4-3 tá ið Leivur avgreiddi eitt gott skjótálop, eins og Pætur hevði gjørt stutt frammanundan.

Nú vóru tað kollfirðingar, ið eltu leiðsluna hjá okkum. Liðini skiftist at skora, so at støðan gjørdist 5-4, men so fekk verjan enn eitt snarálop til vega, ið Peter avgreiddi til 6-4.


Vit renna undan

Verjan og snarálopini riggaðu sanniliga hesa løtuna, tí stutt eftir fangaði Pætur bóltin og sendi Rúni frían, so at støðan var 7-4 aftan á góðar tíggju minuttir. Og vit hildu fram at halda ferðina. Gaman í eydnaðist tað hinum at skora, men vit góvu skjótt bóltin upp, og aftan á tríggjar spælingar fintaði Peter seg púra frían og skoraði til 8-5.

 

Kollfirðingar svaraðu enn einaferð aftur, og stutt eftir mistu vit óprovokerað bóltin í álopinum. Í hinum endanum fekk Johan sínar fyrstu tvær bjargingar, men dómararnir dømdu fríkast og vístu ein sera ónøgdan Mark av vøllinum í tveir minuttir. Triðju ferðina, at kollfirðingar fingu møguleikan í hesum álopinum, eydnaðist teimum heldur ikki at skora. Verjan fekk fatur á bóltinum, og Peter kundi enn einaferð fara í skjótálop, so at støðan gjørdist 9-6. Men so steðgaðu vit upp.


Mistøk loyva kollfirðingum inn aftur

Fýra ferðir á rað mistu vit bóltin í álopinum, og kollfirðingar megnaðu at revsa okkum tvær ferðir, so at dysturin aftur gjørdist javnur. 9-9. Og vit vóru enntá í yvirtali hesa løtuna, tá javnandi málið kom.
Vit fótaðu okkum aftur, tá ið Pætur skoraði til 10-9, men nú sloppu vit ikki longur fram um. Støðan helt sær til einir 22 minuttir vóru farnir, og Johan framdi eina bjarging. 


Ógvusligur skaði

Sum vera mann, so var Pætur skjótur avstað, men okkurt gekk galið. Eg sá ikki reiðiliga, um hann traðkaði skeivt, ella um hann rann saman við annan leikara, men brádliga lá hann við nógvari pínu í fótinum og mátti berast av vøllinum. Pínan var ógvuslig, tað sást á honum, og tað bendi á, at skaðin var ein av teimum ringu. Vónandi kemur hann fyri seg.


Liðini fylgjast aftur

Um tað var skelkurin av óhappinum hjá Pæturi er óvist, men kollfirðingar fingu lagt seg fram um aftur stutt eftir hendingina, tá ið teir settu eitt brotskast í netið til 10-11

 

Eftir hetta fylgdust liðini. Tá ið vit skoraðu, skoraðu hinir í mótálopinum, og tá ið teir brendu, brendu vit eisini.


Vit fingu brotið gongdina eitt vet og skorað tvær ferðir á rað við Marki og Andori, so at tað vóru vit, ið høvdu munin fyri tað mesta.

 

Leikferðin var rímiliga høg, álopini vóru stutt, og flestu av okkara málum komu í aðru bylgjuni. Peter skjeyt seinasta málið í hálvleikinum, áðrenn kollfjarðaverjan var komin upp á pláss, og tíðin gekk undan hjá teimum stutt eftir. Sostatt var hálvleikur, og støðan var nú 15-14 til okkum.

 

Eitt góðkent álopsavrik og ein hin málríkasta hálvan hjá okkum í langa tíð. Verjan stóð heilt hampuligt, og við eitt sindur meira hepni hevði Johan tikið eitt sindur fleiri skot uttanífrá. Men vit fangaðu bóltar og Johan var skjótur eftir bóltinum, um hann so lá í málinum, ella um hann bjargaði, og vit fingu spælt skjótt upp hvørja ferð, og fingu flestu málini á henda hátt.


Byrja aftur javnt

Liðini lógu púra jøvn fyrstu minuttirnar av fyrra hálvleiki. Gongdin frá seinna hálvleiki helt fram, og aftan á 12 minuttir var støðan 19-19 eftir eina nakað trilvandi byrjan frá okkum, men har verjan helt okkum á jøvnum føti við hinar. Vit høvdu eisini broytt verjuskipan til eina 5-1 verju, har Sigmundur Dahl lá høgt á vøllinum og órógvaði bakketuna hjá kollfirðingum.

 

Vit hildu fram at fylgjast, og enn einaferð var tað aftan á skjótálop, at vit vóru best. Tað lá sera væl fyri at koma til kjansir við ferð, um so kollfirðingarnir skoraðu ella brendu, og støðan gjørdist 23-21 til okkum eftir einar átjan minuttir. Serliga avgreiddi Andor fleiri skjótálop hesa løtuna. 


Leggja sjógv ímillum

Vit komu enn longur fram um aftan á einar tjúgu minuttir, tá ið Peter fann Mark á strikuni í eini yvirtalsstøðu, og tað tøktist, sum møguleikin at avgera dystin var til staðar. Avgerðin nærkaðist av álvara, tá Andor enn eina ferð í skjótálopi skoraði til 25-21. Men einki var í pottinum enn.


Eftir eina bjarging frá Johan høvdu vit møguleikan at drepa dystin heilt, men vit brendu í fríari støðu, og stutt eftir var bólturin í okkara netið. Hendan støðan byrti eina seinastu vón í kollfirðingum. Vónin gjørdist ikki minni av, at vit enn einaferð brendu frían møguleika, og hóast vit ikki vórðu revsaðir alt fyri eitt, so gjørdu vit enn eitt mistak í álopinum, so at støðan gjørdist 25-23 við eini trimum minuttum eftir at leika.


Hetta er í pottinum

Men so bragdaði hjá okkum. Peter skjeyt eitt mál burturúr ongum, og kollfirðingar brendu í mótálopinum. Eitt ráðaleyst KÍF-lið legði seg høgt á vøllin fyri at royna at fiska bóltin, men hetta eydnaðist ikki. Eftir eitt innspæl til Leiv, sum var farin í yvirgongd, varð dømt útvísing og brotskast. Og eftir at Peter hevði sett hetta í netið, so kundu vit byrja at røra í pottinum.


27-23 og dysturin var av

Eitt góðkent fyrsta stig móti FM-finalunum í einum dysti, har vit sótu við kensluni av, at tamarhald var á. Serliga orsaka av góðu verjuni.


Serliga hugaligt var tað at síggja Johan spæla seg inn í dystin í seinna hálvleiki, og hvussu verjan stóð framman fyri hann. Hetta úrslitaði í mongu skjótálopunum, ið vunnu okkum dystin. Eisini var tað hugaligt at síggja Andor vera tryggan bæði á vonginum og í skjótálopi, og hann prógvaði, at hann er til reiðar at traðka til, um skaðin hjá Pæturi er ov ringur.


Júst hesin skaðin var avgjørt hitt minst hugaliga, vit sóu í dystinum í kvøld. Vit vóna og ynskja Pæturi alt tað besta.


Vit síggjast á Skála

Skjótálopunum – um tey so vera avgreidd av Andori, Leivi ella Pæturi – verður eisini tørvur á sunnudagin, tá mansliðið spælir á Skála móti StÍF. Ein sera trupul dystur, ið krevur dyggan stuðul frá okkum viðhaldsfólkum.

 

Vónandi síggjast vit har.

 

 

Fleiri myndir eru her á in.fo.

Vit hava tíverri ikki fingið fatur á nøkrum dómaraseðli.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com