mikudagur, 14. mars 2018

Góð avrik í seinastu viku


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Ein væleydnað vika hjá mansliðnum - Kvinnuliðið spældi væl, men tapti

Í farnu viku tóku vit tvey sera týðandi fet á okkara árásarferð móti finalunum.


Tveir útidystir vóru á skránni, og vit høvdu fingið fulla úrtøku, tá ið vikan var av.


Eg sjálvur var upptikin av arbeiðsørindum til báðar hesar dystir, so tí verða ikki tær vanligu frásagnirnar skrivaðar hesaferð.


Vunnu í Vestmanna

Mikukvøldið leiktu vit móti VÍF í Vestmanna. Hetta var ein dystur, ið hevði sera nógv at siga. Vestmenningar kundu við sigri lata kappingina upp aftur, og vit hava havt tað trupult í fleiri førum móti vestmenningum í ár. Vit taptu fyri teimum á heimavølli í steypakappingin, og so var tað eisini hasin óhugnaligi dysturin í november í fjør, tá ið vit máttu heim við halanum millum beinini, eftir at teir høvdu givið okkum ein ógvusligan avsmurning.


Í mínum arbeiðsørindum fekk eg stundir at fylgja við á Rás2, og hetta var kærkomið, tí nervarnir høvdu ikki loyvt mær at arbeitt nakað annars.


Fyrri hálvleikur var javnur, og tað eydnaðist at ota okkum fram um 12-13 beint áðrenn hálveik. Í útvarpsfrásøgnini var eitt navn, sum gekk aftur í hesi hálvuni: Ári Dam. Ári spældi upp til sítt besta og helt okkum so at siga einsamallur inni í dystinum, meðan vit trilvaðu eitt sindur í verjuni at byrja við. 


Ingi Olsen segði í samrøðu eftir dystin, at hetta var tað, ið avgjørdi dystin.


Í seinnu hálvu fekk verjan eisini betri fatur, og hetta gjørdi, at vestmenningar bert fingu níggju mál afturat, meðan vit fingu fjúrtan. Altso eisini eitt heilt gott álopsavrik.


Álopið var fjølbroytt, og vit fingu mál úr fleiri ymiskum støðum, men serliga bakketan við Rúna, Mark og Peter var eyðsýnd.


Eg havi hug at taka Rúna serliga fram. Hann tykist at trívast sera væl í leiklutinum sum vinstri bakkur, har hann skoraði bæði langskot og gjøgnumbrot, eins og hann hevur eitt serligt evni at spæla viðleikarar fríar.


Tá eg kom heim, setti eg meg at hyggja gjøgnum dystin á Youtube-rásini hjá VÍF, og har sá mann millum annað, hvussu Rúni spældi ein viðleikara leysan á strikuni við einar ”hygg-burtur”-fintu. Sera flott.


Liðini fylgdust annars allan dystin, men seinasta korterið settu vit propp fyri í verjuni, eftir at vit tóku time-out. Tá var støðan 20-21 til okkum. Vit øktu síðani til 20-23, og vestmenningar tóku time-out. Hetta fekk tó ikki steðgað okkara leikarum, tí vestmenningar dugdu ikki at skora, vit sloppu at renna við teimum, og stutt fyri leiklok høvdu vit økt upp í 20-26, áðrenn hinir fingu svarað aftur.


Dysturin endaði 21-27, og var ein sera sannførandi sigur at enda.

 

Vunnu eisini í Klaksvík

Sunnudagin skuldi liðið so til Klaksvíkar at halda fram á leiðini í finalurnar. Eingin útvarpaði, so eg mátti frætta eftir dystin, hvussu leikur var farin. Hann var farin væl fram. Vit vunnu 22-33.


Tað fyrsta vit frættu, var at Andor var dagsins leikari. Hann skoraði eisini heili níggju mál.


Næstur Andori á mállistanum var Peter, ið fekk átta mál. Øll úr opnum spæli.


Sonni segði eftir dystin, at hann var sera væl nøgdur við, at liðið fekk “strammað skrúvuna”, sum hann tók til.


Tað eru vit viðhaldsfólk eisini nøgd við. Vit hava longst eftir greiðum sigrum í ár, og eg hugsi, at hetta er væl og virðiliga hin greiðasti munurin, vit hava vunnið við í hesum kappingarárinum.


Samanumtikið tveir sera fløvandi sigrar í vikuni, og liðið tók tvey risafet móti FM-finalunum. Fetini vóru so stór, at liðið helst skal seta sær nýtt mál nú. Nú snýr tað seg um at taka fyrsta plássið í grundspælinum, fyri at fáa tann fyrimunin tað gevur í finalunum.


Tó mugu vit ikki selja nakað skinn enn. Vit hava framvegis fimm dystir eftir at leika, og vinna vit ikki móti Kyndli leygardagin kl 18:00, so lata vit kappingina um finaluplássið upp aftur. Vit eru tó í eini støðu, har vit kunnu - og eiga - at greitt spæla okkum í finaluna. Eisini sum vinnarar av grundspælinum.


Vit koyra á maskinuna, tað ið eftir er av kappingini.


Kvinnuliðið tapti, men vísti gott spæl

Okkara besta kvinnulið var eisini í eldinum í síðstu viku og var tíverri fyri tveimum ósigrum.


Í Vestmanna mikukvøldið gjørdist úrslitið 36-30 til VÍF, og í Vági sunnudagin taptu vit 27-20.


Hesir báðir dystirnir vóru móti ávikavíst fremsta og triðfremsta liðnum í kappingini, og úrslitini bera boð um, at vit vóru væl við í stórum pørtum av dystunum báðum.


Eg haldi ikki eg geri okkara megnarkvinnur firtnar, um eg sigi, at talan var um heiðurlig tap. Har er heilt víst nógv, ið tær kunnu taka við sær frá hesum báðum dystunum til endan av kappingini, og ikki minst næsta kappingarár. 


Kvinnurnar skulu móti endanum av kappingini stríðast við Neistan og Stjørnuna um fjórða plássi. Og tey vóru fá, ið høvdu væntað, at liðið longu skuldi vera komið so langt longu í fyrsta kappingarárinum í bestu deildini. Enn færri høvdu væntað, at liðið fór at spæla seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, og úrslitini í ár bera boð um, at unga liðið avgørt er á rættari leið.


Næsta stigið á leiðini er leygardagin 16:30 móti næstfremsta liðnum í kappingini, Kyndli.


Vónandi síggja vit nógv fólk til báðar dystirnar leygardagin. Bæði liðini hava stóran tørv á okkara stuðli.

 

---

Dómaraseðil frá Hvonn-dystinum móti VÍF

Dómaraseðil frá FTZ-dystinum móti VÍF

 

Dómaraseðil frá Hvonn-dystinum móti VB

Vit hava ongan dómaraseðil  frá FTZ-dystinum í Klaksvík.

 

Dómaraseðlarnir eru frá bólkinum Hondbóltskjak á Facebook.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com