23. mars 2018

Hesaferð fingu vit hol á Kyndilsverjuna


FTZ, H71-Kyndil: 31-23 (18-10)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Málhýrurin hjá mansliðnum helt fram móti Kyndli, ið mátti fara úr Hoyvík við einum greiðum tapi fyri vælsmurdu hoyvíksmaskinuni.

Kyndil kom á vitjan í Hoyvík seinasta leygardag, og var hetta ein sera avgerandi dystur fyri landskappingina. Kyndil kundi halda lív í vónini um finalupláss, um teir megnaðu at vinna á H71, eins og teir høvdu gjørt í steypafinaluni.


Hesum møguleikanum fóru teir eisini eftir, og høvdu eitt nú flogið stórspælaran Tummas Paula Hanussarson heim úr Danmark at spæla.


Vit eru skerdir

Á H71-liðnum vantaðu bæði Hilmar Leon og Pætur framvegis vegna skaða, meðan bæði Leivur og Vilhelm høvdu kent seg noyddar at luttaka í námsferð uttanlands.  


Men aðrir traðkaðu til og fingu hevnt steypatapið.


Koma skjótt fram um

Dysturin var ikki javnur leingi. Aftan á fimm minuttir var støðan gaman í 3-3, eftir at Peter hevði skorað tvey mál, men eftir knappar tíggju minuttir høvdu vit økt um munin til 8-3, og vit mistu ongantíð leiðsluna aftur.


Peter skoraði eftir vild, samstundis sum Ári og verjan foraðu øllum royndum móti málinum. Flestu av okkara málum komu eftir skjótálop.


Vit hildu fram at økja, og eftir fyrsta korterið tók Kyndil time-out, aftan á at Hallur hevði skorað tvær ferðir, umframt at hann stutt frammanundan spældi Sigmund Nolsø frían við einari fiksari avlevering. 


Sterka bakketan við Mark, Halli og Peteri, stuðlað av Rúna og Andori, ið løgdu trýst á veingirnar, helt fram allan hálvleikin á tamb. Rúni smekkaði eitt skot í trýkantin og inn, tá ið fimm sekund restaðu í av hálvuni, og gjørdi støðuna til 17-10.


Vit halda fram í seinna hálvleiki

Liðini skiftust at skora í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Kyndli at minka eitt vet um munin við einum flottum langskotið tá ið fimm minuttir vóru farnir og støðan ar 20-15.


Mark og Hallur svaraðu tó aftur við at hvør í sínum lagið finta seg fríar, so at støðan var 22-15. Stutt eftir hetta tóku Kyndil time-out og fóru at royna seg at spæla við sjey monnum í álopið.


Men einki fekk steðgað okkum hendan dagin. Eftir tólv minuttum høvdu vit økt upp í tíggju mál: 25-15.

 

 

Debutantur á vøllin

Stutt eftir hetta kom fingu vit eitt nýtt andlit at síggja á liðnum, tá ið Andrias kom á vøllin at spæla vinstri bakkur. Eg hugsi, at hetta vóru hansara fyrstu minuttir í bestu deildini, og eftir stuttari løtu gav hann ábendingar um, at hetta ikki verða teir seinastu, tá ið hann setti eitt flott langskot í málið til  26-17.


Løtu seinni vísti hann eisini góðan hondbóltsheila, tá ið hann spældi Sigmund Nolsø frían, so at støðan gjørdist 27-20.

 

(Red: mær er fortalt, at Andrias fyrstu ferð var inni longu í dystinum móti Team Klaksvík 10. mars. Kanska tann, sum veit, viðmerkir tað her undir greinini)


Jens forðar fyri øllum spenningi

Kyndil fekk munin niður á seks mál, men so meldaði Jens seg inn í dystin. Hann stongdi fullkomliga málið. Hann loyvdi bert einum málið inn seinastu sjey minuttirnar ella so, so at støðan gjørdist 31-23, tá ið lítið var eftir. Kyndil fekk ein møguleika afturat í seinastu sekundunum, men Jens pilkaði eisini hendan bóltin, og dysturin var av.


Aftur ein greiður sigur

Enn ein greiður sigur, har skrúvan hjá Sonni bleiv strammað. Vit spurdu á heimasíðuni eftir dystin móti StÍF, um tað kanska fór at gerast ein tendensur at skora so nógv mál, og tað má sigast at so er.


Úrslitið er fýra greiðir sigrar á rað, og ikki kann sigast annað enn, at liðið tykist væl tunað til kappingarendan.


Maskinan er væl smurd, og vit fjepparar fara at gera okkara til, at koyrt verður á hana.

 

 

Dómaraseðil FTZ-dysturin H71-Kyndil

 

Dómaraseðil Hvonn-dysturin H71-Kyndil

 

Tíanverri var ongin myndatakari í Hoyvíkshøllini leygardagin, og av tí sama hava vit onga mynd frá dystunum hendan dagin.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo