týsdagur, 27. mars 2018

Hoyvíkshólmur


Skrivað hevur: Marjun Arge Simonsen

Myndin ovast: Hoyvíkshólmur í dýrdarveðri. (Mynd: Lív Arge Simonsen)


Hoyvík er ein vøkur bygd. Ikki minst er Hoyvíkshólmur við til at seta sín sermerkta dám á bygdina. Í Hoyvík verður hann vanliga bara nevndur Hólmurin. Sambært matrikulkorti er víddin á Hólminum 5.299 m2, og áður hevur hann verið eitt veðrafrælsi. – Í Indberetninger fra en rejse i Færø 1781 og 1782 eftir J.C Svabo stendur at lesa:”Højvig, en gaard, har 18 marker jord, men udmarken tilfælles med Sund. Her er ein liden inviig, og tæt uden for samme en liden Holm, der græsser et faar, ...”. Poul Wang, ið hevði festið í Hoyvík 1967-1977, hevði eina ferð tvey heimalomb í Hólminum (1966-67), og tað hilnaðist væl. Men seinni varð Hólmurin friðaður fyri seyði. Tað var Páll Vang, ið sat sum landsstýrismaður 1980-1985 og hevði eitt nú landbúnaðarmál um hendi, ið tók hesa støðu.


Stór ódn var veturin 1899-1900, og tá leyp norðari endi á Hólminum (stundum nevndur Ovari Nakkur). Frammanundan var ein fløttur norðuri á. Eftir tað bar ikki til at rógva millum Steinarnar og Hólmin í Sundinum. Tað sigst, at her áttu nakrir av teimum seinastu hiplingunum í Føroyum. Hiplingur er ein fuglur, ið líkist skarvi. Hiplingur er avoyddur í Føroyum, men vónandi fer hann at byggja aftur her á landi.


Eystari endi á suðurendanum á Hólminum, t.e. landsynningshornið, nevnist Nakkurin. Tá ið farið verður oman ella niðan gjøgnum fjørðin, verður vanliga farið á Nakkin ella gjøgnum Sundið, t.e. um suðurrendan á Hólminum ella gjøgnum Hólmasund.


Í kvæðinum Gøtuskeggjum eftir Jens Hendrik Djurhuus (1799-1892) verður sagt frá, hvussu seinastu gøtuskeggjarnir komu av døgum. Her verður Nakkurin nevndur í 29. ørindi. Gøtuskeggjar eru her á veg til Skúvoyar, tí Sjúrður Tollaksson ætlaði sær at biðja um Sigmunds einkju til bróðurin Tórð lága. Har stendur:


Eystfall millum nesja var, 
landnyrðingur blæsur,
brimið nógv á landið gekk,
streymur í Nakkin vasar.

 

Hetta sigur okkum, at Nakkurin í Hoyvíkshólmi hevur verið eitt kent staðarnavn, ikki minst tá ið øll ferðing millum oyggjarnar var eftir sjónum.


Ein viti er á Hólminum. Hann varð settur upp í 1939. Vitin í Hólminum er statsviti, so tað er Søfartsstyrelsen, sum eigur og rekur hann. Tað eru 26 statsvitar í Føroyum. Harumframt eru einir 50-60 vitar, sum annaðhvørt eru kommunalir vitar ella hoyra undir Landsverk. – Vitin í Hoyvíkshólmi er nú av glastrevju, men hevur upprunaliga verið av stáli. Upplýsingarnar hjá Søfartsstyrelsen um vitan í Hoyvíkshólmi eru: “Plastfyr” og “Hvidmalet med rødt bælte”. Hæddin er 3,5 m og tvørmátið 2 m. Vitin lýsir 1:4, t.e. eitt sekund lýsir hann, og 4 sekund er hann sløktur. Ljósmegin er 470 cd (candela). Tað hvíta ljósið sæst frá 7,5 fjórðingum. Í 2002 varð sólfatur sett uttan á vitan; áður varð hann rikin við gassi.


Tað var Føroya skipara- og navigatørfelag, sum heitti á Fiskivinnunevndina um at seta ein vita annaðhvørt á Hoyvíkshólm ella Byrgistanga. Fiskivinnunevndin tók undir við áheitanini. Í Løgtingstíðindum 1. jan. 1937 stendur niðurstøðan at lesa: “Udvalget er enigt med Føroya skipara- og navigatørfelag om, at det, med den efterhaanden stærkt forøgede Trafik, er paakrævet at anbringe et mindre Fyr enten paa Hoyvíkshólm eller Birgistanga. I Storm og daarligt vejr er denne Sejlads i Natmørke forbundet med stor Fare for Skib, Mandskab og Passagerer, idet man som oftest er nødsaget til at holde sig nær til nævnte Pynt (Holm), da man længere ude i ubestemt Afstand fra Kysten som Regel er udsat for svære Braadsøer, foraarsaget af stærk Strøm ved syd- og østlige Vinde.”


Sum kunnugt er eitt ternubøli í Hólminum. Gamalt er, at ternan kemur á halvarðsøku, t.e. 15. mai. Í bútíðini verjir ternan økið, og hon hevur lyndi til at stoyta seg eftir fólki, sum leita sær út á Byrgistanga. Krianin av teimum hoyrist langa leið. Bert um ternudimmið er stilt. Øll eru vit góð við ternuna, og ikki má farast út í Hólmin, meðan hon verpur, klekir og elur pisuna.
Av og á kemur rotta í Hólmin, men tíbetur hevur eydnast at týna hana hvørja ferð. Er rotta í Hólminum, kemur einki undan hjá ternuni.


Í Dagblaðnum 3. juni 1947 stendur í einum broti um Hoyvíkshólm (helst er tað Maurentius Viðstein, ið hevur skrivað): “Tað hevur altíð verið lívligt at farið á Nakkin í góðum veðri og á Sundið í summarmjørka. Ternan hevur ikki bert sett sín dám á leiðina dygst við land, út um Fles og á Nakkin um summarið, men tað hevur verið so lívgandi fjálgt fyri ungfólk úr fuglaleysum stað at koma hagar, ið fuglurin letur og flýgur.”

 

Ferðalag avmyndað á Kýrbergi 1895. Í baksýninum Hoyvíkshólmur og Hólmasund. (Mynd: Tjóðsavnið)

 

 

*) Nakkur: høgt (for)berg, ofta slætt omaná og bratt niðurfyri. Orðið kemur bara fyri í staðarnøvnum.

 

Heimildir:
Búnaðarstovan, Frammi í Dal, Kollafirði. 
Dagblaðið, 3. juni 1947 (Maurentius Viðstein). Tórshavn.
Georg Jacobsen, Søfartsstyrelsen.
Hanus Vang, fyrrv. bóndi í Hoyvík.
Janus Mohr, Hoyvík.
Janus Mohr. Lív og lutir. Frásagnir úr Hoyvík og av Hvítanesi. Hoyvík 1974.
J.C. Svabo: Indberetninger fra ein Reise i Færøe 1781 og 1782. København 1957.
Jens-Kjeld Jensen, ph.d.h.c, Nólsoy.
Løgtingstíðindi. 1. jan. 1937. Tórshavn.
Matrikuldeildin á Umhvørvisstovuni. Argir.
Mourits Mohr Vang, Hoyvík (nú: Norðskála).
Nýggja kvæðabókin, 2. bók. Tórshavn 1997.
Rasmus Joensen, Tórshavn.
Søren Sørensen og Dorete Bloch: Fuglar í Norðurhøvum. Tórshavn 1990.

 

 

 

Marjun Arge Simonsen er cand.phil. í noðurlendskum,
serstakliga føroyskum, máli og bókmentum.
Les eisini á www.ordafragd.com.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com