30. mars 2018

Eru á rætta støðinum áðrenn finalurnar


FTZ, Neistin-H71: 25-32 (12-17)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Vit vunnu greitt á Neistanum í undansýning til finalurnar.

Tað vóru tvær fegnar manningar, ið møttu upp í høllini á Hálsi seinasta mikukvøld. Týskvøldið taptu vestmenningar fyri Kyndli, og hetta merkti, at tað nú er endaliga staðfest, at FM-finalurnar skulu standa millum Neistan og H71. Hesi bæði liðini skulu so kappast um tann fyrimunin, tað gevur at enda á fremsta plássi í grundspælinum, og fyrsti dysturin í hesari kappingini var so mikukvøldið.


Vit vildu tað meira

Tað var líkt til, at vit høvdu betri hug á hesum fremsta plássi, tí verjan byrjaði sum eitt óløgi og fekk í samstarvi við einum stórspælandi Ára forðað fyri øllum Neistaroyndum teir fyrstu minuttirnar. Hetta gjørdi, at vit við fleiri skjótálopum kundu leggja okkum á odda 0-4, áðrenn Neistin fyrstu ferð skoraði.


Eftir at Peter økti aftur til 1-5, tók Neistin sítt fyrsta timeout, eftir at níggju minuttir vóru leiktir. Og næstu løtuna royndi Neistin seg við sjey móti seks spæli. Hetta bøtti um møguleikarnar hjá teimum í álopinum, men vit hildu fram at spæla gott álopsspæl, so at munurin ongantíð gjørdist minni enn trý mál.


Tað eydnaðist  okkum eisini at revsa sjey móti seks spælinum við tveimum skotum í tómt mál. Tá ið Rúni sendi hetta seinna skotið í netið til 5-11 eftir knappar fimtan minuttir, tók Neistin aftur time-out.


Tað eydnaðist Neistanum at minka niður í fýra mál næstu løtuna, men spælið hjá okkum var ov gott og flótandi, og við Peteri á odda skoraðu vit eftir vild av øllum plássum.


Tá ið fyrri hálvleikur var av, høvdu vit eina leiðslu, sum ljóðaði 12-17, og vit kundu fegnast um eina eina vælsmurda kontramaskinu, ið hevði givið okkum nógv mál.

 

Vit hildu fram at økja í seinna hálvleiki, og eftir góðar seks minuttir skjeyt Peter eitt kanónskot við síni høgru hond í aðru bylgjuni hjá okkum, so at støðan gjørdist 14-22.

 

Vit royna eisini við sjey monnum

Eftir einar ellivu minuttir fóru vit eisini at royna okkum við sjey monnum í álopum. Sigast kann, at bæði liðini høvdu hug at royna nakrar taktiskar snildir av áðrenn finalurnar.


Sjey móti seks spælið gekk eins hampuligt, sum siðbundna álopið hevði gjørt, og munurin helt sær á einum fimm-seks málum næstu løtuna. 


Dysturin skal koyrast heim

Tað var ongantíð nakar ivi um, at vit fóru at vinna dystin, og kanska eksperimenteraðu bæði liðini í so nógv eina løtu frá 19. til 24. minutt, tá ið ongi mál komu í dystinum. Møguleikarnir vóru har tó, men Ári tók millum annað eitt brotskast, áðrenn Bergur breyt málturkin og lobbaði bóltin í málið tvær ferðir á rað, so at støðan var 23-30.


Stutt eftir tók Ári enn eitt brotskast, og Neistamenn sóu út, sum teir høvdu hug at pakka saman og fara heim.


Seinastu løtuna hildu Rúni og Peter munin á sjey málum, og tá ið dysturin var av, høvdu vit vunnið 25-32.


Eitt sera gott avrik, har tað var greitt frá fyrsta bríksli, at vit vóru betri fyri enn Neistin, og vit tykjast at vera á rætta støðinum áðrenn finalurnar.


Serliga teir báðir afturkomnu leikararnir, Peter og Hallur spældu seg fult út, og eitt nú var tað ikki neyðugt at seta Mark á vøllin yvirhøvur.


Vit hava skaðatrupulleikar

Vit vóru í roynd og veru nakað skerdir og manglaðu menn sum Jens og Mark, umframt at báðir Sigmundarnir vóru úti í stórum pørtum av dystinum við onkrum smátingum.


Harafturat sita bæði Hilmar Leon og Pætur úti við skaðum, og teir stríðast fyri at kunna spæla finalurnar. Útlitini fyri hesum tykjast betri hjá Pæturi enn hjá Hilmar Leoni, ið neyvan spælur aftur hetta kappingarárið.


Men hópurin er breiður sum altíð, og vit sóu í dag eina greiða staðfesting av, at støðið er høgt hjá øllum monnum.


Vit skulu halda støðið leygardagin

Nú snýr tað seg um at halda hetta støðið, tí Neistamenn hava víst, at teir kunnu spæla betri, enn teir gjørdu í dag.


Teir fáa møguleikan at hevna seg longu leygardagin klokkan 18:00, tá ið dystur aftur er millum H71 og Neistan í Hoyvíkshøllini. Vinna vit, so er sera sannlíkt, at vit taka fremsta plássið, so enn er okkurt at spæla um, hóast fólk ótolnast eftir finalunum.

 

Kvinnurnar

Kvinnurnar spæla sín dyst móti Neistanum klokkan 16:30, altso beint áðrenn dystin hjá moinnunum. Hetta er seinasti møguleiki at gera ein vørr eftir fjórða plássinum í Hvonn-deildini, so lagt er upp til tveir spennandi dystir í Hoyvík leygardagin, har bæði liðini hava tørv á tykkara stuðli.

 

 

Dómaraseðil

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo