3. apríl 2018

Keðiligt tap


Hvonn-deildin, H71-Neistin: 23-26 (12-12)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Kvinnurnar hjá okkum spældu móti Neistanum í Hoyvíkshøllini leygardagin.

Hjá kvinnunum snúðu tað seg um at halda fast í Neistanum, ið lá á fjórða plássi. Við einum sigri var enn teoretiskur møguleiki at hótta hetta plássið, men Neistin var frammanfyri meginpartin av dystinum.


Leingi í fyrru hálvu lógu vit frammanfyri, og vit fingu nógv mál í skjótálopum. Eftir at Neistin legði eina mansverju á Mariu, tá steðgaði upp hjá okkum, bæði í uppspælinum og í álopinum. Hóast serliga Durita tók ábyrgd við nógvum málum, so eydnaðist tað Neistanum at steðga okkum í so ofta í álopinum, so at tær í seinna hálvleiki fingu bygt eina leiðslu, ið vit ongantíð veruliga megnaðu at hótta.

 

At enda endaði dysturin við 23-26 sigri til Neistan, og kvinnurnar vóru sum vera mann keddar um tapið. Ikki minst tí at vit vóru væl við í meginpartinum av dystinum og kundu við meira hepni fingið eitt betri úrslit.

 

Kvinnurnar hjá okkum skulu stríðast við Stjørnuna í Klaksvíksunnudagin 7. apríl. Hetta er ein umráðandi dystur um fimta plássið í kappingini, og eitt gott úrslit her hevði lagt væl afturat annars góðkenda kappingarárinumm.

 

 

Dómaraseðil

 

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo