sunnudagur, 15. apríl 2018

Kvinnurnar endaðu kappingarárið við sigri


Hvonn, H71-StÍF: 30-23 (14-12)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Jan Sørensen

Kvinnuliðið hjá okkum tók í gjár móti StÍF. Eg sjálvur var ikki til dystin vegna arbeiðsørindi. Men eg frætti frá fólki í høllini, at okkara kvinnur spældu ein sera góðan dyst, har serliga fyrstu 20 minuttirnir av seinna hálvleiki vóru framúr.


Hesa løtuna vundu vit burturúr strandakvinnum og vóru eitt skifti á odda 28-14. Vit loyvdu tó StíF at pynta eitt vet um munin, men tað endaði kortini við einum knúsandi tryggum 30-23 sigri, ið avgjørt lyftir hugin, nú kappingin er at enda komin.


Eitt meira enn góðkent kappingarár

Kvinnurnar enda kappingina á sætta plássið eftir 15 vunnin stig. Okkara megnarkvinnur høvdu helst kannað sær ein størri bita enn hetta fyri fáum mánaðum síðani, men minnast vit, hvat onnur væntaðu av unga liðnum áðrenn kappingarbyrjan, so góvu tey teimum ikki nógvar møguleikar at yvirhøvur vinna sær stig í ár.


Hetta varð staðiliga mótprógvað í fyrstu dystunum. Tað gekk ein løta, áðrenn fyrstu stigini komu, men genturnar prógvaðu ferð eftir ferð, at tær vildu spæla við móti teimum bestu. Hetta rakk enntá til eitt pláss millum tey fýra bestu liðini í steypakappingini.


Næsta ár eru tær vorðnar eitt ár eldri, eitt ár sterkari og eitt ár betri. Uttan at leggja ov nógv trýst á unga hópin, so vænta vit enn fleiri góð úrslit komandi kappingarár.


Eisini hevur verið hugaligt hjá okkum at endiliga fáa høvi at fylgja við í kvinnuhondbólti, hóast eg sjálvur havi forsømt tær í so ofta. Men fólk eru komin til dystirnar, og tey eru komin at stuðla. Ikki minst Margrét, ið varð heiðrað av leikarunum fyri dygga stuðulin í ár. Les um hetta aðrastaðni á síðuni.

 

 

Dómaraseðil

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com