15. apríl 2018

Taptu fyri strandingum


FTZ, H71-StÍf: 21-23 (12-8)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Mansliðið hevði ikki hug at spæla seinasta dystin.

Har var einki at spæla fyri annað enn heiðurin, tá ið mansliðið tók móti strandingum. Kortini spældu vit ein fínan fyrra hálvleik, ið vit greitt vunnu 12-8.

 

Men í seinna hálvleiki steðgaði fullkomliga upp. Tað eydnaðist okkum ov sjáldan at koma til líkinda málmøguleikar, og hóast vit vardu væl, so kundu strandingar spakuliga minka um munin so hvørt. Teir fingu javnað til 18-18, áðrenn teir avgjørdu dystin til 21-23 í einum spennandi dystarenda, har vit kanska skiftu í so nógvar av berandi leikarunum út.


Men aðrir sluppu at royna seg, og serliga Rani spældi ein sera góðan dyst í álopinum hjá okkum í dag. Hann skoraði fimm mál í einum málfátækum dysti, og flestu av málunum komu av knøppum, hørðum og sannførandi skotum. Hann vísti veruliga, at hann er á rættari leið.

 

Ósigurin var annars ikki hitt størsta vónbrotið. Alt snýr seg um finalurnar í næstu viku, har allir menn skulu vera til reiðar. Vit dragast við skaðar, og einki bendir á at Pætur ella Hilmar Leon kunnu spæla finalurnar.

 

Vit sóu Jens aftur í málinum í dag, og tað var hugaligt. Vònandi er hann á toppinum í næstu viku.

 

Vit venda aftur á heimasíðuni um upphiting til finalurnar.

 

 

Dómaraseðil

 

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo