leygardagur, 21. apríl 2018

Vit eru føroyameistarar 2018!


FTZ - Seinna finala. H71 21 - 19 Neistin (10-11)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarson Hoydal

Myndir: Álvur Haraldsen / In.fo

Tað eydnaðist akkurát mansliðnum hjá okkum at leggja seg fram um seinastu løtuna av seinnu FM-finaluni.

Undan dystinum var róð fram undir at vit møguliga fóru at síggja Hilmar Leon á liðnum, men tað var at enda ikki ráðaligt at lata hann spæla.


Ístaðin gjørdi Bogi comeback eftir langan skaðasteðg, og mongu hoyvíkingarnir frøddust um at síggja hann hita upp.


Øgiligur rómur og góður stuðul undan dystinum

Mongu hoyvíkingarnir fyltu høllina longu ein tíma áðrenn dystarbyrjan, og rómurin var øgiligur undan dystinum, har ungu fjeppararnir høvdu yrkt sangir, umframt at gomlu sangirnir eisini ljóðaðu haðani.

 

Jens fekk fatur beinanvegin

Dysturin byrjaði sum væntað við at fá mál vórðu skotin. Jens legði hart út, og bjargaði longu í fyrsta álopinum móti einari fríari Neistastriku.


Í hinum endanum var tó trupult at fáa bóltin í málið, men tað eydnaðist at Peter at skjóta eitt langskot, eftir Neistin hevði fingið eitt strikumál.


Løtu seinni bjargaði Jens okkum aftur, tá ið hann tók brotskast og helt støðuni á 1-1.

 

Púra javnt, men so missa vit tamarhaldið

Liðini hildu fram at fylgjast, og eftir 18 minuttum var støðan bert 6-6. Um hetta mundið eydnaðist tað tó Andori og Rúna at skora tvær ferðir á rað, men so loyvdu vit Neistanum at javna til 8-8.

 

Nú gjørdist støðan verri hjá okkum, og vit høvdu trupult at fáa bóltin fram við Nicholas í Neistamálinum. Hetta revsaði Neistin við at leggja seg á odda 8-10.

 

Peter við beinleiðis fríkasti!

Vit góvust tó ikki at stríðast, og hóast Neistin vóru á odda 9-11 tá ið tíðin fór, eydnaðist tað Peteri at skjóta beinleiðis fríkast í netið til 10-11, ið gjørdust hálvleiksstøðan.

 

Vit koma sterkt út til seinna hálvleik

Hetta málið iðraðu Neistamenn seg helst um í hálvleikssteðginum, og vit gagnnýttu iðranina at skora tvær ferðir til 12-11 tá ið farið var undir seinnu hálvu.

 

Meira tóktist at eydnast hjá okkum í seinnu hálvu, og serliga skjótálopini riggaðu. Við einum slíkum løgdu vit okkum á odda 15-13 eftir 38 minuttum.

 

Aftur javnt

Vit hildu leiðsluna heilt til 48 minuttir vóru leiktir, tá ið dysturin aftur gjørdist javnur 16-16.


Vit fylgdust til 18-18 tá ið 22 minuttir vóru leiktir, og nú var tað ein leikari, ið fór at gerast um seg.

 

Ári fekk nóg mikið!

Ári Dam hevði fingið nóg mikið av at illa gekk við málskjótingini hjá okkum, og hann tók sakina í egnar hendur, tá ið hann bæði bæði bjargaði og sendi bóltin í tómt Neistamál – 2 ferðir !


Støðan var tískil 20-18 við einum seks minuttum eftir at leika, og nú skuldi støðan verjast. Hetta eydnaðist væl.

 

Gaman í minkaðu Neistamenn um munin til 20-19, men so setti Ári propp fyri saman við verjuni.

 

Ári og verjan avgera!

Seinastu fimm minuttirnar av dystinum vóru tað verjurnar í hvør sínum enda, ið settu dám á dystin. Ári helt fram at forða fyri øllum Neistaroyndum. Eftir enn eina Árabjarging fingu vit ferð á skjótálopi, og Rúni leyp upp og høgdi bóltin í netið til 21-19. Góðir tveir minuttir vóru eftir.

 

 

Verjan loyvdi ikki Neistanum til møguleika og hondin kom upp. Men stutt eftir fekk Sigmundur Dahl tveir minuttir, og Neistin tevjaðu møguleikan at koma inn aftur í dystin. Ein minuttur og 12 sekund restaðu í.

 

Men Ári bjargaði okkum aftur tá ið hann fekk fatur á skotinum frá Rasmusi Søby, og vit tóku time-out við 42 sekundum eftir.


Hetta skuldi koyrast heim, men vit góvu Neistanum ein seinasta møguleika, ið Ári sjálvandi heldur ikki loyvdi fram við sær.

 

Vit eru føroyameistarar!

Seinastu sekundini kappingarársins runnu út, vit vóru føroyameistarar og kundu fegnast saman við leikarunum, ið aftur gjørdust føroyameistarar eftir eitt rokaligt kappingarár við nógvum skaðum.

 

 

Takk fyri í ár til allar fjepparar, stuðlar, venjarar og mest av øllum: Leikarar.

 

 

Dòmaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com