mánadagur, 28. mai 2018

EM-hondbóltur á Hálsi


Mikudagin 30. mai spælir føroyska kvinnulandsliðið dyst í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Talan er um næstseinasta undankappingardystin til EM 2018.

Dysturin verður móti Serbia og byrjar klokkan 19:00.

 

Ein av leikarunum á Serbiska landsliðnum er 30 ára gamla Andrea Lekic, sum er mett at vera ein tann sterkasta kvinnan í hondbólti.

 

So tað verður uttan iva hondbóltur á høgum støði, sum verður at síggja mikukvøldið. Og soleiðis fáa okkara evnaríku spælarar brúk fyri øllum tíð stuðli, tær kunna fáa frá okkum áskoðarum.

 

KVF fer at senda dystin í sjónvarpinum, og vit ivast ikki í, at RÁS2 eisini fer at siga frá.

 

Leygardagin er sætti og seinasti dysturin hjá okkum í undankappingin á skránni. Hann verður í Svøríki.

 

Manningin

Føroyska liðið til teir báðar seinastu dystirnar er hetta:

Í málinum:
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild av Heygum, VÍF

 

Úti á vøllinum:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Tóra Eliasen, Stjørnan
Marjun Falkvard Danberg, Neistin
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agnas Olsen, VÍF
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Daniella Joensen, Neistin
Heidi Maria Akselsen, VÍF
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Bjarta Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

 

EM-undankappingin

Føroyar hava spælt 4 dystir í hesari EM-undankappingini:

Serbia - Føroyar: 36-20 (16-9)

Føroyar - Svøríki: 15-33 (10-19)

Føroyar - Makedonia: 15-2 (7-7)

Makedonia - Føroyar: 28-24 (14-8)

 

Áðrenn hesar dystirnar var ein undan-undankapping, har okkara lið vann tann eina av tveimum dystum:

Føroyar - Finnland: 20-17 (8-5)

Grikkaland - Føroyar: 25-24 (15-10)

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com