týsdagur, 20. august 2013

Limagjaldið 2013/14


Skrivað hevur: Nevndin

Á aðalfundi hjá H71 týsdagin 13. august bleiv limagjaldið fyri næsta kappingarár samtykt.

Í tráð við økt virksemi og alsamt betrað venjingartilboð avgjørdi aðalfundurin at hækka limagjaldið fyri u8 úr 700 kr. til 800 kr. Limagjaldið fyri u10 og u12 er hækkað úr 800 kr. til 1000 kr.

Listin við limagjøldum sæst her.

Tú verður eisini biðin um at skráseta teg her, bæði um tú ert nýggjur ella verandi limur.

Limagjaldið kann rindast á kontonummar 9865-417.997.2 í Norðoya Sparikassa.

Minnist til at viðmerkja fulla navn og føðiár á tí leikara, sum goldið verður fyri.

Tað ber eisini til at betala á tilmeldingardegi felagsins fríggjakvøldið 30. august kl. 18 í Skúlanum við Løgmannabreyt, har vit samtíðis fyriskipa eitt Partille-treff, har familjur hvør sær koma við einum fati við smyrjibreyði. Felagið bjóðar køku og drekka annars.

Nevndin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com