mikudagur, 14. november 2018

Vandin fyri álvarsomum skaðum er øktur


Skrivað hevur: André Olsen / Sosialurin

Fótbóltsspælið er meira intenst, og tað økir um vandan fyri eitt nú álvarsomum knæskaðum. Fótbóltsspælarar og hondbóltsspælarar eru í serligum vanda, og teir skula gera meira burtur úr fyribyrgjandi venjing, heldur fysioterapeutur.

Símun Rógvi Hansen, Teit Jacobsen, Sebastian Pingel, Ári Mohr Jónsson, Jóhannes Hansen og Marianna Holm Jacobsen.

 

Tað eru bara nøkur av føroysku ítróttarfólkunum, sum fyrr í ár hava fingið álvarsamar knæskaðar. Og tá hugsað verður aftur á seinastu árini, so tykist tað sum um at óvanliga nógv føroysk ítróttarfólk dragast við álvarsamar knæskaðar. So seint sum í fjør slitu millum annað tveir av evnaríkastu ítróttarmonnunum í Føroyum, Brandur Hendriksson Olsen og Jóhan á Plógv Hansen, millum annað krossbandið. 


Ikki meira útsett í Føroyum enn aðrastaðni

Men sambært Brian Fossabrúgv, ið er fysioterapeutur við serkunnleika til knæskaðar, hava tølini fyri knæskaðar í Føroyum seinastu árini verið lutfalsliga líka sum í grannalandinum Danmark til dømis. Sosialurin hevur tó roynt at fingið tøl í Føroyum fyri hetta árið; tað hevur ikki hevur eydnast okkum enn.


- Lutfalsliga hevur talið í Føroyum fyri knæskaðar mint um talið í Danmark seinastu árini. Í Føroyum hava seinastu árini verið framdar 25-30 krossbandsskurðviðgerðir um árið, og í Danmark hevur talið ligið ímillum 3000-3500. Í lutfalli minnir tað talið um, sigur Brian Fossabrúgv, fysioterapeutur. Hann hevur tó eina ábending um, at vit í Føroyum hetta árið hava sæð fleiri álvarsamar knæskaðar, enn vit hava sæð undanfarin ár.

 

Fótbótsspælið er broytt, og vandin fyri knæskaðum er øktur

Seinnu árini er fótbóltsspælið broytt nógv í mun til fyrr, har tað í dag verður vant nógv oftari, enn tað var fyri til dømis 20 árum síðani. Brian Fossabrúgv heldur, at soleiðis sum at intensiteturin í fótbóltsspælinum er øktur, er vandin fyri skaðum eisini øktur í mun til, og er hetta kanska ein av orsøkunum til, at vit síggja so nógv fleiri knæskaðar nú í mun til fyrr.

 

- Fótbóltsspælið er til dømis broytt og økt munandi seinastu árini. Bæði viðvíkjandi skjótleika, styrki og intensiteti. So tað kundi verið áhugavert at kanna, um hetta hevur eina ávirkan á skaða-risiko’ina, og at talið fyri álvarsamar knæskaðar í Føroyum nú tykist vera økjandi.

 

- Allar kanningar vísa, at flestu leikarar, sum slíta krossbandið, eru leikarar, sum spæla á topp-støði; har er belastningurin maksimalur í mun til leikarar, sum spæla á lægri stigið við lægri belastningi og sum harvið ikki eru í vanda í sama mun, sigur Brian Fossabrúgv.

 

Fótbóltsspælarar og hondbóltsspælarar í størst vanda

Brian Fossabrúgv sigur, at tað serliga eru ítróttarfólk, ið gera ítrótt við síðuvegis rørslum, sum eru mest útsett fyri at fáa krossbandsskaðar í mun til onnur ítróttarfólk. Í fótbólti og hondbólti verður allastaðni brúkt síðuvegis rørslur.
- Fótbóltur og hondbóltur eru ítróttargreinar við síðuvegis rørslum. Har eru nógvar eitt-beins lendingar, og tá er hægst risiko fyri krossbondsskaðum. Krossbandsskaðar henda oftast við nærum strektum beini, har sum fóturin antin roterar inn ella út, meðan knæðið fer í ”valgus”, sum merkir kálvakníggjað. Til ber nærum ikki at íðka slíkar ítróttargreinar uttan eitt intakt krossband. Í øðrum ítróttargreinum so sum renning, súkkling ella svimjing ber til at íðka uttan eitt krossband, sigur Brian Fossabrúgv.

 

Venur fólk við knæskaðum

Sum fysioterapeutur hevur Brian Fossabrúgv sín serkunnleika innan knæskaðar, og fleiri ítróttarfólk sum hava havt álvarsamar knæskaðar seinastu árini, hava verið til uppvenjing hjá Brian, ið saman við Hallgerð Bjartalíð rekur fyritøkuna FYSIO. Brian Fossabrúgv sigur, at áhugin til at spesialisera seg í knæskaðum kom, tí at hann sá ein tørv á uppvenjing innan øki. 


- Áhugin fyri at arbeiða við fólki við knæskaðum kom, tí eg sá, at har var ein tørvur á uppvenjing innan øki. Eg síggi eisini, at miðvís uppvenjing ger stóran mun, soleiðis at leikarar aftur kunnu koma á vøllin. Gjøgnum tíðina, har eg havi vant ítróttarfólk við knæskaðum, havi eg merkt ein stóran áhuga frá teimum leikarunum, sum hava vant upp hjá mær. Tey brúka tíð og orku uppá at gera tær venjingarnar, sum skulu til fyri at gerast klár aftur. 

 

Skulu vera betur at venja skaðafyribyrgjandi

Brian Fossabrúgv sigur, at kanningar vísa, at tað, sum hjálpir best fyri at verja seg ímóti slíkum álvarsamum knæskaðum, er at venja skaðafyribyrgjandi. Eisini hevur venjarin og doseringin hjá einum venjara nógv at siga fyri at vera við til at fyribyrgja slíkum skaðum.

 

  • Í Noregi hevur man í nógv ár víst á, at skaðafyribyrgjandi ACL-venjingar minka markant um vandan fyri ACL (Krossbond) skaðum. Í Føroyum er eisini fokus á fyribyrgjandi venjingum í bæði hondbólti og fótbólti. Men spurningurin er, um man setur nokk inn. Leikarar og venjarar vita, at skaðafyribyrgjandi venjingar rigga. Men vit skula verða betri til at venja meira styrki og stabilitet frá ungum árum av, og vit skula eisini verða betri til at venja meira skaðafyribyrgjandi venjingar. Tá hugsi eg um neuromuskular-venjingar, styrki (core og bein), hopp og lendingsteknikk og fótbólts- og hondbólts-spesifikkar venjingar, sigur Brian Fossabrúgv.
  • Venjarin er avgjørt ein lyklalpersónur fyri at verja leikarum móti skaðum. Venjarin skal hava holla vitan um ítróttarskaðar, og hann skal vera førur fyri at gera tað rætta venjingar-programmið og tí røttu doseringina til tann einstaka leikaran, soleiðis at eisini hvíld hjá leikarum verður raðfest millum dystir. Tað hevur eisini stóran týdning fyri at fyribyrgja, sigur Brian Fossabrúgv.

 

Hava søkt um tøl frá í ár

Fyri at samanbera Føroyar og onnur lond, hevur Sosialurin søkt um tøl frá Landssjúkrahúsinum í samband við knæskaðar fyri í ár. Men av tí at feriutíð er, og tann sum hevur data um hendið í løtuni er í feriu, hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á tølunum. (Greinin er upprunaliga skrivað í summar)

 

Um krossbandsskaðar

ACL (Krossbandsskaðar) eru sera álvarsligir skaðar hjá ítróttarfólki. Í veruleikanum eigur tað at vera nærum ógjørligt í fótbólti, hondbólti og flogbólti at spæla uttan eitt vælfungerandi ACL (Krossband). Ítróttarfólk, sum slíta krossbandið, fáa nýtt falskt krossband. Steðgurin aftaná eina krossbandsskurðviðgerð er vanliga um 9-12 mánaðir.


Í knænum eru tvey krossbond. Eitt fremra krossband og eitt aftara krossband. Tey eru – saman við meniskum, liðbondum og musklum við til at tryggja stabilitetin í knænum.


80% av krossbandsskaðum henda uttan kontakt – seinasta granskingin vísir enntá, at talið nú heldur liggur upp ímóti 90%, sum henda uttan kontakt. 50% av skaðunum eru ung í aldrinum millum 15-25 ár.
Kanningar vísa, at 60% av teimum, sum slíta krossbandið, venda aftur til ítrótt á sama støðið sum áðrenn skaðan, meðan 40% ikki gera tað.


Onnur gransking vísir at 15% fáa ein re-ruptur (at tað slitnar aftur) innan 2 tey fyrstu árini aftaná, at man er byrjaður at íðka aftur. Sum oftast er talan her um konufólk.

 

 

 

---

Tí skrivar André um knæskaðar
Av tí at eg (André) sjálvur havi verið illa darvaðum av knæskaða og av teirri orsøk havi fingið boð frá læknanum um at steðga at spæla fótbólt, so er áhugin fyri evninum stórur. Og tá vit í ár hava sæð so nógvar føroyskar fótbóltsspælarar fingið álvarsamar knæskaðar, hava vit á Sosialinum valt at varpa ljós á evnið. Ætlanin er, at fleiri greinar um evnið skulu koma út.

 

---

André Olsen hevur skrivað eina greinarøð um knæðskaðar. Røðin varð prentað í Sosialinum í summar.

H71 hevur fingið loyvi frá Sosialinum og André at endurgeva greinarøðina her á heimasíðuni. Vit takka fyri.

Onkrar tilvísingar eru kanska ikki heilt ajour - tað er orsakað av tíðarmuninum, tá greinin er skrivað og nú.

Tað koma tríggjar greinar aftur at her á heimaíðuna komandi dagarnar.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com