mikudagur, 24. apríl 2019

Síðsta finalan í Okkara-deildini


Nú hevur Hondbóltssambandið sett klokkutíð á síðsta finaludystin hjá monnum.

Og síðsta finalan verður spæld klokkan 20:00 leygarkvøldið komandi, 27. apríl.

 

Ikki tær at siga, so er brúk fyri øllum kreftum í Hoyvíkahøllini hetta kvøldið.

 

Øllum kreftum, leikaranna eins og áskoðaranna.

 

Tað verður skipað fyri upphiting, andlitsmáling og øllum hasum har áðrenn dystin.

Vit byrja klokkan 18. Á skránni er felagshugni og andlitsmáling, og tað er eisini møguligt at keypa sær okkurt til matna (fiskur og suppa) eins og okkurt drekkandi.

 

So set nú alt annað óneyðugt til viks. Fá uppvaskið, dustsúgvingina, vikuliga kar-baðið og alt hatta har frá hondini í góðari tíð - og set so leygarkvøldið av til dystin í Hoyvíkshøllini.

Verður tað soleiðis, sum vit vænta og vóna, so skalt tú saman við leikarum og nógvum øðrum fjepparum í góðum lagi sleppa at hugna tær aftan á dystin ;)

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com